Samgongufundur er í løtuni, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at talan er um ein veruligan kreppufund. Sambært vælvitandi keldum kann úrslitið væl gerast, at samgongan slitnar, og løgmaður útskrivar [...] og kanska eisini fakfeløgini frá sær. So seint sum í gjár mælti Samtak til at útseta skattalættan. Tað eru bert tveir mátar at fáa fíggjarlógaruppskotið at hanga saman. Antin skulu inntøkurnar økjast ella [...] upp á lítla og onga tíð við at útseta skattalættan, sum Magni Laksáfoss hevur mælt til. Hin møguleikin er at fara inn og skera niður upp á almennar útreiðslur ella íløgur. Við at skerja útreiðslurnar verða
øðrum tiltøkum, sum ikki eru knýtt at ítrottini, og tað hevur nógv at siga, staðfestir Rósa Samuelsen. Aðrastaðni í stevnublaðnum kunnu tit eisini lesa um stóra vøksturin, samrøðu við ein, sum nýliga er fluttur [...] ein av bygdunum, sum skiftist um at vera karmur um stevnuna, men síðani vestmenningar vórðu partur av Fjarðastevnuni, eru tað bara Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, sum skiftast um at skipa fyri. Hetta [...] fyri, at stevnan nú er oftari í heimbygd teirra. Í ár er stevnan í Sandavági. Borgarstjórin í Sandavágs Kommunu er Rósa Samuelsen. Hon er errin av, at bygdin stendur undir so stórum vøkstri. At so nógv
valt at siga frá um ítrótt, heldur enn at íðka ítrótt sjálvir, og undir øllum umstøðum kann staðfestast, at talvan við norðari bróstið á bowling-høllini neyvan skal kenna seg hótta av teimum, sum tóku [...] var Flogbóltssambandið, sum hevði sett sær fyri, at nú skuldu ymsu fjølmiðlafólkini innan ítrótt kappast, og fyri at finna eina ítrótt, har øll kundu vera við, varð gjørt av, at talan skuldi vera um eina [...] boðin við til tiltakið, og tó at onkur fráfall vóru væntandi, so vóru 20 luttakarar við í kappingini, sum hevði fingið navnið, Atlantic-Airways Open. Tað var nevnliga so, at vinnarin av kappingini vann ein
Vit fáa at vita, at diplomati í heilum er til arbeiðis, sjálvt í støðum, har vit láta sum um, at vit ikki so mikið sum hava eitt stavilsi at býta við. Á onkrum øki er hetta helst gott—ikki at lata høgru [...] vorðið hipp at tosa aftur. At tosa er gott, siga Christian Dinesen, Elisabeth á Akursmørk og aðrir eginterapeutiskir kloddar, sum ætlandi fáa fólk at røkka sínum málum! Tað er nú so vorðið, at tað er apsalutt [...] hagar. Um vit nú siga, at Clinton fekk okkurt burturúr missjónini, ið snúði seg um at lokka norðurkoreanska kammerátin at leysgeva nøkur amerikansk blaðfólk, er skilvíst at hugsa, at eisini norðurkoreanski
minnist hann hendan dagin? – Ivaleyst er onkur, sum heldur meg verða somikið innbilskan, at tað ikki kom óvart á meg at verða valdur ársins leiðari, men satt at siga, so gjørdist eg rættiliga bilsin. Tá var [...] størri fyrimunir enn at hava vunnið pokalar. Nú ræður um at trimma og laga virksemið til, so fyritøkurnar klára at sigla millum brotasjógvarnar. Tað kann gerast ein spurningur um at yvirliva, men tað er [...] fegin undirstrika við feitum, at einhvør viðurkenning til mín sum leiðara er í veruleikanum ein viðurkenning av tí samlaða liði, sum fremur avrikini í fyritøkuni, ið eg arbeiði fyri. Og tað gongur líka
