Í skjótt tvey ár hevur Sverri Nilssen bíða eftir, at ein greið niðurstøða fra Syghusvæsenets Patientklagenævn verður fylgd upp í føroysku skipanini.
- Hevði eg verið viðgjørdur í Danmark, hevði eg langt síðani fingið endurgjald og læknin fingið eina átalu. Men í Føroyum hendir einki. Eg misti ein arm, tí ein lækni feilaði, men tað fær ongar avleiðingar, sigur Sverri Nilssen av Tvøroyri.
Hann misti ein arm, tí ein lækni á Suðuroyðar Sjúkrahúsið ikki gav honum tað viðger, sum ein lækni eigur at geva.
Sverri Nilssen hevur altíð verið ein dugnaligur og arbeiðssamur maður, og hóast hann í dag hevur mist høgra armin er hann farin í gongd aftur við kropsligt arbeiði. Í dag arbeiðir hann sum gartnari.
Men hann stríðist við meira enn bara ein manglandi arm. Tí greiða niðurstøðan frá donsku sjúklingakærunevndini fær ongar avleiðingar. Og Sverri Nilssen óttast, at mál hansara verður fyrnað, áðrenn nakað hendir.
- Og hetta snýr seg ikki bara um meg. Tá skipanin verjir síni egnu á henda hátt, kann mann ikki annað enn koma til tað niðurstøðu, at sjúkrahúsið ikki vil læra av feilum, sigur Sverri Nilssen.
Sjúkrasøgan í stuttum
Sverri Nilssen fekk tikið knútar úr arminum fýra ferðir millum august 2001 og november 2003. Tvær ferðir vóru ongar eftirkanningar gjørdar, og hetta var ikki rætt atborið. Niðurstøðan í samband við kanningina eftir fjórðu skurðviðgerðina í november 2003, staðfesti, at talan kundi vera um bindivevsknúta, men at tað eisini kundi vera óndartaður krabbameinsknútur.
Mælt varð frá at skurðviðgera umaftur, tí slíkur knútur sjálvdan kom aftur, og mælt varð eisini til, at sjúklingurin skuldi ganga til regluligt eftirlit fyri at hava eyguni við broytingum.
Trupuleikin við viðmælinum frá danska kanningarstovninum, var at Sverri Nilssen longu fleiri ferðir hevði havt knútar í arminum, og tí var talan um nakað afturvendandi. Læknin gjørdi einki fyri at kunna um hetta. Og tað átti hann at gjørt, soleiðis at tilmæli kundi vera í samsvar við veruleikan.
Síðani gekk tað meira enn eitt ár, áðrenn Sverri Nilssen slapp til kanningar aftur. Hetta árið var hann fleiri ferðir hjá lækna, tí hann var so ringur í pínu, men hann slapp ikki framat,
Tá hann so slapp til kanningar í desember 2004 – meira enn eitt ár eftir seinastu viðgerðina - var støðan so hættislig, at armurin mátti takast.
Greið niðurstøða: Feilur
Tá hann kemur niður á Ríkissjúkrahúsið at taka armin, fær hann beinanvegin at vita, at ein feilur er gjørdur, og at hann eigur at klaga.
- Men eg orkaði ikki at klaga beinanvegin. Støðan var nóg tung sum eg var í, og eg orkaði ikki at stríðast fyri nøkrum tá. Men tá eg var niðri til eftirkanning nakrar mánaðar seinni, sendi eg klaguna til Sundhedsvæsenets Patientklagenævn.
Kærunevndin brúkar vanliga upp til eitt ár at viðgera slíkar klagur, men sakin hjá Sverra Nilssen var so greið, at tað tók nevndini bara fimm mánaðar at geva honum fult viðhald. Allir fimm limir í nevndini vóru samdir um niðurstøðuna.
