hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga [...] hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi [...] Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki
Poli læði blídliga sum vanligt og segði: ”Trýrt tú at eg doyggi, fyrrenn tíð mín er komin? Hevur Harrin ætlað mær at doyggja, so doyggi eg, um tað er í túninum her”. Við góðum treysti fór hann avstað og [...] frá mær.” Ja, soleiðis skrivar P. M. Dam privat til mín; men eg lati hesi orð fara framvið fyri lesararnar; tí tað sama siga øll tey, sum eg havi hitt í hesum tungu døgum. Stórt og tapið og saknið. Vit lýsa [...] í 2005 og aftur seinni, so nú havi eg fingið eitt normalt forhold til at fara út aftur í Porkerisnes. Ein góðan dag har úti fingu stundir at síggja, hvussu vakurt har er. Tá varnaðust vit eisini, hvussu
inntrykkið, sum eg fekk av hesum manni, hesa løtuna eg sæt og tosaði við hann og dótturina Jenny. Eg segði við hann, at tá ein er vorðin so gamal sum tygum eru, so veit ein, at Jesus er ógvuliga nær. Tá [...] ikki at fáa greinina í nakað blað tá, men nú havi eg fingið sosialin at endurgeva greinina í óbroyttum líki, hóast maðurin ikki longur er ímillum okkara. Eg fari at biða lesaran bera yvir við mær, men nú [...] Jóhannes. Eg eri sera glaður um, at eg kom at kenna Jóhannes, áðrenn hann fór her frá, og tað var í evstu løtu, tí eg meti, at ein slíkur maður hevur so nógv at læra okkum yngru. Sjálvur kenni eg tað soleiðis
“Tá ið nú túrurin er av kann eg gera eina niðurstøðu um hesa vanlukku. Nú er tað so, at eg havi siglt við skipum, har seglini vóru álitið, hóast skipini høvdu ein lítlan hjálpimotor. Eg kenni nakað til havøkið [...] um. Eg havi fingið mínar dreingjadreymar til veruleika. Eg havi nørt um ogn okkara og kann røkja hana sjálvur. Eg koyri í egnum bili. Dreymurin um bát og neyst varð eisini verunleiki. Sjálvt um eg bleiv [...] skaldinum: Tøkk havi Gud fyri lívið. Tú eina kann veita mær styrki.” Vakrari kann tað ikki sigast. Anna hevur verið John ein góður stuðul øll hesi árini eins og John eisini hevur verið góður stuðul hjá
hvønn annan hevur óivað verið eitt fornuftspartí. Hvat tað tó var hugnaligt at síggja Djurhuus ganga og spáka í sínum rotuskóm. Eg minnist hann einans í posatroyggju og rotuskóm, og eg hugsi, at tað var sera [...] slag av bakkilsi mundi tað vera. Tað vísti seg, at tað vóru bananir. Hanus Kamban, sum er kelda til hendan partin av hesi frásøgn, heldur, at hetta umhvørvið hevur merkt samleikan hjá teimum, sum slitu sínar [...] av blaktrandi seglum og tevinum av tjørubræddum borðum. Petur Alberg greiðir frá Framhaldið av hesi grein er frásøgn dagfest 18.10.1923, sum finst í skjalasavninum hjá Petur Alberg. Petur var granni til
at kappast. Men hjá mannfólkunum er tað knívskorðið. - Tað er sama skilið í Vági. Har eru tað eisini genturnar, sum rógva kapp. Vágbingurin venur norðanfjørðs. Eg havi skilt, at tríggir vágbingar, sum [...] pláss, og tað halda vit okkum hava. Tað er Súnhild Holm, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum greiðir soleiðis frá. Hon hevur verið formaður seinastu fýra árini. Í 1989 var hon partur av Firvalda manningini [...] Suðuroyar. - Tá ið eg hoyrdi lýsing í útvarpinum, sum segði, at boðað varð til fundar í róðrarfelagnum her suðuri við tí dagsskrá at avtaka felagið, helt eg, at tað kundi ikki vera rætt. Eg hevði einki ímóti
Petersen at vit hava fingið. Eg haldi, at yvirhøvur hava vit fingið eina góða avtalu. Men so má eg leggja afturat, at avtalan er heldur ikki betri, enn eg hevði roknað við. Tí er hon als ikki samd við teimum [...] vit fáa oljuinntøkur tey komandu 20 árini. Eg kundi tó hugsað mær, at hetta talið varð 1 milliard. Tí so hevði afturgjaldstíðin ikki verið so long og tung. Men tað er sjálvandi, ein spurningur um, hvussu [...] týdning fyri føroyska samfelagið. Tað haldi eg fyri meg sjálva, tí tað kann ikki brúkast til nakað. Sovorðið luksus kann eg ikki loyva mær sigur hon. Men eg má kortini viðganga, at tað nívir meg, at hin
fyridømi, men eg má leggja afturat, at Arnold hevur verið tær ein góður stuðul øll hesi ár í hesi gongd, og hetta er fyrimyndarligt. Ja, sekstifimm ár eru farin í tíðarinnar hav. Hetta er ikki smávegis [...] og abbi var av Hellunum. Hetta er ein partur av uppruna okkara. Seks ár eru millum okkum bæði. Í barnaárunum er hetta nógv, men tá ið komið er upp í vaksnamannaliðið, er javnvág komin í. Tá eru t. d. [...] smávegis, og havi eg bara nomið við okkurt hissini, sum rann mær til hugs í kurvastólinum, nú tú rundar hesi ár. Okkurt annað kundi verið nomið við, men hetta bleiv so tað. Hjartaliga til lukku við sekstifimm
har eg gekk í 3. flokki í einum skúla, sum lá til Øster Søgades gymnasium. Komin til Havnar fór eg í fyrireikingarflokkin í millum- og realskúlanum, har eg gekk skúlaárið 1929-30. Síðan gekk eg í millumskúlan [...] liva eftir er fostursystirin Asta í kioskini á Vaglinum, og Atlanta, sum hevur verið sjúkrasystir í eitt mannaminni. Hans var eisini framvið kioskini á Vaglinum og fekk heilsa uppá Astu. Hans er nú 88 ára [...] ára gamal, men hann er rættuliga væl fyri, hóast gongulagið ikki er tað besta. Hann dugur væl at greiða frá sínum barndómi í Havn. Á einum øki hevur hann so verið øðrvísi fyri enn hini børnini. Hann búði
tað vóru ikki so nógvar dagar, eg forsømdi. Pápi orðaði við Danbjørg, um tað var í lagi, at eg fór, og tað var tað eisini. Pabba hevði verið á útróðri dagin fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir vóru fimm [...] minni enn 10-15 pund hvør. Pápabeiggi mín merkti hvønn fisk, sum eg fekk, so eg ikki skuldi fáa meira burtur úr, enn eg gjørdi nyttu fyri. Men eg fekk tað sama sum hinir, og úrtøkan henda dagin var nóg mikið [...] Petur eru fyrrverandi skúladreingir mínir, so eg kundi havt nógv at sagt um teir, men tað rúmast ikki í eini lítlari blaðgrein. Eg vil bara siga, at eg havi alt gott at minnast á teir bæði sum børn og