- Eg taki ikki undir við ætlanini, at flyta Taks úr Saltangará til Havnar. Ístaðin fyri eigur Taks í Havn at flytast til Saltanará.
Tað staðfestir Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi.
Tað kom ordiligur røringur í, tá ið vit í Sosialurin fríggjadagin greiddi frá eini ætlan hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum um at lata deildina hjá Taks í Saltangará aftur og flyta hana til Klaksvíkar.
Eini 20 fólk arbeiða hjá Taks í Saltangará og ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at rationalisera alt norðurøkið hjá Taks í eini felags umsiting í Klaksvík.
Hetta hevur elvt til órógv hjá politikarum rundan um Skálafjørð og tað er í øllum førum greitt, at Jóannes Eidesgaard skal brynja seg til politiskan bardaga fyri at fáa hesa ætlanina ígjøgnum.
Tað eru nevniliga ikki allir tinglimir í samgonguni, sum taka undir við ætlanini.
Ein av teimum er Alfred Olsen, sum heldur, at tað er undarligt at frætta um eina slíka ætlan í Sosialinum.
- Hetta kemur óvart á meg tí málið er ikki viðgjørt í samgonguni yvirhøvur og tað er heldur ikki viðgjørt í landsstýrinum.
Og formaðurin fyri Sambandsflokkin á tingi ger púra greitt, at hann er ímóti ætlanini.
Men um Sambandsflokkurin beinleiðis fer at blokera fyri ætlanini í samgonguni, dugir hann kortini ikki at siga í løtuni, tí flokkurin hevur ikki tosað um málið.
Flyta Taks úr Havn
Hinvegin dugir Alfred Olsen væl at síggja fyrimunirnar í at samansjóða umsitingina hjá Taks fyri at rationalisera.
Men í hesum sambandi gevur hann málinum eina heilt nýggja vend.
- Skal Taks samskipast er tað ikki rætt at flyta deildina í Saltangará til Klaksvíkar. Tað einasta rætta er at flyta Taks úr Havnini og úr Klaksvík til Saltangará og skipa allan stovnin í eini felags umsiting í miðdeplinum í Eysturoynni.
- Tá ið Eysturoyartunnilin er komin um nøkur fá ár, verða tað bara nakrir heilt fáir minuttir úr Havn inn til Saltangará, so her liggur stovnurin sera væl fyri, heldur Alfred Olsen.
Hann sigur, at skulu broytingar gerast á Taks, er tað als ikki óhugsandi, at hetta verður kravið frá Sambandsflokkinum
Ódámlig samanblanding
Kortini heldur Alfred Olsen, at spurningurin um at gera broytingar í Taks, hevur ódámliga snaring.
-Tað hevur fyrr verðið tosað um at leggja Taks í Saltangará og Klaksvík saman í ein stovn fyri at rationalisera. Men nú eru ábendingar um, at tað endamálið er farið aftur um og at talan nú er um eitt samanspæl ímillum Javnaðarflokkin og Klaksvíkar Býráð og at endamálið líka nógv er at lyfta Klaksvíkar Kommunu burtur úr eini fíggjarligari knípu, tí hví skal landsstýrið annars keypa býráðshúsið frá Klaksvíkar Kommunu.
Les eisini greinina: Jóannes Eidesgaard biður um rumbul









