Sangurin ljómaði

Nógvu sangararnir, sum seinastu vikuna hava kýtt seg í Nesvík, fingu leygarkvøldið løn fyri stríðið og góvu áhoyrarunum eitt kór upplivilsi av teimum heilt stóru


 

Konsert

Vesturkirkjan var væl meira enn full leygarkvøldið. Úr øllum ættum vóru fólk komin at líða á, hvat stóra kórið, sum í eina góðu viku hevði havt eittans punkt á dagsskránni, kórsang, hevði at bjóða uppá.

À skránni hetta kvøldið vóru, umframt felagssang og bøn, tvey kór. Fyrsta kórið á skránni var eitt barnakór. Til at stuðla børnunum við framførsluni vóru nakrir tónleikarar. Dentur varð lagdur á tey meira rútmisku løgini, og børnini, stór sum smá, sungu veruliga sum fyri lívinum. Børnini góvu seg fult út, og sjálvt ikki tey smæstu smæddist burtur. Hóast onkur solosangari meira enn so slap framat, so var dentur lagdur á samlaða kórið, ið eisini mundi telja rættiliga nógv børn. Millum áhoyrararnar hómaðist eisini onkri foreldur, sum vóru sjónliga errin av teirra børnum.

Tað sokallaða stóra kórið sang tveir reisir. Fyrru ferðina var tað eitt úrval av ymiskum sangum. Sangirnir lógu bæði tætt upp at gospelgreinini og meira traditionellir vóru eisini millum sangirnar, kórið sang fyrru ferðina.

Tað, sum kanska eyðkendi mest, var eisini eitt slag av fjøllbroytni, bæði hvat viðvíkur tóneikagrein og útsetingum. Ein tónleikabólkur spældi undir, meðan kórið sang. Tað er so avgjørt ikki á hvørjum degi, at vit síggja eina tílíka tónlistarliga samanseting í Vesturkirkjuni, men tey tóktust øll at trívast rættiliga væl.

Tað verður oftani tikið upp á mál, at gospel er ein tónleikagrein, har sambandi við áhoyrarnar hevur alt at siga. Tað er kanska ikki heilt lætt at fáa tað optimala sambandi við áhoyrarnar við áhoyrarnar í einari tílíkari kirkju, hóast hetta tónleikur, sum bæði hevur sín uppruna og hægsta tind innan kirkjugátt. Tá tað er sagt, so var tó ikki soleiðis, at áhoyarnir ikki hugna sær óført. Vakra kirkjan var full av fólki og sangi, sum góvu veruliga fyltu kirkjuna og skapti vakrar og stórfingnar karmar rundanum eina sera góða konsert.

Eftir felagssang, so framførdi kórið verkið 7 samdøgur í Jerusalem. Eftir áhoyrarunum at døma, so eydnaðist hetta eisini avbera væl. Tað skaðar so avgjørt ikki, at gospeltónleikurin fær tílíkar karmar eina ferð enn.