honum stevnu í dag. Adolf situr prúður og vælbygdur frammanfyri skriviborðið í kamari sínum. Hann sær 20 ár yngri úr enn hann í veruleikanum er. Eyguni eru blonk og klárn og hann situr í nýstroknari skjúrtu [...] rin liggur veldugur og vakur í baksýni. Omanfyri er hagi og hurðarnar fara upp, uttan at tú tekur í klinkuna. Alt hetta vælhildna er karmurin kring heimi hjá teim gomlu í Eysturoynni, summi heilt frísk [...] vánaligari heilsu. Inni sita gomul fólk í koyristóli, nosslig og vælpleygað og aftanfyri sjongrar Elis í útvarpinum. Tað er upp undir døgurða og heilivágur verður fyltur upp í gløs. Starvsfólk tita kvikliga aftur
Kvinnan hevði drigist við gallstein í longri tíð. Í november 1999 var hon til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men tá varð avgerð tikin um ikki at skurðviðgera. Í staðin varð hon kallað inn aftur á sjúkrahúsið [...] verða gjørd í staðin fyri at staðfesta, um gall lekur inn í búkholuna, segði Rættslæknaráðið. Fyri familjuna hevði tað týdning, at onkur viðgekk at hava gjørt ein feil. Tey settu seg tí í samband við ein [...] varð síðani at stevna Landssjúkrahúsinum í 2005. Tá hevði málið longu koyrt í fimm ár, men at tað skuldu ganga átta ár aftrat, áðrenn málið endaliga kom fyri í rættinum, muni ikki vara nakran. Men soleiðis
fremmant hús at vera í. Zeljka kom í eina sera trupla støðu. Hon var kroati og hevði familju kroatisku meðni, meðan maðurin var serbi og endaði í serbiska herinum. Beiggi hennara var í kroatiska herinum, [...] Olsen, sum líkasum hevur verið millummaður í hesum málinum um eysturslavonsku flóttafólkini, sum ikki fingu uppihaldsloyvi í Danmark, men lógliga kunnu vera í Føroyum. Ein skúlagenta um átta- tíggju ára [...] kroatiskir hermenn og noyddu allar serbar í Vesturslaovnia at flýggja. Í eina viku flýddu 300.000 fólk. Tey flýddu til Eysturslavonia, greiðir Zeljka frá. Har búðu tey so í sjey ár sum flóttafólk. Einki arbeiði
børnini. Og í práti við teir báðar fryntligu skotarnar gjørdust skjótt greitt, at lívið í Føroyum nú á døgum líktust rættiliga nógv lívinum á bygd í Skotlandi fyrr í tíðini. Og táið teir vóru inni í teimum [...] greiða teir frá, at fyrr í tíðini var tað vanligt at hava hjall í Skotlandi, og tí hildu teir tað verða stuttligt at í Føroyum stóðu hjallar næstan á hvørjum horni. Tað var í bestu lundatíð, at teir komu [...] vælsignað tystur av tí, siga teir, og flenna í kíki. Sjálvur hevði Donald fingið smakk fyri turrum mati í Týsklandi, har hann arbeiddi eitt skifti í sínum ungu døgum. Í Týsklandi hevði hann fingið turt svínakjøt
Maritu Petersen og Henrik Old, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, sum tey bæði søgdu við Sosialin í gjár. ? Við hesum førningi fór eg aftur í fíggjarnevndina og ávirkaði álitið. ? Tað er ikki rætt [...] ikki samdur í, at hann fær størri heimildir. Hinvegin hevur hann fingið nakrar álvarsamar avmarkingar í upphæddini og nakrar knallharðar treytir, sum hann ikki hevur biðið um (broytingar í viðtøkunum) [...] at vera í so varin við útlánum við tí úrsliti, at summar ætlanin ongantíð komu í gongd. Aftan á rokið um hesa konvertering, so mugu vit ganga út frá, at nevndin ikki hevur hug aftur at koma í tingið. Málið
