Fíggjarlógin er ímóti allari fakligari tilráðing

Magni Laksáfoss, tinglimur
---------

Búskapurin er framvegis illa fyri, og fá tekin eru um batar komandi árið. Fíggjarlógin fyri 2010 átti at tikið hædd fyri búskaparligu støðuni, men í staðin fyri at loysa trupulleikarnar, ger hon teir verri. Fíggjarlógin gongur beint móti allari fakligari tilráðing. Tí var tað ein vanlukka, at hon varð atkvødd ígjøgnum

Vit eru í einum tíðarskeiði, har heimsbúskapurin er merktur av óvanliga stórari óvissu. Vit eru júst komin ígjøgnum ringastu fíggjarkreppuna síðan seinna heimsbardaga. Kreppan er so ring, at hon einans kann samanberast við húsabløðruna í Japan, sum brast í 1991 og sum Japan enn ikki er komið burturúr – og so stóru depressiónina frá 1930’unum.

Hóast fíggjarkreppan er um at vera av, seta búskaparfrøðingar sær nógvar spurningar um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Er fíggjarkreppan veruliga av, ella var hetta einans fyrsti partur? Er hugsandi, at vit fáa enn eina kreppu um einans heilt fá ár?

Vit mugu jú minnast til, at fíggjarkreppan lutvíst er komin sum úrslit av. at stjórnirnar prentaðu nógvan pening, og at marknaðurin næstan druknaði í peningaríkiligheit. Loysnin á kreppuni hevur verið at prenta enn meiri pening. Er tað veruliga nøkur loysn, ella er tað uppskriftin til eina kreppu afturat?

Búskaparkreppan er als ikki av
Eitt eru búskaparfrøðingar tó rættiliga samdir um, nevniliga at búskaparkreppan, sum kom av fíggjarkreppuni, er als ikki av. Hon er einans í byrjunarfasuni.

Rættiliga stórur munur er á eini fíggjarkreppu og eini búskaparkreppu.

Ein fíggjarkreppa er avmarkað til fíggjarmarknaðin, tvs. peningastovnar, kredittfeløg, partabrævamarknaðirnar o.s.fr. Hetta eru stovnar og marknaðir, sum vanlig fólk ikki hava nógv við at gera.

Tá fíggjarkreppan breiðir seg til eisini at gerast ein búskaparkreppa, hevur hon ávirkan á sjálvan realbúskapin – tvs. framleiðsluna, inntøkuna, íløgurnar, nýtsluna og arbeiðsloysið. Her merkja vanlig fólk munandi meiri til kreppuna, tí tá minka inntøkurnar og arbeiðsloysið veksur.

Her er tað, at búskaparfrøðingar eru rættiliga samdir um, at árinið á búskapin ikki er av, m.a. við teirri avleiðing, at arbeiðsloysið fer at vaksa munandi komandi árini, og at rúm tíð gongur, áðrenn vit aftur hava “business as usual”.

Oljuprísurin hækkar aftur
Eitt annað, ið stór semja er um, er, at tá vit aftur nærkast vanligum tíðum, fer oljuprísurin at hækka aftur.

Vit hava longu sæð, at hann nærkast 80 dollarum fyri fatið nú um ársskiftið, hóast heimsbúskapurin enn ikki er komin úr kreppuni.

At oljuprísurin hækkar so nógv, hóast talan er um krepputíð, er ikki góð tíðindi fyri okkum. Føroyar er eitt samfelag, har stórt sæð øll vælferðin er bygd á oljuna. Uttan rímiliga bíliga olju verður sera trupult at varðveita núverandi vælferðarstigið, og ógjørligt verður at tosa um hækkandi vælferð í komandi árum.

Tí mugu vit burtur frá oljuni og yvir til aðrar orkukeldur alla staðni, har tað ber til.

Besta loysnin fyri húsarhaldini er at bjálva húsini betur. Allar kanningar vísa, at har fær man mest fyri pengarnar. Tí eru ráðini: Bjálvið fyrst og farið síðan og hugsið um alternativar orkukeldur.

Hallið á fíggjarlógini má minkast
Landskassin hevur komandi ár eitt hall, sum fer at tátta í milliardina. Samstundis leggur førdi fíggjarpolitikkurin upp til, at hallið komandi árini ikki skal verða minni.

Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur. Í veruleikanum er talan um, at vit lána pening fyri at fíggja raksturin av samfelagnum. Øll munnu vita, at hetta gongur ikki í longdini.

Tá útreiðslurnar hjá landskassanum eru størri enn inntøkugrundarlagið loyvir, verður tað rópt bygnaðarligt hall. Hetta skal síggjast í mun til eitt vanligt konjunkturelt hall, sum t.d. kann stava frá einum ringum inntøkuárið við lágum fiskaprísi ella sjúku í alivinnuni. Tá viðurskiftini gerast vanlig aftur, tvs. fiskaprísurin hækkaður ella sjúkan burtur, fer konjunkturella hallið á fíggjarlógini somuleiðis burtur og alt er í lagi.

Soleiðis er ikki við bygnaðarligum halli.

Eitt bygnaðarligt hall er munandi verri at fáa burtur aftur, tí tað er komið av, at vit hava hækkað okkara almennu útreiðslur upp um tað, sum okkara vinnulív klárar at bera. Einasta loysnin er at broyta samfelagsbygnaðin við færri útreiðslum, ella at seta skattatrýstið upp. Vit hava frammanundan millum hægstu skattatrýst í heiminum, so í veruleikanum má størsti parturin finnast í almennum sparingum.

