eru liðin. Men ein er kortini, og tað er tann 99 ára gamla Elsa Olsen á Argjum, sum er ættað av Toftum. Hon var 14 ára gomul tá og minnist hetta væl. Hans, beiggi hennara, hevði verið við árið frammanundan [...] kom eg á ein serligan hátt tætt inn at hesi hending. Í 1999 fór nevndin í fiskimannafelagnum til Íslands at vitja systirfelagið Sjómannasamband Íslands, har føroyavinurin Óskar Vigfusson hevði verið formaður [...] teir á middegi frætta, at Anna er farin, tørnar hann út. Hildið var, at Óli mundi hava kent okkurt á sær. Søgan um Onnu er ein partur av lagnusøguni hjá føroyingum. Tí er ein slík navnapláta eitt gott høvi
partinum av Eystur-Europa. - Hetta hevur so verið gjørt út frá teimum royndunum og kunnleikanum, sum eg havi til konseptið heryviri. - Eg visti tí, hvat eg hevði at halda meg til, sigur Niels Stórá. Bíligari [...] Eystrasalti tað er: Letland, Lithauen og Estland hava teir í løtuni 18 handlar, og tá hetta árið er at enda komið er talið vónandi vorðið enn størri. - Alt er ein spurningur um inntøku. Ofta er støðan hon, [...] Tað er einki oyðslut á skrivstovuni hjá Niels Stórá. Hon er í eini langari long við hópin av skrivstovubygningum. Heldur ikki her er talan um nakað oyðsl av nøkrum slagi Kortini er hetta ein skrivstova
teirra. Ein annar brýtur hann av: Ja, og eisini eg. Eg havi faktiskt ikki sovið í nátt, so spentur var eg!! Harður skúli Klokkan er um at vera eitt. Teir hava verið saman síðani kl. 10 í morgun. Teir hava gjørt [...] tað er neyðugt at koma saman á henda hátt. Vit práta um felags ting, og eg haldi at tað hevur nógv at betýða fyri meg. - Eg kann ikki svara tær, hvat er best við øllum tí vit eru ígjøgnum. Hvat eg skal [...] skal velja &? Tja, tað er ringt. Eg haldi at alt er líka gott, og alt er okkum at gagni! Hetta er ein góður skúli og eitt gott tilboð til okkum! Kaffisteðgurin gongur alt, alt ov skjótt, tí nú eru teir tríggir
móðurmálið. Eg havi tó varhugan av, at teirra sjálvsálit hesum viðvíkjandi er í knúsi, tí at málrøktararnir mangan eru so eirindaleysir, tá ið skerast skal í papp, hvat er gott føroyskt, og hvat er vánaligt [...] smørinum við. Og læra næmingarnir einki, so er tað í hvussu er ikki lærarin, sum hevur feilin. Eg minnist væl sjey árs royndina, men hon kom forbankað og seint. Er ein lærarin fullkomiliga púrasta fyri ongum [...] sær sjálvum eitt mál og hetta málið er tað rætta fyri tey. Hvørki meira ella minni. Tað er okkurt sum sigur mær, at okkurt er spinnandi galið við okkara máli. Okkurt er galið, tá ein fittur partur av fólkinum
»Teir tóku land«, er ikki liðugt kortini. Nógv tilfar er eftir enn, og tann næsta bókin er væl áleiðis. ? Sjálvandi verður lagt afturat og tikið burturúr, áðrenn hon er liðug, men hon er komin rættiliga [...] framleiðslan er eftirhondini vorðin ein vanasak og gongur sum eftir ánni. Men eg má siga, at tey fyrstu árini, eg hjálpti pápa mínum, við at fáa bøkurnar liðugt uppsettar á prentsmiðjum, fekk eg mangan niðurtúr [...] fram er lítil ivi um. Bók nummar fimm í røðini er á veg, og hann er eisini farin undir eitt heilt annað bókahandrit, sum hann roynir at kroysta innímillum. Men hann gevst neyvan heldur, tá tað er liðugt
