Nú sær svart út hjá teimum 15 lemmatrolarunum í føroyska fiskiflotanum.
Landsstýrið ætlar, at teir skulu upp í fiskidagaskipanina eins og restin av flotanum, sum fiskar undir Føroyum.
Men eftir uppskotinum, sum fyriliggur í løtuni, fara teir at fáa alt ov fáar fiskidagar til at teir kunnu yvirliva.
Tað er eitt gamalt ynski hjá fiskivinnuumsitingini í landsstýrinum, at lemmatrolararnir eisini koma upp í fiskidagaskipanina, men higartil er onki hent.
Men aftur í ár hevur fiskimálastýrið biðið Skipanarnevndina gera eitt uppskot um, hvussu teir stóru djúpvatnstrolararnir kunnu koma upp í skipanina.
Eftir uppskotinum hjá Skipanarnevndini, fáa lemmatrolararnir ikki meiri enn 1.278 dagar tilsamans á teimum innaru leiðunum.
Tað gevur ikki meiri enn 85 dagar í part.
Men fara teir útum, fáa teir tríggjar dagar uttanfyri, fyri hvønn dag teir annars kundu havt fiska innanfyri.
Sostatt kunnu djúpvatnstrolararnir fiska í mesta lagi einar 255 dagar, um teir brúka allar dagarnar á ytru leiðunum.
Sinnaðir at tosa
Hetta er ikki nógv mikið til, at trolararnir kunnu klára seg, tí vanliga eru teir minst 300 dagar í sjónum um árið, sigur Bogi Mortensen, sum er skrivari í felagnum hjá lemmatrolarunum.
Hann vísur eisini á, at tað ber ikki til at brúka allar dagarnar á ytru leiðunum.
?Fiskiskapurin djúpvatnstrolarunum er einaferð so, at teir mugu innum viðhvørt, eitt nú eftir upsa um næturnar.
? Harafturat er kongafiskurin so, at hann flytir seg nógv, alt eftir, hvussu hitin er í sjónum, so av og á mugu trolararnir inn um fyri yvirhøvur at kunna fiska kongafisk.
? Tí er tað avgjørt neyðugt, at trolararnir eisini fáa fiskidagar á innaru leiðunum, sigur Bogi Mortensen.
Hann sigur, at felagið hjá lemmatrolarunum nú fer at biðja fiskimálastýrið um fund, har teir vóna, at tað ber til hjá landsstýrismanninum sjálvum at vera við, so teir fáa greitt honum frá støðuni.
Hann sigur, at felagið fer eisini at leggja nøkur hugskot fyri fiskimálastýrið um, hvussu fiskiskapurin hjá lemmatrolarunum kann verða skipaður.
Hann vil ikki útgreinað, hvat teir hugsað um, fyrrenn tað er lagt fyri Fiskimálastýrið.
Men hann sigur, at teir eru sinnaðir til eitt positivt og sakligt kjak um at broyta viðurskiftini, men at tað verður gjørt upp á ein máta, sum ger, at bátarnir kunnu yirliva.
Trongist saman um
Bogi Mortensen heldur nevniliga, at lemmatrolararnir hava stóran, samfelagsbúskaparligan týdning.
?Støðan hjá hesum bátunum er tann, at teir kunnu fiska alt tað, sum hinir trolararnir kunnu fiska. Men hinir trolararnir kunnu ikki fiska tað, sum lemmatrolararnir kunnu.
? Sostatt eru lemmatrolararnir einasti møguleiki, vit yvirhøvur hava til at fiska fiskin, sum er á djúpum vatni, og tað hevði verið eitt samfelagsligt bakkast ikki at fingið hann til høldar.
Ikki minst hava hesir trolararnir ovurhonds stóran týdning fyri Suðuroynna, har teir flestu av teimum eru skrásettir, og har at kalla øll fiskivinna á landi er lagað til hetta slagið av fiskiskapi.
? So ein og hvør minking av flotanum er eitt álvarsligt bakkast, ikki minst fyri Suðuroynna.
Men Bogi Mortensen sigur, at fáa trolararnir ikki fleiri dagar, enn uppskot nú eru um, verður tað ein álvarsamur trupulleiki, tí teir koma ikki at klára seg.
? Verður tað kortini sett í verk, er bara at staðfesta, at møguleikarnir hjá hesum skipunum eru versnaðir enn einaferð.
? Hesir trolararnir hava hvat eina umskiftiliga lagnu.
? Íøgustuðulin reyk. Og teir hava havt hjáveiðiprosent av toski og hýsu
? So fingu teir hjáveiðikvotu upp á 200 tons av toski og 200 tons av hýsu í part um árið og tað var ein nøktandi skipan.
? Men hendan kvotan varð brádliga skorin niður í helvt og tað hevur verið ein stórur trupulleiki, tí tað hevur ført við sær, at trolararnir hava verið noyddur at rýma undan rokfiskiskapi eftir upsa av tí, at ov nógvur toskur hevur verið uppi í.
? Hetta hevur darvað rakstrinum øgiliga nógv og tað var eitt sindur hugstoytt at verða skorin 50% í einum høggi.
? Og nú heldur fiskimálastýrið enntá, at hendan hjáveiðikvotan uppá 100 tons av tosk og 100 tons av hýsu um árið, er ov høg, so tað er trupult at vita, hvat tað endar við.
Bogi Mortensen minnir eisini á, at allur hesin niðurskurðurin hendur, samstundis sum rakstrarútreiðslurnar eru avbera høgar, tí oljan er blivin so dýr.
? Og samstundis eru trolararnir útihystir nógva staðni har teir plagdu at fiska, tí leiðirnar eru avbyrgdar av gørnum.
Eitt endamál hjá fiskimálastýrinum við at fáa lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina, er hesin flotin hevur ikki lagað seg til tilfeingið undir Føroyum?
? Tað haldi eg ikki er rætt, tí hyggja vit eftir, hvussu nógv, teir ymsu skipabólkarnir eru minkaðir í prosentum, standa lemmatrolarnir neyvan langt aftanfyri aðrar bólkar.
? Eg haldi eisini, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit varðveita hendan flotan, fyri at fáa fiska tað, sum er á djúpum vatni, sigur Bogi Mortenssen.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.
Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.
Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.
Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard