Heimsmeistarar hittast

Í samband við at fyrrverandi stórtelvarin, talvvenjarin og heimsmeistarin Mikhail Botvinnik hevði havt 90 ára føðingardag í ár, fara Garry Kasparov, Vladimir Kramnik og Anatoly Karpov at telva eina trýmanskapping í desember

 

Talv


Mikhail Botvinnik úr Russlandi var ein sannur meistari. Ikki bert varð hann heimsmeistari í 1948, men eisini stovnaði hann seinni sín egna talvskúla, sum millum annað Kasparov fekk ágóðan av í 70´unum. Botvinnik lat eftir tógvið stríð heimsmeistaratittulin til Tigran Petrosian í 1963, og eftir hetta nýtti hann alla orkuna til sín talvskúla, og var hesin nógv tann kendasti av sínum slag í heiminum. Botvinnik andaðist í 1995.

Russiska talvsambandið hevur savnað størstu russisku talvnøvnini, nevnliga Kasparov, Kramnik og Karpov, at luttaka í einari serligari trýmanskapping. Hetta er kapping ognað minninum um Botvinnik. Tey trý stóru K´ini hittast fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum, tað vil siga átta talv hvør. Onkur undrast møguliga yvir hví Karpov sleppur í part, men hann er ein livandi talvlegenda og skal als ikki undirmetast sjálvt um hann er niðanfyri topp 10 á styrkilistanum. Karpov var heimsmeistari í tíðarskeiðinum 1975-1985, Kasparov í skeiðinum 1985-2000, meðan Kramnik er núverandi heimsmeistari.

Hendan áhugaverda kapping verður telvað í desember.


Van Wely í serklassa

Fremsti hollendski telvarin, Loek van Wely, vann sterku Lost Boys Chess Tournament. Hann endaði eitt stig ovari enn Jan Timman, Ivan Sokolov, Emil Sutovsky og Jeroen Piket. Van Wely vann heili seks talv og leikti trý jøvn. Sigast má at veteranurin Timman hongur enn væl í.


Íslandssúlan verður komandi vikuskifti

Siðvanda Íslandssúlukappingin byrjar komandi vikuskifti í hølum Havnar Telvingarfelags. Kappingin fevnir um tvey vikuskifti, og leikt verður átta umfør. 1. umfar verður fríggjadagin. Enn er ikki vist hvar ein teknar seg, men á www.faroechess.com verða helst upplýsingar um júst hetta seinni í vikuni, eins og lýsingar verða varpaðar.

Kappingin er vanliga sterk, og eitt nú ætlar Ólavur Simonsen at royna eydnuna. Flóvin Tór Næs vann kappingina í fjør.