nokk at siga, at tá ið skeiðsháskúlin á Sandi var viðtikin at liggja í »skúlapakkanum« hjá Sjálvstýrislandsstýrinum, helt eg, at nú vóru vit komin so nær málinum, sum tá bar til. Húsarúmd fór at vera til [...] Ja, sum sagt, navnið, giti eg, er grundin til at hann verður minstur í hesum viðfangi, og tað sindrið ið tíðindablaðið Sosialurin veit at siga, hevur lítið við veruleikan at gera. Grundgevingin, at næm [...] Danmarkar, og tað, sum eg legði dent á, var, at byggjast skuldi á okkara umhvørvi og tilfeingi. Eg vísti á týdningin, at tey, sum fáa sær slíka útbúgving sleppa at byggja á egna grund, ikki fyri at gera tey h
okkara samfelagi uppi. Onkur sær tað sum ræðandi, at okkara vinnulív er so nógv tengt at tí, sum upp úr havinum kemur; onnur ? og tíbetur mong ? eru erri av, at vit kunnu framleiða so nógvan mat út í heimin [...] undarligt, at øll hesi virkir stungu seg upp. Hyggja vit at samlaða útflutningi Føroya seinasta ár, stava 99,6% frá fiskiídnaðinum. Ivamál kann tí ikki vera um, at tað framvegis er fiskurin, sum ber okkara [...] virkir, ið negativar tungur vildu siga "lógu á hvørjum tanga". Onnur virkir undir sama orði vóru kanska virkini í Haldórsvík, Strondum, Nólsoy, Sandi og Hvalba ? bert fyri at nevna nøkur. "Vit kunnu ikki hava
flestu, sum hava sæð brot úr setanini av Fólkatinginum í gjár, munnu hava lagt merki til ovurstóra Dannebrog, sum hekk aftan fyri talarastólin. Orsøkin til, at flaggið hongur á vegginum er, at vovna teppið [...] um tingsalurin er egnaður at hýsa Merkinum á annan hátt. Tað besta hevði verið, at tað ikki stóð í eini flaggstong og hekk upp og niður, sum nú. Ein annar møguleiki er, at tað hongur í eini stong út frá [...] avgjørt, at ímeðan skal Dannebrog prýða tingsalin. Meiningarnar um flaggið hava verið ólíkar. Nógv fegnast um, at danski tjóðskapurin so týðiliga verður vístur í salinum, meðan onnur halda, at tað minnir ov nógv
Strandferðslan ger vart við, at fólk gjørdust sjúk eftir døgurðan, og hvat síðani hendir, veit Bjarni Djurholm ikki at siga. Hann veit tó, at tað ikki bert vóru føroyingarnir, sum gjørdust sjúkir. ? Nøkur [...] greiðir frá, at tá alt við kjølinum á nýggja suðuroyarskipinum var liðugt og teir fundir, sum skuldi verða, høvdu verið, fóru fólk út at eta. Tað var ein púra vanligur døgurði, har onkur bílegði sær fisk [...] sambandi við hetta, men hann veit, at Strandferðslan fer at ella hevur gjørt vart við, at fólk gjørdust sjúk av matinum hetta kvøldið. ? Tað vóru møguliga rá egg í køkunum, sum tey fingu omaná, sigur hann. Í
staðfestir hann, at tað er nógv at gleða seg til, tá festivalurin fer ígongd. - Sjálvur eri eg sera spentur upp á konsertina hjá Mika, sum eftir øllum at døma verður nógv meira enn tað, sum føroyingar eru [...] eisini fleiri stór nøvn, sum eg gleði meg at hoyra, og hjá okkum er sjálvandi sera spennandi at síggja, hvussu nýggju lutirnir á festivalinum fara at rigga. Vit halda í øllum førum, at vit veruliga hava spílað [...] øllum føroyingum til Klaksvíkar. Eg haldi meg tora at siga, at atgongumerkjasølan hevur gingið javnt væl alla tíðina. Vit hava nógv og góð nøvn, og onkur teirra komu eisini heilt tíðliga á plakatina, sigur