ES limaskapur er ein fortreyt fyri framtíðar menning av føroyska samfelagnum. Tað er búskaparfrøðingurin Óli Samró púra sannførdur um. Hann hevur sum búskaparfrøðingur fingist nógv við ES og er íðin viðmerkjari til vinnupolitisk mál í Føroyum.
Evnið á Tinghelluni seinasta vikuskiftið var vinnupolitikkur og tjóðskaparligar semjur. Tveir flokkar sum neyvan nakrantíð finna eina sínamillum tjóðskaparligu semju eru Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin.
- Tað einasta, ið Sambands-flokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga at vera hundrað prosent samdir um, er, at Føroyar fáa limaskap í ES, sigur Òli Samró.
Tað er av hvør sínum orsøkum, at flokkarnir eiga at taka undir við limaskapi í ES; Sambands-flokkurin tí limaskapur í ES er ein sjálvfylgja í einum ríkis-felagsskapi og bindur okkum tættari at Danmark. Fyri Tjóðveldisflokkin er ES-limaskapur ein fyritreyt fyri at kunna klára seg sum sjálvstøðug tjóð. ES-limaskapur gevur føroyingum somu karmar og sama møguleika at mennast á støði við onnur lond og harvið betra um møguleikarnar at gera Føroyar til fullveldi.
- Tjóðveldisflokkurin ynskti EEC limaskap í sekstiárunum júst við teirri grundgeving at EEC var ein fyritreyt fyri fullum sjálvstýri, og Sambandsflokkurin hevur víst stóran áhuga fyri limaskapi, so tað eigur ikki at vera fremmant fyri flokkarnar, sigur Òli Samró. Í so máta er støðan einki broytt.
What if
Báðir polarnir á loddrættaásanum í føroyskum politikki eiga síggja fyrimunirnar, heldur Óli Samró. Hetta er sambært búskaparfrøðinginum ein avgerandi leið í føroyskum politikki - fyri vinnu, mentan, útbúgving, gransking, infrastruktur o.s.fr.
Men hvat hendur, um Føroyar ikki gerast partur av ES?
- Vit kunnu sum einki liva við støðuni sum er. Men um tjúgu ár spyrt tú teg sjálvan, hví vit hava so munandi minni búskaparligan vøkstur samanborið við hini londini í Evropa. Somuleiðis vilja vit spyrja hví okkara dugnaligi ungdómur ikki vil koma aftur á klettarnar. Føroyar kunna koma í somu støðu sum útoyggjarnar. Tey ungu vilja finnast at teimum eldru, at tey hektaðu Føroyar av heimssamfelagnum og lótu Føroyar blívu isoleraði frá altjóðasamfelagnum.
- Støðan er bara tann, at ES limaskapur kann gera støðuna truplari hjá ávísum parti av fólkinum. T.d. er lívið púra broytt hjá einum stórum parti av fólkinum í Eystureuropa aftaná at hesi londini blivu limur í ES.
- Tú kanst ikki peika á, at tað fer at vera soleiðis ella soleiðis. Tú verður partur av einum ráki og fær harvið karmar at skapa ein vøkstur í Føroyum, sigur Óli Samró.
Bert limaskapur telur
Bláa og reyða álitið, sum vórðu skrivaði í nítiárunum, viðgjørdi møguligt føroyskt samstarv við ES. Víst var á nógvar ymiskar samstarvsháttir. Eitt nú hava Áland og Sveis seravtalur við ES. Men Òli Samró heldur ikki, at hesir eru eitt alternativ ídag. Sjálvt EBS-samstarvið frá 1993 - ið umfatar Norra og Island - er um at vera søga. ES er ikki tað sama sum fyri 10 - 20 ella 30 árum síðan.
- Í 2005 eru hesi modellini ikki áhugaverd longur. Hetta vóru loysnir sum bygdu á støðuna sum hon var í sjeyti og áttatiárunum. Í dag er útgangspunktið eitt annað. Nú skal karmurin vera so víður so at eini 30-40 ymisk lond kunna samstarva innan hendan felgs karm.
Tað er eisini líkamikið, um Føroyar gerast partur av ES umvegis Danmark ella sjálvstøðugt. Tað týdningarmesta er limaskapurin. Støðan millum Føroyar og Danmark og stríðsspurningarinr innan ríkisfelagsskapin kunna viðgerast um somu tíð ella aftaná.
- Fylgir tú ikki við í menningini, so endar tú sum eftirbátur, sigur Òli Samró.
Fiskivinnupolitikkurin
Stóri trupuleikin er fiskivinnupolitikkurin í ES. Í dag verður felags fiskivinnupolitikkurin stýrdur frá Brússel. Men tað roknar Óli Samró ikki við verður støðan í framtíðini.
Óli Samró hevur í trý ár tikið lut í ein samstarvi í greinar búskaparligu gongdina í fiski-vinnuni í Europa.
- Í greiningini verður Europa býtt í fimm økir - Miðalhavið, Eystursjógvurin, Norðsjógvurin meðan Atlantshavið verður býtt í suður og norð.
- Tað skal undra meg um tað ikki verður møguligt at býta umsitingina av tilfeinginum á sama hátt. Antin beinleiðis til limalondini ella eftir regionalum økjum, um trýggjar so sterkar fiskiveiðutjóðir sum Norra, Ísland og Føroyar blíva limir í ES við kravið um decentrala umsiting, sigur Òli Samró.