B68 venjarin hevur sagt upp

Aksel Højgaard hevur tikið á seg at standa fyri venjingini, eftir at Petur Mohr eftir stórtapið ímóti HB gjørdi av at gevast sum venjari á Toftum

B68 VENJARIN

Fyrsta felagið hevur skift venjara í hesum kappingarárinum. Tað er B68, sum hevur fingið nýggjan venjara. 2. hvítusunnukvøld var tað Aksel Højgaard, sum stóð fyri venjingini. Tað skuldi hann eisini gera í gjárkvøldið og tað, sum er eftir av hesi vikuni. Enn er ikki endaliga greitt, um tað verður Aksel Højgaard, sum skal hava ábyrgdina, ella um B68 fer at finna sær annan venjara.
Petur Mohr gav longu í síðstu viku til kennar, at hann ætlaði at leggja frá sær. Eftir ferðina í Gundadali leygardagin tók hann so avgerðina. Eftir fimm tey fyrstu umførini er úrtøkan hjá B68 einki stig og málmunurin 3-17.
Niclas Davidsen, formaður í B68 staðfestir, at Petur Mohr hevur sagt upp, og at Aksel Højgaard hevur tikið á seg at vera venjari. Um talan er um fyribils loysn, ella um hetta verður loysnin fyri restina av kappingarárinum, dugir Niclas Davidsen ikki at siga.
- Vit hava verið nøgdir við arbeiðið, sum Petur Mohr hevur gjørt. Samstundis ásanna vit, at umstøðurnar hava ikki verið tær bestu. Í fjør vunnu vit bronsu. Nú eru vit niðast. Tað kemst fyrst og fremst av, at vit hava mist nógv fólk. Vit hava mist manning til næstan eitt heilt lið. Vit mugu bara staðfesta, at tað higartil ikki hevur eydnast at samanspælt nýggja liðið. Men tað verður arbeitt við tí, og vit vóna, at spælararnir fara at gera sítt ítarsta. Uttan mun til hvør er venjari, so er tað inni á vøllinum, at avrikini skulu fremjast, staðfesir B68 formaðurin.
Aksel Højgaard er rættuliga væl kendur í B68. Hann var millum stuðulsspælararnar og liðformaður á liðnum, sum miðskeiðis í áttati árunum vann FM tvær ferðir. Síðsta ferðin, at hann var á besta liðnum, var í 2001. Higartil í ár hevur Aksel Højgaard havt ábyrgdina av B68 unglingunum. Í fjør hevði hann ábyrgdina av 2. deildarliðnum hjá felagnum.

Hyggja seg um
Eina ferð seinni í summar skal B68 luttaka í UEFA Cup kappingini. Tað sær ikki serliga ljóst út fyri altjóða luttøkuni. Við hesum í huga og ikki minst royndini at yvirliva í bestu deildini er tað upplagt, at B68 fer at styrkja um liðið.
Hvussu er tað við tí?
- Vit hyggja okkum alla tíðina um. Men tað er ikki bara sum at fara til handils. Nú tað er so langt útliðið er tað ivaleyst úr útlandinum, at møguligur styrkur skal fáast. Føroysku spælararnir eru allir upptiknir. Tað er alla tíðina ein spurningur um pengar og ein spurningur, um spælararnir, sum møguliga kunnu koma henda vegin, eru betri enn okkara egnu og harvið kunnu vera við til at lyfta liðnum. Eg havi einki nýtt at siga um nýggjar spælarar uttan tað, at vit hava gjørt avtalu við John Hera Dam, sum hevur spælt hjá okkum seinastu árini, og sum kemur aftur úr Danmark 10. juni, at hann skal venja við okkum, sigur Niclas Davidsen.
B68 hevði leygardagin ein nýggjan mann á liðnum. Talan var um bulgarska álopspælaran Stanislav Stankov. Hvør dugur er í honum sást ikki henda dagin, tí B68 hevði einki álopsspæl.

Hevur gingið væl
Petur Mohr og B68 hava samstarvað í trý ár undan hesum kappingarárinum. Úrslitini hava verið tey somu hvørja ferð. Miðskeiðis í níti árunum vunnu B68 og Petur Mohr tvær ferðir bronsukrónur, umframt at teir eina ferð - einastu ferðina yvirhøvur at B68 hevur verið har - spældu seg í steypafinaluna, har teir taptu ímóti HB. Í fjør var úrtøkan bronsumerkini, eftir at B68 leingi hevði verið við í kappingini um FM heitið.
Meinhardt Dalbúð hevur seinastu tíðina verið hjálparvenjari hjá Peturi Mohr. Tá ið venjarin legði frá sær, fylgdi hjálparvenjarin honum.
Sum nevnt omanfyri so er B68 fyrsta felagið, sum í hesum kappingarárinum skiftir venjara. Í fjør skifti einki felag í 1. deild venjara, meðan tað varð kappast. Tað var rættuliga sjáldsamt sammett við í fyrraárið, tá ið fleiri venjarar fóru úr starvinum.
Fyrsta uppgávan hjá B68, eftir at Petur Mohr er farin úr venjarasessinum, verður nú sunnudagin á heimavølli ímóti VB. Næstu vikuskiftini vera rættuliga avgerandi fyri lagnuna hjá B68. Annað vikuskifti skulu teir á útivølli spæla ímóti ÍF, sum í løtuni er næstniðast, og so skulu teir spæla á útivølli ímóti EBStreymi, sum undan síðsta vikuskifti var næstaftast.