Niðurstøðan er, at læknin hevur gjørt ein greiðan feil, tí niðurstøðan hjá patologinum er, at um hetta er afturvendandi trupulleika er støðan ein onnur, og hjá Sverra Nilssen var júst talan um ein afturvendandi trupulleika.
Tí átti læknin at kunnað patologin um støðuna og biðið um eina nýggja niðurstøðu, umframt at sjúklingurin átti at verið innkallaður til skjótari eftirkanning.
Druknar í føroysku skipanini
Tá Sundhedsvæsenets Patientklagenævn kemur til eina niðurstøðu í Danmark, er endurgjaldsspurningurin loystur, og málið er avgjørt. Men soleiðis virkar skipanin ikki í Føroyum
Eftir at hava fingið niðurstøðuna, fer Sverri Nilssen til føroyskan advokat við tí, og hesin sigur, at teir skulu samskifta við Suðuroyar Sjúkrahús. Hetta er í januar 2006, ella skjótt tvey ár síðani. Men enn hevur Suðuroyar Sjúkrahús ikki vilja gjørt nakað við niðurstøðuna. Sverri Nilssen hevur hvørki fingið eitt umskylda ella nakað endurgjald. Og læknin, sum viðgjørdi hann, sum er yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur ikki fingið nakra átalu.
- Mín kensla er, at onkur bara vil hava hetta gloymt, og at tey royna at draga hetta út so leingi sum møguligt, sigur Sverri Nilssen, sum eisini óttast, at hann knappliga fær at vita, at nú er málið fyrnað, og nú er einki at gera.
- Tað er tungt bara at bíða og bíða, tá niðurstøðan er so greið. Í Danmark hevði hetta málið langt síðani verið avgreitt, slær hann fast.
Nøgdsemiskanning á Hotel Tórshavn
Fyri Sverra Nilssen hevur tað ikki stórst týdning, at hann sjálvur fær endurgjald og læknin átalu, hóast tað eftir hansara tykkið átti at verið sjálvsagt. Tað týdningarmesta er, at hetta ikki hendir aftur. Hesuferð kostaði tað ein arm. Eina aðru ferð kann tað kosta lív.
- Men tá skipanin verjir sínu egnu í so stóran mun, sum henda tilgongdin vísir, so kann eg ikki annað enn óttast, at eingin áhugi er at læra av feilum, sigur hann.
Sverri Nilssen búði á Hotel Tórshavn, tá hann var niðri, og har fekk hann nógvar vinir og hoyrdu nógvar óhugnaligur søgur um feilviðgerðir í Føroyum. Nógv av hesum vinfólkum eru deyð í dag.
- Høvdu tey gjørt eina kanning um nøgdsemi við føroyska sjúkrahúsverkið millum sjúklingar á Hotel Tórshavn, so høvdu tølini ikki verið so ljósareyð, heldur Sverri Nilssen. Hann sigur, at tað sum hevur skakað hann mest í hesari søk, er hvussu kalt og kyniskt sjúkrahúsið og læknin púrasta nokta at viðurkenna nakað sum helst.
- Um eg so endaði undir grønu torvu av hesum, høvdu teir framvegis einki angra, sigur hann.
Frágreiðing um niðurstøðuna á www.pkn.dk:
Nævnet fandt grundlag for kritik af overlægen, idet nævnet lagde vægt på, at overlægen var bekendt med, at patienten tidligere havde fået fjernet en svulst på armen, og at der var kommet nye knuder.
Videre kunne mikroskopisvar ikke udelukke ondartede forhold. Nævndet lagde videre vægt på, at der ikke tidligere havde været foretaget mikroskopi af det fjernede væv, og disse forhold burde samlet havde fået overlægen til at foretage efterfølgende kontrol af patienten.
Síðsti setningur í niðurstøðuni:
Samlet finder nævnet således, at overlæge X har handlet under normen for almendelig anerkendt faglig standard ved sin behandling af Sverri Nielsen på baggrund af mikroskopisvaret af den 27. novemeber 2003.