mælt til, at RSF, Vørn og róðrarfeløg funnu saman, so at arbeiðið við at menna trygdina í føroyskum kappróðri verður framt sum best, øllum at gagni, skrivar felagið. Umframt hetta verður skrivað, at Róðrarfelagið [...] nýttir nógvastaðni, ikki verða mettir at vera nóg tryggir av fakfólki, m.a. tí at teir eru soleiðis innrættaðir, at andlitið á rógvaranum kemur at venda niður í sjógvin, tá ið teir blásast upp. Tí skiftu [...] tíggjumannafarinum Orminum Langa, noktaði at rinda eina bót, sum teir fingu fyri at ikki nýta bjargingarvest í bátinum. Í hesum sambandi hevur kappróðrarmanningin sagt, at teir halda ikki bjargingarvestarnir
tíðliga, at hann var ikki áhugaður í at stríðast fyri at vinna. Málið var at vinna eitt hálvt stig og so at vinna HM í umtalvunum mikudagin. Ásetingarnar siga, at tað er ikki fyrr enn eftir 30 leikir, at tað [...] verður funnið fram til, hvør skal velja litin at telva við. Treytirnar eru tær, at hvítur fær fimm minuttir og svartur fýra minuttir. Treytirnar hjá hvítum eru, at talvið skal vinnast, um meistaraheitið skal [...] veruleiki. Hjá svørtum verður tað nóg mikið við remis fyri at vinna HM. Tað kann tykjast óvirðiligt at avgera HM heitið á henda hátt, tá havt verður í huga, at teir hesar seinastu dagarnar hava brúkt 8-9 tímar
í barnagarði, tó at hetta er eitt øki, sum kommunurnar sjálvar umsita. Kringvarpsgjaldið vendir nú rættari, tí at tað er tengt at vaksnum persónum í einum húsarhaldi. Hetta merkir, at har ein vaksin er [...] merkir, at hon fær 23 túsund skattafríar krónur fleiri at liva fyri um árið. Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur hækkar komandi ár. Og í fleiri kommunum er tað nú munandi bíligari at hava børn [...] í øllum førum hjá undirritaðu, hóast eg eri langt frá at vera í fátækraváða. Tað longra og drúgvara takið Arbeiðið at geva fólki umstøður til at koma úr fátækradømi er eisini eitt arbeiði, sum tekur tíð
umstøðum sigur hann, at hann ætlar sær at føra ein konstruktivan andstøðupolitikk. – Eg havi sagt alla tíðina síðani eg stillaði upp, at eg stillaði upp fyri Tvøroyri, og tí ætli eg mær eisini at taka undir við [...] sostatt er hann floksfelagi hjá Boga Johannesen. Bogi Johannesen sigur, at hinvegin er alt, ið talar fyri, at hann fer at skjóta upp, at Anita Vibergsdóttir verður borgarstjóri. Anita Vibergsdóttir er vald [...] til, er, at tá ið nývalda býráðið á Tvøroyri varð kallað saman í gjárkvøldið at skipa seg, møttu tey trý umboðini fyri Javnaðarflokkin, ikki upp. – Eg fekk fundarboð klokkan 19 týskvøldið um at møta á
við, at meðan hann væntaði, at danin fór at hava rúsevni við sær, so hevði hann á ongan hátt eggjað honum til tað. Danin greiddi hinvegin frá, at uttan ákærda hevði tað verið ómøguligt hjá honum at sloppið [...] fekk burtur úr at fjastast ov nógv við rúsevnum. Maðurin møtti í farnu viku í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava háða eina løgreglukvinnu, at hava havt hassjplantur heima við hús og fyri at hava biðið ein [...] inn at sita ein dóm, men møtti ikki upp. Tí varð løgreglan boðsend at handtaka hann og føra hann í geglið og fáa hann inn at sita. Løgreglan fann mannin í einum húsum vesturi í Vágunum og eftir at hava
fløgu, sum kemur út í oktober. At koma til Føroya sær Rasmus sum ein stóran framíhjárætt, og sigur hann, at tað ikki var ein torfør avgerð at taka at koma higar. - Eg haldi, at eg skyldi føroyingum eina konsert [...] skulu ikki vænta at fara skuffað heimaftur. - Eg ætli mær at geva meg 100% og at syngja frá hjartanum. So væntandi og vónandi verður tað ein góð konsert, sigur Rasmus. - Føroyingar duga væl at syngja, so eg [...] eg vóni, at nógv fara at syngja við og veruliga vísa mær, at tey duga at syngja. Rasmus Seebach hevur gjørt tónleik í mong ár. Fyrr hevur hann gjørt tónleik fyri onnur so sum Natascha og Jokeren. Tað er
farnu vikurnar, at ein longdur flogvøllur fer at kollvelta flúgvingina radikalt. M.a. hevur verið sagt, at vit mugu fara undir at dagføra Vága Floghavn við tí grundgevingin, at tað fer at geva betri trygd [...] Vit lenda bara, tá tað er trygt at lenda. Og um so var, at trygdin ikki var í lagi, eiga allar útbyggingar at verða steðgaðar beinanvegin. Tí vit kunnu ikki rokna við, at ein longri vøllur hevur við sær [...] hava verið fram. Tí við støði í okkara royndum mugu vit siga, at vit duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva betur trygd og reglusemi. Vinarliga Flogskiparafelag Føroya
Herfyri samtykti løgtingið at taka undir við at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20% og heitt varð á landsstýrið um at fáa hetta við í avtalu, sum skal gerast í Keypmannahavn. Nú ger [...] hvat hann tosar um, sigur, at samanborið við útlátini frá oljuleiðum á okkara leiðum kann roknast við, at møgulig olju/gass-framleiðsla frá eini oljuleið í okkara sjóøki fer at hava árligt útlát uppá uml [...] tí , um landsstýriskvinnan fer at fylgja einvegis løgtingsamtyktini viðv. uppskotinum til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum? Hann vil eisini hava at vita, hvussu avtaluteksturin
Olsen væl at síggja fyrimunirnar í at samansjóða umsitingina hjá Taks fyri at rationalisera. Men í hesum sambandi gevur hann málinum eina heilt nýggja vend. - Skal Taks samskipast er tað ikki rætt at flyta [...] Hann sigur, at skulu broytingar gerast á Taks, er tað als ikki óhugsandi, at hetta verður kravið frá Sambandsflokkinum Ódámlig samanblanding Kortini heldur Alfred Olsen, at spurningurin um at gera broytingar [...] hevur fyrr verðið tosað um at leggja Taks í Saltangará og Klaksvík saman í ein stovn fyri at rationalisera. Men nú eru ábendingar um, at tað endamálið er farið aftur um og at talan nú er um eitt samanspæl
fingið ella vóru ávegis móti eini góðkenning. Hann segði, at felagið valdi at brúka góðkenningarskipanina MSC. - Fyri at spara tíð valdu vit ikki at bjóða góðkenningina út millum fleiri góðkenningarfeløg [...] Nótaskip, segði, at tilgongdin at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli hjá limum felagsins góðkendan, byrjaði so smátt fyri einum ári síðan. - Tá fingu reiðarí signalir frá keyparum um, at um vit ikki [...] umhvørvisgóðkendan, fóru vit at fáa trupulleikar. Tað var kanska serliga Arni Hansen og reiðaríið hjá Finni Fríða, sum strongdu á. Stjórin vísti á, at í pelagisku vinnuni er tað so, at eitt lítið sindur hvønn