Hetta øsir fólk upp

- Tað er óskiljandi, at politikarar geva sær sjálvum eina stóra eftirløn, men lata vanliga fólki sita eftir, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

Eftirløn til landsstýrismenn
 

Tað er fallið Hans Joensen, formanni í Havnar arbeiðsmananfelag, fyri bróstið, at politikararnir nú hava samtykt eina munandi hækking í eftirlønunum hjá landsstýrismonnum.
Hann sigur, at tað øsir fólk upp, tí tað undarligt, at politikarar samtykkja at hækka sína egnu eftirløn og at teir gera tað við afturvirkandi kraft. 
- Heilt nógv fólk hava ringt til mín sum formann í Havnar Arbeiðsmannafelag og hava átalað politikararnar fyri hetta, teir hava gjørt.
Hans Joensen leggur dent á, at øll, eisini landsstýrismenn, skulu sjálvandi hava eina hampiliga eftirløn.
- Men tað virkar so ógvusligt at lóggeva sær sjálvum eina góða eftirløn, samstundis sum eftirlønin hjá øllum øðrum liggur á láni so tað munar.
Sjálvur heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, at tað einasta rætta er at styrkja samhaldsfasta eftirlønargrunnin, so at hann verður førir fyri at veita øllum eina hampiliga pensjón, eisini landsstýrismonnum og eisini so, at mannamunur ikki verður gjørdur, men at øll fáa líka.
Hann heldur eisini, at tey, sum forvinna nógv í arbeiðslívinum, hava eisini møguleika at leggja nakað til síðis til síni egnu eftirlønarár, men tað hava vanlig verkafólk ikki.
- Tað, sum nú er hent, er ein provokatión og slíkt kemur oftani afturum aftur, tá ið sáttmálasamráðingar vera, tí tá minnast fólk, at politikararnir hava sett sína egnu løn og sína egnu eftirløn munandi upp.
Hann vil ikki siga, at hetta fer at ávirka samráðingarnar, men slíkt sum hetta mugu fakfelagsfólk ofta hoyra fyri, tá ið samráðingar eru og tað ger tað avgjørt ikki lættari.
Hans Joensen heldur serliga lítið um, at eftirlønan hjá landsstýrismonnum skal roknast frá 1998 og sostatt við afturvirkandi kraft.
- Tað er væl keyp og søla, har onkur politikari, sum kanska annars ikki hevði komið uppí, atkvøðir fyri, so at viðkomandi sjálvur sleppur upp í og fáa eina góða eftirløn.
Hann setir tó ongi nøvn á, men hann heldur, at tað er væl eisini ein spurningur um, hvussu gegnigir politikarar eru at viðgera sína egnu eftirløn.