Mánadagin endaði ein heil kappróðrarmanning hjá Knørri í Føroya rætti, tí manningin á tíggjumannafarinum Orminum Langa, noktaði at rinda eina bót, sum teir fingu fyri at ikki nýta bjargingarvest í bátinum.
Í hesum sambandi hevur kappróðrarmanningin sagt, at teir halda ikki bjargingarvestarnir eru neyðugir og somuleiðis, at tað tarnar venjingini umborð.
Les eisini: Møta í rættinum: Sýta fyri at rinda bót
Nú kemur felag teirra, Róðrarfelagið Knørrur við einari viðmerking á facebook síðuni Kappróðrarkjak. Felagið vísur fyrst av øllum á, at øll kunnu kenna seg trygg við felagið. Um aktuella málið sigur felagið soleiðis:
- Viðvíkjandi aktuella málinum um vestanýtsluna hjá nøkrum av vaksnu rógvarum okkara, kunnu vit sum felag ikki gera so nógv við tað. Tað stendur millum Vørn og hvønn einstakan teirra, soleiðis sum lógin fyriskrivar, at slíkt mál skal avgreiðast. Felagið virðir integritetin hjá hesum monnum, og kunnu teir vera við til at nuansera samskiftið um evnið, so er nógv vunnið. Sum felag høvdu vit tó í staðin mælt til, at RSF, Vørn og róðrarfeløg funnu saman, so at arbeiðið við at menna trygdina í føroyskum kappróðri verður framt sum best, øllum at gagni, skrivar felagið.
Umframt hetta verður skrivað, at Róðrarfelagið Knørrur leggur stóran dent á, at allir rógvarar felagsins fara tryggliga fram í báti. Hetta merkir t.d., at teir vísa neyðugan sjómansskap í eini og hvørjari støðu, hava fyrilit fyri vindi og sjóvarfalli og ansa eftir øðrum ferðandi á vágni.
- Hetta merkir eisini, at teir nýta neyðuga trygdarútgerð. Í Róðrarfelagnum Knørri er tað ein treyt, at allir rógvarar, sum eru undir 18 ár, nýta bjargingarvest. Eingin sleppur út uttan, og foreldur kunnu tískil trygt lata børn síni rógva í Róðrarfelagnum Knørri. Felagið mælir eisini støðugt til, at allir rógvarar yvir 18 ár somuleiðis nýta bjargingarvest. Í flestu førum gera teir tað, og tað fegnast vit almikið um, tí tað er politikkur okkara, skrivar felagið.
Sum lið í trygdararbeiði felagsins sigur felagið seg hava útvegað til dømis 30 nýggjar og altjóða góðkendar vestar í fjør, soleiðis at allir rógvarar í Róðrarfelagnum Knørri kunnu venja og virka undir tryggum viðurskiftum.
- Vit kunnu í hesum sambandi nevna, at vestarnir, sum higartil hava verið nýttir nógvastaðni, ikki verða mettir at vera nóg tryggir av fakfólki, m.a. tí at teir eru soleiðis innrættaðir, at andlitið á rógvaranum kemur at venda niður í sjógvin, tá ið teir blásast upp. Tí skiftu vit í Róðrarfelagnum Knørri til tryggari vestar. Vit kunnu somuleiðis nevna, at um stutta tíð verða allir bátar hjá Róðrarfelagnum Knørri útgjørdir við ljósi, sum teir kunnu tendra, um tað verður myrkt, ella um sýnið aðramáta ikki er nøktandi. Hetta er gjørt eftir samskifti, sum Róðrarfelagið Knørrur hevur havt við yvirmenn á Strandferðsluni og onnur, sum ferðast á vágni. Eydnast hetta væl, kann tað fara at gerast føst útgerð á øllum kappróðrarbátum, sigur felagið.










