Í bløðunum leygardagin gjørdi Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur nakrar viðmerkingar til kunningararbeiðið hjá landsstýrinum í sambandi við Hvítubók.
Magni ger vart við, at framløgan av búskaparpartinum av Hvítubók er ikki nøktandi eftir hansara tykki, og hann byggir hetta á, at tað verður gjørt ov lítið við búskaparliga vøksturin í framløguni.
Hesin partur er sera týdningarmikil, sambært Magna Laksafoss, tí, sum hann sigur:
? Tað er búskaparvøksturin, sum skal tryggja framtíðarinntøkurnar, og í grundini er tað búskaparvøksturin, sum skal bera fullveldi, sigur Magni Laksafoss.
Men er tað ikki nokk so vandamikið, at ein av teimum, sum hevur verið við til at gera búskaparpartin í Hvítubók fer út og ger viðmerkingar til innihaldi og framløguna?
Tað heldur Magni Laksafoss ikki.
Hansara meting er, at tað verður brúkt ov nógv orka upp á at ríkisveitingarnar og hvussu vit fáa tær burtur. Tað verður brúkt ov nógv orka til at staðfesta, at ríkisveitingin er skaðilig, men samstundis verður einki sagt um hvat møguliga skal koma í staðin fyri hana, ella hvat møguliga hendir, um einki kemur ístaðin. Vit tosa um deyð ting, sum eitt nú ein búskapargrunn, men ov lítið um gransking og nýggjar vinnur, heldur Magni.
? Eg haldi, at vit skylda fólki at siga teimum, at kemur einki ístaðin fyri ríkisveitingina, so fellur livistøðið, sigur hann..
Eisini fyrimunir
við ríkisveiting
Eitt annað, sum Magni vil hava inn í kjaki um er hvørt ríkisveitingin er »skaðilig«.
? Vit tosað um tað fyribrigdið, sum vit kallað »Hálendsku sjúkuna«. Men er tað tí at peningur kemur inn í samfelagið ella hvat er tað? Tað er ikki staðfest, men av tí at man kallar tað sjúka, so verður tað viðgjørt sum ein slík, og tað er ein spurningur um hvussu rætt tað er, sigur Magni Laksafoss.
Hann heldur at tað skuldi itið fyribrigdið, tí tað er ein staðfestur veruleiki, at nakað hendir við búskapinum, tá peningur kemur inn í samfelagið, uttan at nakað verður »gjørt« fyri peningin.
Men hann setir framhaldandi spurnartekin við, um tað bara er tann skeiva vegin hesin peningur ávirkar.
? Ríkisveitingin hevur tryggjað okkum tað samfelag, sum vit eru ein partur av í dag. Tað haldi eg ikki er skaðiligt, sigur Magni Laksafoss.
? Eg haldi heldur ikki, at tað er skaðiligt, at vit hava lágan skatt, sigur Magni og leggur afturat, at ein av orsøkunum til at vit hava so »lágan« skatt er ríkisveitingin.
Hann vil kortini ikki endurgevast fyri at siga, at hann er ímóti at ríkisveitingin fellur burtur.
? Nei, eg sigi ikki, at ríkisveitingin ikki skal burtur, og eg sigi heldur ikki, at vit fáa tað verri. Hyggur mann eftir myndini í greinini, sum vísir gongdina í búskapinum nú og tá ríkisveitingin fellur burtur, so sær mann, at búskapurin ikki verður verri fyri eftir tillagingina, so tað at eg geri vart við hetta, merkir ikki, at eg eri ímóti at ríkisveitingin fellur burtur, sigur Magni.
Skatturin upp
og lønin niður
Hetta heldur Magni Laksafoss kemur ikki nóg greitt fram í framløguni av Hvítubók. Hann heldur ikki, at tað verður lagdur nóg stórur dentur á at siga fólki hvat tað inniber, at blokkurin skal minkast um ikki okkurt annað kemur í staðin.
Millum annað fílist hann á, at tað ongantíð verður sagt í sambandi við framløguna, at tað er ein vandi fyri at skatturin fer at hækkað tá blokkurin verður lækkaður, og tað verður heldur ikki tosað um, at lønirnar fara at lækka. Treyta av at vit einki annað seta ístaðin, sigur hann.
? Eg haldi tað er ein trupulleiki, at tað verður lagdur stórur dentur á tey negativu árinini, sum blokkurin hevur, uttan at taka tað upp, sum skal koma ístaðin, og uttan at siga fólki, at tað kemur at ávirka tey at ríkisveitingin fer at minka, leggur Magni afturat.
? Eg sigi ikki., at lønin fer niður á 20 prosent og skatturin upp á 80 prosent, men broytingar koma í, og tað eigur eisini at koma fram, leggur Magni afturat.
Framtíðarvinnurnar
Men hvat er tað, so heilt einfalt, sum Magni vil røkka við greinini leygardagin. Er tað at sáa iva um tað, sum í Hvítubók stendur, ella at halda sín egna rygg frían, fyri einum parti av tí, sum stendur í Hvítubók?
? Nei, hvørki annað ella hitt. Eg haldi, sum nevnt, at ov lítil dentur verður lagdur á búskaparvøksturin, sum í veruleikanum er tað, sum skal tryggja menningina í okkara samfelag frameftir. Vit hava brúkt nógvar av okkara møguleikum, men ikki teir allar, og eg kundi hugsað mær at bent kjakinum tann vegin, so vit finna út av hvar møguleikarnir eru, sigur hann.
Magni vísir á kanningararbeiðið, sum Vinnumálastýrið hevur sett í verk, og sigur, at tað er eitt framúr gott útgangsstøði.
? Tað er eitt stórt »potentiali« í KT vinnuni, og onkur hevur havt tað hugskot frammi, at gera ein stóran granskingar og KT depil í Føroyum. Tað er eitt gott ítøkiligt uppskot, sum kann vera við til at tryggja, at búskaparvøksturin verður tey 2 prosentini, sum sambært Hvítubók eru neyðug fyri at skapa grundarlag fyri niðurskurðinum í ríkisveitingini, sigur Magni Laksafoss.
Hann vísir eisini á tann veruleika, at tað eigur at bera til, at skapa grundarlag fyri búskaparvøkstri við eitt nú at fara undir miðvíst góðskingararbeiði í fiskivinnuni, tí tað er nakað, sum hevur ligið og liggur á láni. Men tað merkir ikki, at politikarar ella búskaparfrøðingar skulu fara inn og siga vinnuni hvat hon skal gera. Tað sum Magni vil hava er, at politikararnir skapa grundarlag fyri gransking í hvussu vit fáa meira burtur úr okkara tilfeingi.
? Eg rokni ikki við, at vit fáa nógv størri nøgdir upp á land enn vit fáa nú, og tí mugu vit arbeiða við at fáa meira burtur úr tí vit fáa upp á land. Tað sama eiga vit at gera við alivinnuna, sum eisini hevur vakstrarmøguleikar í sær, men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu kannað teir »vakstrarmøguleikar«, sum liggja í teimum ymsu vinnugreinunum, so samfelagið kann fáa gagn av teimum.
? Eg haldi, at tað er eitt gott hugskot við einum grunni, sum tað verður nevnt í búskaparpartinum av Hvítubók, men grunnurin nyttar einki einsamallur, sigur Magni.