Fekk koyrikortið aftur sum 93 ára gamal

KOYRIKORT - Tað er ótrúligt, hvussu skjótt alt kann broytast: Í fjør misti eg loyvi at koyra bil, tí eg kláraði ikki synsprøvan. Men eftir at eg fekk eina nýggja linsu í eygað, kláraði eg prøvan og kundi aftur koyra bil, sigur 94 ára gamli klaksvíkingurin, Jógvan Gerðalíð. - Hóast mín høga aldur, kom hetta við koyringini beinanvegin aftur. Tað er vist tað sama sum við svimjing og súkkling. Hevur man fyrstu dugað tað einaferð, so dugir man eisini nógv ár aftaná

Klaksvík: - Ja, hetta var ikki serliga hugaligt, skal eg siga tær. Eg sum var vanur at koyra bæði persónbil og broyt, kundi nú ikki koyra longur, orsakað av sjónini, greiðir Jógvan frá.

Hóast Jógvan ikki fekk koyrt bil longur, hevði hesin bil-glaði maðurin brúk fyri flutningi.

Nakað frammanundan var konan, Astrid farin á røktarheimið í Klaksvík, og sum tann góði húsbóndin hann er, ynskti hann at kunna vitja hjúnafelaga sín hvønn dag.

Um somu tíð vóru beinini so líðandi farin at svíkja, og skuldi hann tí ferðast fram og aftur til røktarheimið, mátti eitthvørt flutningstól fáast til vega.

- Eg var hjá læknanum og segði honum, at eg ikki skilti hví eg ikki orkaði so væl at ganga longur. Og veitst tú hvat hann svaraði? Jú, hann svaraði mær aftur, at tað skilti hann heldur ikki, sigur Jógvan Gerðalíð og brestur út í ein rungandi látur.

Umvegis Nærverkið eydnaðist honum at fáa fatur á eini 3-hjólaðum prutli, sum hevur verið honum til stóra hjálp, tá vitjast skuldi ella onnur ørindi gerast í býnum.

- Fyrimunurin við eini slíkari súkklu er kortini tann, at tað er lættari at finna eitt pláss at seta hana frá sær, enn ein bil. Og so er vandin fyri at fáa eina parkeringsbót eisini minni.

Hóast hann fekk koyrikortið til bil aftur, hevur hann framvegis ta 3-hjólaðu.

- Tey bóðu meg bara behalda hana, sigur hann við einum brosi.


Koyrdi áðrenn

Hevði tað verið í 2010, var neyvan nakar ivi um, at Jógvan hevði staðið við koyrikortinum í hondinum, sama dag sum hann fylti 18.

Í 1937 var støðan tó øðrvísi, tá tann 22 ára gamli unglingin umsíðir fekk sítt koyrikort, eftir at hava verið fýra ár á skúla og í arbeiði í Danmark.

- Men skal eg vera heilt erligur, so hevði eg altso koyrt bil áðrenn eg fekk koyrikortið, sigur Jógvan við einum brosi.

- Vit høvdu bil heima við hús, og eg koyrdi eisini bil í sambandi við arbeiðið mítt á bóndagarðinum í Danmark.

Støðan var nevniliga hon, at Jógvan sum unglingi fór til Danmarkar at ganga bæði á eini royndarstøð innan landbúnað, eins og hann starvaðist sum húskallur á einum bóndagarði.

- Eg fór til Danmarkar 7. august í 1933 og kom aftur fýra ár seinni, hin 1. august 1937. Tað var bara eitt minus, og tað var tað, at eg hevði ikki ráð til at koma heim.

- So eg var faktist í Danmark øll hesi fýra árini. Men líka veit eg. Hetta vóru í øllum førum sera góð og gevandi ár, minnist Jógvan aftur á.

Tá Jógvan kom heimaftur fyri 73 árum síðani, var tíðin búgvin til at taka tað nógv “eftirtraktaða” koyrikortið.


Spurningar

Trupulleikin hjá Jógvani og øllum hinum norðoyingum var, at eingin koyrilærari var í Klaksvík um hetta mundið.

Jógvan hevði áður koyrt eitt sindur við bili hjá pápabeiggja sínum, sum hevði bil. Men nú skuldi koyrikortið fáast í hús. Og her var ikki annað at gera, enn at fara til Havnar at fáa hetta greitt úr hondum.

- Ja, her var einki annað at gera hjá mær, greiðir Jógvan frá. Sovítt hann minnist fekk hann onkra bók at lesa í áðrenn.

Koyrilærari tá var danin Fjerbæk-Pedersen, og tað var hann sum man tók koyrikortið hjá tá í tíðini. Sovítt Jógvan minnist, átti hann ikki bil sjálvur, men lænti ein hjá Frits í Króki (Christiansen), ella Frits klokkarin, nevndur.

Tá var eingin skipað frálæra í teori, men ein settist í bilin, har so lærarin setti næminginum nakrar spurningar um ferðslu, bremsilongdir og tílíkt. Jógvan minnist serliga ein av spurningunum: “Hvussu nógv slør kann vera í rattinum?”.

- Eg visti tað ikki rættiliga, so eg svaraði bara eftir bestu sannføring. Men tað vísti seg, at svarið hjá mær var langt, langt við síðuna av.

- Tja, líka veit eg. Eg fekk so koyrikortið tá. Og nú eru so liðin 72 ár síðani, sigur Jógvan við einum brosi.