Bygnaðarbroytingar mugu í fokus
Semja er um, at stórar broytingar mugu til komandi árini. Búskaparráðið er júst komið við síni frágreiðing fyri heystið 2010 og sigur soleiðis:

“Týðandi partar av hallinum hjá tí almenna árini 2008–2010 eru bygnaðarligir, og standast sostatt meiri av skeivum fíggjarpolitikki undanfarin ár enn av konjunkturniðurgongd í búskapinum. Tiltøk, ið verða sett í verk næstu árini til tess at bøta um bygnaðarligar skeivleikar í inntøku- og útreiðslupolitikkinum hjá tí almenna, nýtast tó ikki at hava sum endamál at fáa alt hallið hjá tí almenna at hvørva. Ein partur av hallinum hvørvur av sær sjálvum, tá ið meiri ferð kemur aftur á búskapin og nýtsluna. Tískil eiga tiltøkini at vera stílað eftir bygnaðarliga partinum av hallinum.”

Onnur lond hava eisini líknandi trupulleikar, m.a. Danmark. Har koma ávaringarnar frá Det Økonomiske Råd:

“Den nye overvismand, økonomiprofessor Hans Jørgen Whitta-Jacobsen siger, at indtægter og udgifter ganske enkelt ikke hænger sammen på sigt uden nye vidtgående reformer. Udgifterne er for store, så finanspolitiken er ikke holdbar, og der er ikke styr på gældsudviklingen.”

Tað, at onnur lond hava líknandi trupulleikar, eigur ikki á nakran hátt at verða nýtt sum undanførsla fyri einki at gera við okkara egnu trupulleikar. Tvørturímóti kunnu vit møguliga brúka av loysnunum, sum hini londini finna fram.

Týðandi politiskar avgerðir skulu til
Búskaparstøðan í landinum hevur við sær kravboð um sterkar politiskar avgerðir, sum kunnu verða við til at flyta okkum framá og førka okkum burtur úr búskaparliga fallinum, vit eru á veg inn í.

Tað nyttar einki at lata standa til og halda fram at reka politikkin frá undanfarnum árum. Tað er jú hesin politikkur, ið hevur ført okkum í støðuna, vit eru í.

Tí má politikkurin leggjast um, so vit loysa avbjóðingarnar fyri framman, og tær eru ikki so fáar:

1. Almennu útreiðslurnar mugu minkast.
2. Byggivinnan má stimbrast við almennum byggivirksemi.
3. Bygnaðarbroytinar mugu fremjast, so samfelagið gerst bíligari at reka.
4. Skil má fáast á fiskivinnuna, soleiðis at hon kann geva eitt munagott avkast.
5. Oljan skal skiftast út við aðra orkukeldur.

Hetta er bara fyri at nevna nakrar av avbjóðingunum, sum hava størstan týdning at fáa loyst í stundini.

Fíggjarlógin kann ikki loysa allar trupulleikarnar, men hon eigur at vísa vegin og leggja røttu kósina.

Fíggjarlógin loysir ongar trupulleikar, men ger teir verri
Fíggjarlógin fyri 2010 loysir tó ongar trupulleikar – heldur ger hon teir verri.

Almennu útreiðslurnar áttu at verið minkaðar, men í staðin økir fíggjarlógin almenna raksturin munandi. Hetta er ein sannroynd, sjálvt um vit velja at trúgva, at plenuklipparametodan fer at eydnast – sum er sera ivasamt., eftir sum vit hava sera ringar royndir at tí í undanfarnum árum.

Almennu ílløgurnar áttu at verið øktar fyri at stimbra byggivrksemið, men tær eru í staðin skornar niður í botn. Tvs. í staðin fyri at stimbra búskapin, leggur fíggjarlógin upp til at køla búskapin.

Ongar bygnaðarbroytingar eru framdar, sjálvt um sagt bleiv aftur og aftur, at tær skuldu fremjast í sambandi við fíggjarlógina.

Tað, sum frammanundan var avsett til at bjálva almennar bygningar og finna aðrar orkukeldur, er minkað munandi. Harvið eru allar royndir at koma burtur frá oljuni steðgaðar, ella í øllum førum minkaðar.

Stutt sagt kann sigast, at fíggjarlógin gongur beint móti øllum fakligum tilráðingum.

Kundi ikki atkvøða fyri
Allar fakligar tilráðingar søgdu, at rættast var at minka um raksturin og hækka íløgurnar. Hetta var eisini tað, sum var samtykt í Ólavssøkupakkanum í august mánaða og sum varð staðfest ferð eftir ferð í almenninginum. “Karmarnir skulu haldast!” var mantraið.

Tá fíggjarlógin kom í Tingið, helt man seg eisini til hesa tilráðing. Tað var ikki fyrr enn seint í desember, at øll faklig atlit vórðu slept, gjørt varð beint ímóti fakligu tilráðingunum.

Heldur enn at minka raksturin og hækka íløgurnar, varð raksturin hækkaður og íløgurnar minkaðar.

Samstundis vórðu allar bygnaðarbroytingarnar útsettar til eftir nýggjár – av tí sama er nú meiri ivasamt um bygnaðarbroytingarnar yvirhøvur verða framdar.

Sjálvsagt kundi eg ikki atkvøða fyri nøkrum, sum í so stóran mun gekk móti míni sannføring. Stýrisskipanarlógin áleggur tingfólki at atkvøða sambært síni sannføring og ongum øðrum.

Tí lysti meg at frætt, hvussu tey, sum atkvøddu fyri fíggjarlógini, kunnu rættvísgera, at tey atkvøddu sum tey gjørdu. Vóru tey veruliga sannførd um, at hetta var ein nøktandi fíggjarlóg?