sum stendur í Hvítubók? ? Nei, hvørki annað ella hitt. Eg haldi, sum nevnt, at ov lítil dentur verður lagdur á búskaparvøksturin, sum í veruleikanum er tað, sum skal tryggja menningina í okkara samfelag [...] sett í verk, og sigur, at tað er eitt framúr gott útgangsstøði. ? Tað er eitt stórt »potentiali« í KT vinnuni, og onkur hevur havt tað hugskot frammi, at gera ein stóran granskingar og KT depil í Føroyum [...] Í bløðunum leygardagin gjørdi Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur nakrar viðmerkingar til kunningararbeiðið hjá landsstýrinum í sambandi við Hvítubók. Magni ger vart við, at framløgan av búskaparpartinum
framsýning í hesum høpi. Har vóru røður fluttar fram, men hugur mín og allir tankar fóru á flog og í allar ættir ????????? ????????.. Eg hoyrdi Hugin og Duritu fyri mær. Tey hjá inni Pól Martini í grannahúsinum [...] eydna. Hetta er ikki sum við Kay í Snjódrotningini hjá H.C.Andersen, ið fær trøllasplintur í eyga, so at alt gerst kalt, ljótt og ræðuligt. Hugin fær eitt slíkt huldusplintur í eyga og sál, ið fær bygdina, [...] føroyskur høvundur. Eg vaks til í eini tíð, har vandin fyri atomkríggi var alnærverandi, eg kendi geislavirkið í hvørjari kyknu sum barn, har eg mangan sat og sá út í regnfullar dagar, gjógnum vindeyga
hvussu tað hevði verið, um tað, sum hendir í Danmark, hevði verið hent í Føroyum í dag: Á ellisheimum hava tey eldru verið misrøkt. Eldri fólk verða funnin deyð í síni íbúð eftir hálvum og heilum árum uttan [...] donsku ríkismyndugleikarnar. Eitt annað er okkara búskaparliga framtíð í hesum landi. Vit hoyra nú í ramasta álvara formenninar í størstu andstøðuflokkunum siga, at hetta landsstýrið niðurpínir samfelagið [...] privatar stovnar. Í tí danska matvørustýrinum eru omanfyri 100 milliónir misnýttar. Og so framvegis. Hetta eru trupulleikar, sum flestu lond hava í vesturheiminum. Eg ivist onga løtu í, at danskir politikarar
Í skjótt tvey ár hevur Sverri Nilssen bíða eftir, at ein greið niðurstøða fra Syghusvæsenets Patientklagenævn verður fylgd upp í føroysku skipanini. - Hevði eg verið viðgjørdur í Danmark, hevði eg langt [...] altíð verið ein dugnaligur og arbeiðssamur maður, og hóast hann í dag hevur mist høgra armin er hann farin í gongd aftur við kropsligt arbeiði. Í dag arbeiðir hann sum gartnari. Men hann stríðist við meira [...] Druknar í føroysku skipanini Tá Sundhedsvæsenets Patientklagenævn kemur til eina niðurstøðu í Danmark, er endurgjaldsspurningurin loystur, og málið er avgjørt. Men soleiðis virkar skipanin ikki í Føroyum
evnið, og hósdagin verður skeið í evninum á hotel Føroyum Gloymið ikki hini Atle Dyregrov leggur áherðlsu á, at tað er av alstórum týdningi, at tá eitt barn í einum flokki ella í barnagarði missir, so ræður [...] tilbúgvingarætlan, sum allir skúlar í Noregi hava í dag. Ein tilbúgvingarætlan, sum sigur, hvørjar mannagongdir kunnu ella eiga at verða fylgdar, tá eitt barn á stovni ella í skúla upplivir sorg av einum ella [...] kann skelka tey ella koyra tey í djúpa sorg, er tað av alstórum týdningi, at vaksin lurta eftir teimum og svara teirra spurningum. Tí annars kann hetta fara at seta síni spor í teirra lív framyvir. Og ofta