Tað er einki oyðslut á skrivstovuni hjá Niels Stórá.
Hon er í eini langari long við hópin av skrivstovubygningum. Heldur ikki her er talan um nakað oyðsl av nøkrum slagi
Kortini er hetta ein skrivstova, har stórar ætlanir verða lagdar. Og eisini ein skrivstova har stórar ætlanir verða framdar í verki.
Á skrivstovuni hanga m.a. kort yvir tvey av londunum í Europa, sum Lagerinn-fyritøkan í Reykjavík hevur sett fokus á Rumenien og Bulgarien. Her er ætlanin at gera eitt handilsligt arbeiði.
Kortini á vegginum eru haraftrat prýdd við teknistiftum í ymiskum litum. Hvør litur sigur frá, hvussu langt ein er komin í hesi verkætlanini.
Niels Stóra peikar á býin Oradea, sum liggur í útnyrðingspartinum av Rumenia. Fyri mong er hetta ein púra ókendur býur, men fyri Niels Stóra er hetta ein sera áhugaverdur býur, sæð við handilseygum.
- Her ætla vit at lata upp okkara fyrsta handil á rumenskari jørð. Tað gera vit í november mánaði, sigur Niels Stórá, sum er fyritaksstjóri í Lagerinn.
Hetta er ein av fyritøkunum hjá Jákupi á Dul í Íslandi. Teir hava nógv spennandi vinnuligt virksemi í Íslandi, men hava eisini dugað at vent eygunum út í heim!
Royndir og kunnleiki
Áðrenn Niels yvirhøvur fór at samstarva við Jákup á Dul lærdi hann til bakara hjá Frants Restorff í Havn.
Hann er upprunaliga ættaður úr Skopun, men fór til Havnar at læra til bakara. Hetta handverkið gjørdist kortini ikki tað, sum hann nú hevur mestu royndirnar í.
Seinastu fimm árini hevur hann arbeitt við at byggja upp og stovnseta handlar í Eystrasalti. Hetta hevur hann gjørt út frá teimum royndunum, hann hevur sum rakstrarleiðari í handlunum í Íslandi.
Tá dyrnar vórðu gloppaðar fyri útlendskum fyritøkum í Letlandi, fall tað líkasum í hansara lut at kanna møguleikarnar fyri at fara undir handilsligt virksemi í hesum landi og hesum partinum av Eystur-Europa.
- Hetta hevur so verið gjørt út frá teimum royndunum og kunnleikanum, sum eg havi til konseptið heryviri.
- Eg visti tí, hvat eg hevði at halda meg til, sigur Niels Stórá.
Bíligari enn kappingarneytin
Tá ein soleiðis byrjar virksemi í fremmandum landi, eru ávís viðurskifti og ávís lyklatøl sum ein eigur at taka við í metingarnar.
- Hjá okkum er tað so, at vit vita hvat vit kunnu keypa vørurnar inn fyri. Og vit vita eisini, hvat vit kunnu selja vøruna fyri.
- Spurningurin er so, um vit klára at selja vørurnar bíligari enn tey sum vit kappast við. Megna vit tað, kunnu vit tað sama reka ein handil sum aðrir, greiðir Niels frá.
Við royndum teirra í Eystrasalti hava teir tí vent eyguni ímóti tveimum øðrum londum í Eystur-Europa Rumenien og Bulgarien. Har er ætlanin at reka handlar og hava fastar ognir.
Hesa seinastu tíðina hava teir arbeitt ídnir við at finna fram til hvørji støð og býir ein átti at fara í holt við í Rumenien.
Tá vit hittu Niels á skrivstovu hansara í farnu viku, riggaði hann til at fara eina ferð til Rumenien í hesi vikuni. Miðað verður nevniliga eftir at lata upp ein handil her í november mánaði.
Røttu hølini
Hesin handilin letur upp í býnum Oradea, sum liggur í útnyrðingspartinum av landinum. Hetta er samstundis ein marknaðarbýur við grannalandið Ungarn.
Høvuðsstaðurin Bucarest er eisini ein áhugaverdur býur í hesum sambandi, men trupulleikin er bert hann, at leiguprísirnir har eru sera høgir.
- Tað vísir seg tí at vera trupult at finna tey røttu hølini í hesum býnum beint nú, sigur Niels Stórá.
At tað yvirhøvur ber til at fara undir handilsligt virksemi so langt frá heimlandinum er bert orsakað av einum: Tað veldst alt um fólkið ein hevur rundan um seg.
Men sum skilst á lagnum eru tað júst slík fólk, sum Niels og Jákup hava í sínum hópi!
Spurningur um inntøku
Hesin nýggi handilin í Oradea í Rumenien er kortini ikki fyrsti handilin í hesum partinum av Europa.
Í november mánaði í fjør lótu teir upp fyrsta handilin í Bulgarien. Men hetta verður ikki tann einasti og seinasti.
At teir í fyrstu syftu bert lótu tann eina handilin upp her var mest fyri at fáa nakrar royndir við, hvussu umstøðurnar eru í landinum eru.
- Vit ynsktu m.a. at vita, hvussu tað var at fáa vørurnar avgreiddar í tollinum, hvussu viðurskiftini vóru við flutningi og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri okkum, sigur Niels.
Teir hava stórar ætlanir í hesum økinum, og vænta at hava einar 20 handlar her um eini 4-5 ár.
Í Eystrasalti tað er: Letland, Lithauen og Estland hava teir í løtuni 18 handlar, og tá hetta árið er at enda komið er talið vónandi vorðið enn størri.
- Alt er ein spurningur um inntøku. Ofta er støðan hon, at inntøkurnar eru í høvuðsstaðnum og teimum stóru býunum.
- Skal ein út í provinsina, krevur ein at vera bæði tolin og varin, sigur Niels Stórá.
1 ár gjørdist til 16
Niels Stóra og Jákup á Dul høvdu hitt hvønn annan nakrar ferðir, áðrenn samstarvið teirra millum veruliga byrjaði. Seinni varð Niels so settur í starv her.
At fara til Íslands var kortini ikki ókent fyri Niels. Hann hevði verið har nakrar ferðir í samband við tær kristnu barnalegurnar sum verða fyriskipaðar á einum staði sum eitur Ástjørn.
Her hava fólk frá Brøðrasamkomuni í Føroyum hjálpt til á legunum, m.a. Niels sjálvur og kona hansara, Andrea sum er dóttir Arnstein Niclasen í Havn.
- Vit vóru saman her eini tvey summur, og so avgjørdu vit at flyta til Íslands, fyri líkasum at vita um vit fóru at trívast her.
- Vit ætlaðu bara at vera her í eitt ár, men nú hava vit verið her í samfull 16 ár!, staðfestir Niels.