Í gjár varð eitt lík funnið, eftir at stór leiting hevur verið seinastu dagarnar eftir trimum tilkomnum fólkum, sum vóru fyri einari vanlukku í Tokagjelselva við Hardanger í Noregi - og í dag veit norska løgreglan at siga, at tey hava funnið enn eitt lík.
Syrgiliga vanlukkan hendi, tá trý fólk seinasta sunnukvøld skuldu fara tvørtur um eina á í einari lítlari jollu. Talan var um fólk, sum eiga summarhús á leiðini og sum brúka jollu til at fara yvir um ánna við.
Tey vóru kend á leiðini, har vanlukkan hendi.
Norska løgreglan hevur kunngjørt, hvørji fólkini eru. Tey eru 64 ára gamli, Kjell Arne Pedersen, 72 ára gamli, Nils Johan Bårdsen og 68 ára gamla, Ruth Wathne, og tey høvdu eisini ein hund við sær í jolluni.
Stutt niðan fyri, har tey skuldu fara yvir um trongan í ánni, er ein stórur og 15 metrar høgur fossur. Tað var onkur í familjuni, sum sá, hvussu streymurin tók jolluna við teimum trimum fólkunum og dró tey oman móti stóra fossinum.
Jollan, sum er í knúsi, varð funnin niðan fyri fossin, soleiðis sum myndin ovast vísir, og ymisk klædnaplødd eru eisini funnin.
##med2##
Vælmannað lið hava leitað eftir teimum trimum síðan vanlukkuna, men umstøðurnar hava verið ringar, tí her kann vera sera trupult at koma framat ánni í høga og skurvuta lendinum.
Nú eru so tvey av teimum trimum funnin deyð.
Leitað hevur eisini verið við dronum, og sum skilst hava dronurnar verið til stóra nyttu, tá umstøðurnar hava verið so vánaligar. Løgreglan sigur, at líkið, sum er funnið í dag, er sent til Bergen til líkskurð og eyðmerkingar.
- Vit halda fram at leita eftir tí triðja persóninum og hundinum, sum eisini er saknaður. Vit leita í Movatnet og í Hardangerfjørðinum. Sagt verður frá lutfalsliga góðum veðri teir næstu dagarnar, og tískil verður vatnstøðan ikki so høg, sigur løgreglan í tíðindafundi í dag.