Størri bilar

Í dag er støðan hjá mongum 18 ára gomlum, at tey síggja fram til dagin, tá teori og koyring eru fingin frá hondini. Hetta sama gjørdi seg eisini galdandi hjá Jógvani.

Hann kom aftur úr Danmark í august mánaði 1937, og fekk sær skjótt koyrikortið. Beint eftir doyði pápabeiggi hansara, Richard, sum hevði sum uppgávu at koyra eitt slag av ambulansu-bili.

Hetta innibar millum annað, at hann koyrdi læknan Kofoed síni ørindi. Nú stóð hann uttan bilførara, og tá spurdi einkjan eftir læknan, um Jógvan kundi átaka sær hesa uppgávuna.

- So tú skilir, at her ráddi bara um at fáa sær hetta koyrikortið sum skjótast. Ikki minst tí, at vit sjálvi høvdu ein lastbil, sum hevði nógv at koyra, greiðir Jógvan frá.

Sjálvur ætlaði hann at kasta seg yvir landbúnaðin, sum hann tekur til. Men um hetta mundið varð nógv bygt og útstykkjað í Klaksvík, so tíðin at brúka útbúgving sína burturav varð vist heldur avmarkað.

- Eg sá, at her var nóg mikið at gera við bilum og maskinum, so her var ikki annað at gera, enn at fara til verka fyri meg sjálvan í egnari fyritøku, greiðir Jógvan frá.


Mín Avensis

So líðandi kom ein maskinan fyri og onnur eftir. Ella sum hann tekur til:

- Her bleiv so nógv arbeiði, at tað nyttaði einki at fara til arbeiðis við “hakke og skovl”. Her máttu størri tól til.

Seinni stovnaði hann og Dávur Jacobsen í Søldarfirði fyritøkuna Bergmál, sum millum annað luttók í arbeiðinum at gera vegin norður til Viðareiðis. Hetta gjørdi uttan iva sítt til, at fyritøkan bæði var við í arbeiðinum at gera tær báðar byrgingarnar í Norðoyggjum - í fyrsta lagi hana um Hvannasund, og síðani hana um Haraldssund.

Hjá Jógvani byrjaði tað við einum persónbili, síðani lastbili, gummiged, broyt og øðrum sum hoyrir við til entreprenør-virksemi.

- Í dag er tað bara mín Toyota Avensis og onkutíð tað 3-hjólaða prutlið. Eg komi í øllum førum fram, har eg ætli mær, sigur Jógvan við einum brosi.



Koyrir tú uttan koyrikort?

Tá Jógvan Gerðalíð fekk koyrikortið aftur, gekk hann at byrja við stillisliga við góðu boðunum. Tey nærmastu vistu einki um tað.

- Hetta var beint áðrenn vit skuldu fara til Samfelagsmøti í Vági. Og eg ætlaði mær tí sjálvur at fara hagar við bilinum, greiðir hann frá. Hann hevur verið ein virkin stríðsmaður innan Brøðrasamkomurnar í Føroyum.

Áðrenn leiðin varð løgd til Vágs, fór Jógvan sær beinanvegin ein biltúr runt í Klaksvík. Hann var ikki meiri enn innkomin, fyrrenn fyrsta reaksjónin kom:

- Nú kemur svigarsonurin dundrandi inn og spyr um tað virkiliga var eg, sum hevði koyrt við bilinum í býnum. Hann spurdi meg eisini, um alt var í lagi við mær, - ja, um eg var í ordan at koyra soleiðis uttan koyrikortið.

- Eg spældi eitt sindur uppá hetta, og spurdi hann, nær man visti tað. Hann spurdi so, um eg visti, at man hevði ikki loyvi at koyra bil uttan koyrikort.

- Tá kundi eg svara honum, at eg var altso ikki vanur at koyra bil uttan koyrikort. Og soleiðis kom sannleikin fram, og alt endaði í einum látri, greiðir Jógvan Gerðalíð frá.




Nógv ferðsla

Hóast Jógvan er gamal í garð, bæði í aldri og sum bilførari, metir hann seg kortini at vera tryggur í ferðsluni, hóast hann ikki er 22 ár longur.

At ferðslan er nógv økt, fær ikki Jógvan at falla í fátt. Tvørturímóti.

- Ja, er onkur sum hevur sagt tað við meg. Men nettupp tað, at tað er nógv ferðsla, er til fyrimuns fyri meg. Tá tað er nógv ferðsla, ja, so hyggur man bara nógv betri eftir!





- Renn bara á menninar

Tá Jógvan Gerðalíð fyri júst 73 árum síðani tók koyrikortið, var tað gjørt munandi øðrvísi enn í dag.

Undirvísingin í teori var lítil og eingin, bert nakrir spurningar, meðan royndarkort varð. Serliga tann eina tíman minni Jógvan sera væl.

- Vit komu koyrandi niðan ímóti Vaglinum, har nógvir av teimum gomlu monnunum ikki vóru so vanir við bilar og bilferðslu. So teir fluttu seg ikki frívilliga av vegnum fyri einum bili.

- Eg minnist tá, at Fjerbæk-Pedersen í spølni bað meg bara koyra á hesar gomlu menninar. Eg undraðist á hetta og spurdi hann, um hann veruliga meinti tað, - altso um eg fekk koyrikortið, um eg koyrdi á teir, greiðir Jógvan brosandi frá.

Hann rendi sum vera man ikki á teir, men fekk kortini koyrikortið!