Nótaskip fingið sína góðkenning

Felagið Nótaskip hevur nú fingið skjalið uppá sína MSC-góðkenning sum staðfestir, at veiðan eftir norðhavssild hjá limum felagsins er burðardygg

MSC-góðkenning

Á eini samkomu á Hotel Hafnia seinnapartin í gjár fekk Felagið Nótaskip handaða skjalið upp á sína MSC-góðkenning fyri burðardygga veiði eftir norðhavssild.
Á samkomuni í gjár var umboð fyri MSC (Marine Stewardship Council), íslendingurin Gisli Gislason og Vibeke Bagger, sum umboðar Norsk Veritas, ið hevur verið við í tilgongdini fram til góðkenningina.
Jógvan Jespersen, stóri í Felagnum Nótaskip, segði, at tilgongdin at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli hjá limum felagsins góðkendan, byrjaði so smátt fyri einum ári síðan.
- Tá fingu reiðarí signalir frá keyparum um, at um vit ikki fingu fiskiskapin umhvørvisgóðkendan, fóru vit at fáa trupulleikar. Tað var kanska serliga Arni Hansen og reiðaríið hjá Finni Fríða, sum strongdu á.
Stjórin vísti á, at í pelagisku vinnuni er tað so, at eitt lítið sindur hvønn vegin í kiloprísinum hevur stóran týdning, tí nøgdirnar eru so stórar.
- Tað fyrsta, vit gjørdu, var at fáa eina avgerð í felagnum, og felagið gjørdi síðan eina frágreiðing, har vit lýstu øll viðurskifti kring umhvørvisgóðkenningar og tílíkt.
Jógvan Jespersen segði, at tað var út frá hesum arbeiði, at limirnir í Felagnum Nótaskip tóku eina skjóta avgerð um, at felagið skuldi fara undir at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli góðkendan.
- Hetta skuldi ganga so skjótt sum gjørligt, tí meginparturin av aktørunum í silda-og makrelfiskiskapinum í Noregi og ES høvdu fingið ella vóru ávegis móti eini góðkenning.
Hann segði, at felagið valdi at brúka góðkenningarskipanina MSC.
- Fyri at spara tíð valdu vit ikki at bjóða góðkenningina út millum fleiri góðkenningarfeløg, men vit mettu um tey feløg, sum vóru góðkend til at standa fyri tílíkum arbeiði. Vit valdu soleiðis Det Norske Veritas burtur úr fyri at vita, um vit kundu fáa nøktandi avtalu við tey.
Jógvan Jespersen segði, at Felagið Nótaskip gjørdi sáttmála við Det Norske Veritas í apríl í fjør, og hin 21. Mai í fjør var fráboðanin á heimasíðuni hjá MSC um, at felagið søkti um góðkenning.
Hann segði, at hin 9. februar í ár var seinasta hoyringsfreistin úti, og soleiðis tók tað Felagnum Nótaskip tilsamans níggju mánaðir at koma á mál við norðhavssildini.
- Av hesum níggju mánaðunum, fóru slakir fimm mánaðir, har málið skuldi liggja frammi til hoyringar, legði Jógvan Jespersen aftrat.
Stjórin vísti á, at teir í mai mánaða í fjør ikki høvdu ímyndað sær, at rákið á hesum øki fór at broytast so skjótt.
- Vit fóru inn í hetta, tí vit vildu tryggja okkum besta prís, men bara eftir hesar fáu mánaðirnar er tað á ávísum marknaðum líka so nógv ein spurningur um yvirhøvur at sleppa av við fiskin, segði Jógvan Jespersen millum annað við samkomuna á Hotel Hafnia seinnapartin í gjár.
Um ikki so langa tíð er væntandi, at Felagið Nótaskip eisini fær makrelin MSC-góðkendan sum burðardyggan.