Nógv vilja búgva í Kunoy

Fyri 20 árum búðu bert 40 fólk í Kunoy, og lítið bendi á at bygdini fór at verða lív lagað í framtíðini.

Í dag er øðrvísi, og ein hópur av sethúsum standa í gerð, millum annað tey hjá klaksvíkinginum Peturi Svøðstein

- Ja, her í Kunoy er gott at vera, slær hann fast.

Hann hevur verið búsitandi í bygdini tey seinastu 11 árini, men er nú í ferð við at byggja sær síni egnu hús sunnarlaga í bygdini.

Hetta er hann kortini ikki einsamallur um, tí ein skal ikki hava verið leingi í bygdini fyrrenn ein sær tað sama:

Í minsta lagi fýra onnur hús eru í gerð, og fleiri grundir standa til reiðar at arbeiða víðari við.

- Tað er gott, at tað fer at koma lív í bygdina, sigur Petur Svøðstein, sum dagliga er formaður á útróðrarbátinum Líðhamri í Klaksvík.

Tey eiga eina gentu sum gongur í 10. flokki og ein drong sum gongur í 5. flokki í Kunoyar skúla.



Byggja nýtt

At Petur nú er farin at byggja sær egin sethús í Kunoy, kemur ikki av tí at hann á nakran hátt er heimleysur.

- Eg eigi frammanundan eini hús niðri í bygdini, men ynski nú at byggja mær eini nýggj, sigur hann.

Petur er upprunaliga úr Klaksvík, men hevur búð á Kunoyarvegi í Kunoy leingi, í roynd og veru í samfull 11 ár.

Leggjast skal aftrat, at kona hansara er ættað higani úr bygdini.

- Og tú veitst, hvussu tað er!, sigur hann við einum brosi, nú hann vísir umboðunum fyri Sosialin runt í húsum sínum.


Lyklaklárt

Nógv sniðhús eru at velja millum á marknaðinum í dag, men hesi húsini hjá Peturi koma frá Norðsetur í Hvalvík.

Tá vit tosaðu við Petur fyri tveimum vikum síðani, var ikki meiri enn ein mánaður liðin, síðani teir byrjaðu at seta húsini upp.

Til støddar eru tey beint omanfyri 100 fermetrar, og sjálvur ætlar hann at tey kunnu sleppa inn í húsini á norðoyastevnu, sum verður fyrsta vikuskiftið í juni mánaði.

- Vit hava biðið um eini lyklaklár hús, so tá skuldi alt verið liðugt, sigur Petur, ikki sørt spentur á málinum.

Miðhæddin verður innrættað liðug nú, meðan kjallarin má bíða eitt sindur enn.


Tvífaldað fólkatal

Líkt er til, at fleiri enn Petur og konan hava tikið avgerð um at flyta higar til Kunoyar.

Hetta fer uttan iva at skapa rættiliga menning í bygdini, og gera sítt til, at hon fer at vaksa uppaftur meiri í framtíðini.

Hagtølini prógva eisini hetta sama. Fyri 20 árum síðani búðu einans 40 fólk í Kunoy, meðan talið í februar mánaði í ár var komið upp á 81.

Tann dagin, vit vitjaðu í bygdini, vóru menn í ferð við at smíða minst fýra onnur hús. Og fleiri onnur hava somuleiðis slíkar ætlanir, bæði klaksvíkingar og eysturoyingar.

- Tað er sjálvandi sera hugaligt at vita, at kunoyingar vilja seta búgv her.

- Men tað er uppaftur betri, um tey haraftrat koma aðrastaðni frá. Soleiðis kann bygdin bara vaksa enn meiri, sigur Petur og vísir á húsini beint niðanfyri hjá sær.

- Hasin, hann er úr Klaksvík!



Friðarligt og gott

Orsøkirnar til at fólk bæði í og úr Kunoy yvirhøvur vilja búseta seg í hesi bygdini, sum mong meta sum fjarskotna, eru fleiri.

Bygdin liggur bert 15 minuttir við bili frá Klaksvíkini, og tí ber væl til at búgva her og hava arbeiði har ella aðrastaðni.

Petur nevnir sjálvur, at her er gott at vera, tað er friðarligt og so er Kunoy eitt sera veðurgott pláss.

- Ein kemur ikki uttanum at nevna ta heilt ótrúligu útsiktina, sum vit hava her. Jú, her er gott at vera.

- Øll tosa um tað vakra vesturskinið, sum er her. Men eg veit líka, - júst tað irriterar meg grensileyst, tá eg siti og hyggi eftir Premier League í sjónvarpinum.

- Tað fáa vit so einki annað gjørt við, enn at draga gardinurnar fyri!, sigur hann við einum brosi.


100 krónur fermeturin

Tað hevur víst seg at verið trupult at fáa grundøki í grannabýnum Klaksvík.

Hetta kann vera orsøkin til, at fólk vilja flyta til Kunoyar, sum bert liggur góðar 11 kilometrar hagani.

Hinvegin er prísurin fyri eitt grundøki ikki ov høgur – bert 100 krónur fyri fermeturin. Og tað ger helst sítt til hetta sama ynskið.

- Stykkið hjá mær er 610 fermetrar, og tí kostaði tað mær 61.000 krónur, slær Petur fast.