trupult út, og sakin blívur við at draga út, sær Sigmundur tó ein møguleika fyri framman. Bæði dómarin og ákærin, sum eru úr Frankaríki, fara í feriu nú, og teirra næstu menn skulu tískil taka sakina og avgerðirnar [...] at gera nakað býtt, og kanska skriva undir pappírir at vit hava gjørt nakað skeivt. Ella at vit skulu ríma uttan pappír, og á tann hátt kunnu verða afturhildnir í tvey ár. Í bløðum og sjónvarpi Hóast tað [...] er Sigmundur tó als ikki vísur í. Ákærin og dómarin kenna kanska eisini eitt ávíst trýst á sær. Hetta eftir at Sigmundur og Imanuel hava verið í bløðunum og greitt frá teirra støðu. Eisini hevur Imanuel
at meta um søgurnar, sum tey fingu í hendi, og sjónleikarar at lesa søgurnar inn. - Allar søgurnar eru viðgjørdar eitt sindur, málsliga og innihaldsliga, og onkur søga, sum vit fingu, hava vit ikki brúkt [...] gjørt plakatir og faldarar til fløguna, og so ætla vit um vit fáa loyvi til tess út at selja hús í hús, sigur Ólavur Enni Elisson. Kapping Men fyrst stendur ein ferð til Noregs fyri durum og longu í kvøld [...] eitthvørt øðrvísi og sum fólk leggja til merkis. Allar søgurnar eru spildurnýggjar. Vit fingu samband við ung fólk sum skriva, sum síðani vístu okkum á onnur sum skriva. Úrslitið er níggju søgur og ein yrking
sonevndar stuðulslærugreinir, so sum matematikk, fysik og kemi. Hesar lærugreinirnar hava ikki altíð tann størsta áhuga hjá lívfrøðislesandi, og tí gerst lesturin kanska heldur strævin hjá fleiri teirra [...] kemst av, at undirvísingarstøðið og krøvini á einum hægri lærustovni eru munandi hægri, enn tey eru von við frá studentaskúlanum. Fleiri av lærubókunum eru á enskum máli, og tað mugu næmingarnir eisini venja [...] fasta rytmu, og lesturin fellir tí lættari. Sosialt sjokk Fleiri, sum velja at fara undir eina hægri útbúgving uttanlands, fáa eisini aðrar trupulleikar at dragast við. Í Føroyum búði tú heima, og fekk alt
bygdin bara vaksa enn meiri, sigur Petur og vísir á húsini beint niðanfyri hjá sær. - Hasin, hann er úr Klaksvík! Friðarligt og gott Orsøkirnar til at fólk bæði í og úr Kunoy yvirhøvur vilja búseta seg í [...] minuttir við bili frá Klaksvíkini, og tí ber væl til at búgva her og hava arbeiði har ella aðrastaðni. Petur nevnir sjálvur, at her er gott at vera, tað er friðarligt og so er Kunoy eitt sera veðurgott pláss [...] men hevur búð á Kunoyarvegi í Kunoy leingi, í roynd og veru í samfull 11 ár. Leggjast skal aftrat, at kona hansara er ættað higani úr bygdini. - Og tú veitst, hvussu tað er!, sigur hann við einum brosi
hava havt við politikkarar og skipasmiðju og eisini út frá tí tvørliga gerandissamferðslu, ið vit eru bundin av hvønn einasta dag. Sjálvsagt kann nýggja ferjan verða fyrimynd og nýta vetni. Men talan má [...] frammi í tíðini. Besta høvi at selja vøruna og vísa á hvussu týdningarmikið tað er at nýta vetni, má vera at kunna vísa á røtt tøl og síggja munin á vanligum motorum og vetnis-motorum. Tí er einki meira logiskt [...] skal byggjast, vita at projektering, útbjóðing og meting av tilboðum kunnu fáast ígjøgnum á ½ ár. Harafturat eru øll tølini í sambandi við Teistan tøk og greið, samstundis sum SSL hevur dagførd tøl fyri
