Lennart fer frá

Higartil er Platini tann einasti, sum hevur boðað frá, at hann ætlar sær at verða formansevni, tá ið svenski UEFA formaðurin næsta ár fer at leggja frá sær

UEFA

Tað kann væl fara at vísa seg, at franski Michael Platini skjótari enn tað kanska av onkrum varð grunað fer at fáa brúk fyri stuðlinum úr Føroyum, sum hann ivaleyst dyrgdi eftir, tá ið hann nakað fyri jól var og vitjaði her.
Í vikuskiftinum hevur svenski UEFA formaðurin Lennart Johansson staðfest, at hann fer at leggja formanssessin í UEFA frá sær, tá ið hetta formansskeiðið hjá honum verður runnið í 2007.
- Tíðin hjá mær í hesum sessinum er um at vera runnin. Nú er tað upp á sítt pláss, at onkur annar fer at taka við eftir meg. Eg eri komin har til, at tað skal bera til hjá mær at fara við tráðuni, tá ið eg havi hug til tað, sigur svenski UEFA formaðurin.
Eitt nú Franz Beckenbauer, sum er máttmiklasti fótbóltspolitikarin í Týsklandi, hevur heitt á Lennart Johansson um at bjóða seg fram eina ferð afturat. Men áheitanin frá týska formanninum í fyrireikingarnevndini til HM endaspælið í summar, er sum at sletta vatn á gás. Lennart Johansson sigur seg ongar aðrar ætlanir at hava enn at taka seg úr UEFA formanssessinum næsta summar.
Einasti persónurin, sum hevur boðað frá, at hann bjóðar seg fram sum UEFA formansevni, er fyrrverandi franski stórspælarin Michael Platini. Hann er langt síðani farin undir valstríðið. Tað hevur eitt nú sást aftur í, at hann hevur vitjað í nógvum UEFA limalondum.
At Franz Beckenbauer hevur heitt á Lennart Johansson um at halda fram í formanssessinum kann ivaleyst síggjast í tí høpinum, at týskarar ikki eru serliga fegnir um, at ein fransmaður skal gerast formaður fyri europeiska fótbóltinum. Teir vilja heldur hava ein svia enn ein fransmann.
Lennart Johansson hevur verið UEFA formaður síðani í 1990. Tað vil siga, at hann gjørdist formaður fyri europeisku fótbóltssamgonguni, tá ið Føroyar fyrstu ferð tóku lut í EM undankappingini.
Lennart Johansson, sum verður 76 ára gamalur, tá ið formansskeiðið hjá honum verður runnið í 2007, hevði fyri nøkrum árum síðani krabbamein, men við viðgerð vann hann á sjúkuni, og tað sigst, at hann hevur verið væl fyri seinastu árini.