at hava verið fýra ár á skúla og í arbeiði í Danmark. - Men skal eg vera heilt erligur, so hevði eg altso koyrt bil áðrenn eg fekk koyrikortið, sigur Jógvan við einum brosi. - Vit høvdu bil heima við hús [...] vera í rattinum?”. - Eg visti tað ikki rættiliga, so eg svaraði bara eftir bestu sannføring. Men tað vísti seg, at svarið hjá mær var langt, langt við síðuna av. - Tja, líka veit eg. Eg fekk so koyrikortið [...] at falla í fátt. Tvørturímóti. - Ja, er onkur sum hevur sagt tað við meg. Men nettupp tað, at tað er nógv ferðsla, er til fyrimuns fyri meg. Tá tað er nógv ferðsla, ja, so hyggur man bara nógv betri eftir
Kunningarstovuni er broytt ómetaliga nógv hesi 26 árini, Ingigerð hevur starvast har. - Tá eg kom í starv, var Kunningarstovan eitt ára gomul. Tá høvdu vit eini 5000 vitjandi árliga. Nú er talið av vitjandi [...] postkortum. Tað hevði eg ikki. Hann bað um frímerki. Tað hevði eg ikki. So vildi hann keypa okkurt føroyskt tinganest av onkrum slag, men tað hevði eg heldur ikki. - Tað einasta, eg havi at selja eru plakatir [...] at tað bæði er dýrt og besverligt at vera her. Men tá tey hava verið her í nakrar dagar, hava tey eina heilt aðra fatan. Ingigerð nevnir, at eitt, sum ferðafólkini ofta hoyra, er, at tað er so dýrt at ferðast
imponeraði íslendska vinnulívið meg ikki nógv tey fyrstu árini. Hesi seinastu tvey árini er vend komin í. Íslendska vinnulívið er ikki til at kenna aftur. Teir vælútbúnu íslendingarnir vilja flestir gera karrieru [...] mánaðirnar. Íðan hvat er problemið? Fyri meg er tað sjálvsagt einki problem, at útlendskur kapitalur kemur til Føroyar -tvørturímóti, tað er eitt tekin um sunna gongd. Problemið er eftir mínum tykki, at [...] manni. Íslendska vinnulívið er lopið avstað Sjálvur meti eg hesi viðurskiftir vera avgerandi - tað er ikki vist tey eru Búskaparfrøðiliga teoretiskt rætt ("nationaløkonomiskt korrekt" smb. Skrivaranum í
síðani, hevur tað ikki bara verið lætt at verið føroyingur. Vit hava verið í einari økonomiskari kreppu í fleiri ár, og eru tað partvís enn. Vit kunnu tó gleðast um, at tað aftur er farið at ganga rætta vegin [...] tey nú eru farin á uttanlandsferð, so er tað gott at hava so góðar sangarar, sum bygdin jú er kend fyri. Nú er hásummartíð, og tey flestu av okkum eru, hava verið ella fara skjótt í summarfrí. Fleiri leita [...] standa saman og stuðla hvør øðrum. Skúlaungdómurin er júst liðugur við eina strævna tíð. Húgvan er komin á høvdið og framtíðin liggur opin framman fyri stavn. Eg vil tí nýta høvið at ynskja tykkum og øllum tykkara
bestu deildini er tað upplagt, at B68 fer at styrkja um liðið. Hvussu er tað við tí? - Vit hyggja okkum alla tíðina um. Men tað er ikki bara sum at fara til handils. Nú tað er so langt útliðið er tað ivaleyst [...] num. Tað er B68, sum hevur fingið nýggjan venjara. 2. hvítusunnukvøld var tað Aksel Højgaard, sum stóð fyri venjingini. Tað skuldi hann eisini gera í gjárkvøldið og tað, sum er eftir av hesi vikuni. Enn [...] fara at gera sítt ítarsta. Uttan mun til hvør er venjari, so er tað inni á vøllinum, at avrikini skulu fremjast, staðfesir B68 formaðurin. Aksel Højgaard er rættuliga væl kendur í B68. Hann var millum