tey fiskiskip og teir útróðrarbátar hvørs fiskur hendan sokallaða kanning skal snúgva seg um. Var endamálið veruliga at finna fram til álítandi samanberingar millum søluprísir í Føroyum og uttanlands, so [...] kanning á økinum. Fyri at gera hesa rættleiðing so stutta og einfalda sum møguligt, skulu vit her einans taka upp nakrar fáar spurningar í hesum høpi og nema við nøkur tøl fyri høvuðsbólkarnar av fiskiskipum [...] útlendskar marknaðir við skipi og manning, um hetta ikki hevur fyrimunir við sær; í fleiri førum verður slík avgerð tikin eftir at avtala er fingin við útlendskan keypara um prísir, og í øðrum førum eru góð útlit
sum búskaparfrøðingur fingist nógv við ES og er íðin viðmerkjari til vinnupolitisk mál í Føroyum. Evnið á Tinghelluni seinasta vikuskiftið var vinnupolitikkur og tjóðskaparligar semjur. Tveir flokkar sum [...] nakrantíð finna eina sínamillum tjóðskaparligu semju eru Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin. - Tað einasta, ið Sambands-flokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga at vera hundrað prosent samdir um, er, at Føroyar [...] ríkis-felagsskapi og bindur okkum tættari at Danmark. Fyri Tjóðveldisflokkin er ES-limaskapur ein fyritreyt fyri at kunna klára seg sum sjálvstøðug tjóð. ES-limaskapur gevur føroyingum somu karmar og sama møguleika
nú manna FCK, og sum hevur skorað fleiri mál enn nakar annar spælari hevur gjørt í fjúrtan ára longu FCK søguni. - Fagnaðurin var ógvuliga stórur, og tað fór sum heitur ylur ígjøgnum meg, og tað var sera [...] farnir í summarfrí, og Todi Jónsson vónar, at greiða fer at fáast á, hvar hann skal spæla, áðrenn henda og næsta vika eru runnar. Umboðsmaðurin hjá honum arbeiðir við spurninginum, og sambært Toda sjálvum [...] staðið seg væl, og sunnudagin fekk serligan part av senditíðini í TV3+ sendingini Onside, so var Todi ikki so nógv nevndur, men var heldur meiri í skugganum í fjølmiðlaviðgerðini Men felagið og serliga áskoðararnir
Metz vera íblástur til eitt breitt og mennandi kjak um skúlan og var ti sera spent uppá fundin mánakvøldið. - Fyrilesturin hjá Georg Metz var ótrúliga áhugaverdur og ein sera góður møguleiki at lyfta hetta [...] foreldrafundin var gott og hevur avgjørt fatan av, at áhoyrarnir fingu nógv burturúr fyrilestrinum. - Tíverri gjørdist kjakið ikki tað, vit høvdu ætlað og vónað. Hetta hava vit eisini lært av og arbeiða nú við [...] hetta afturvendandi kjakið eitt sindur upp um tað gerandsliga og lokala. Fyrilesturin gav okkum foreldrum nakað at hugsa um, og eg ivist ikki í, at vit vóru nógv, sum kendu okkum stimbraði til at taka
altíð okkurt smart og annaðleiðis at heinta, sigur hon við einum smíli. Unn vil fegin læra meira innan sniðgeving, tí hon heldur seg ikki duga nóg væl at tekna mynstur og annað. Og tað er tað, sum hon [...] at hetta er ein gáva, sum Unn hevur fingið, og tey taka tað sum eina sjálvfylgju, at hon fær pláss og tíð til at dyrka hana. Unn gongur á FHS á Kambsdali, og hon hevur ikki endaliga tikið avgerð, um hon [...] er fyri nakað. Hon heldur, at mótin í dag er fínur, tí alt er loyvt. ? Mær dámar væl 60´ 70´og 80´ ara mótan, og ein sær eitt sindur av øllum aftur í dag. Kanska serliga mótin úr 80´unum er á veg fram aftur