Todi var kensluliga tikin av fótum

Føroyski toppskjúttin í FCK hevði ikki ímyndað sær, at fagnaðurin skuldi verða so stórur, sum hann vísti seg at vera í Parkini sunnudagin

ÚTISETI

At okkurt fór at verða gjørt burturúr, tá ið FCK sunnudagin á heimavøllinum í Parkini fór at siga farvæl við tveir av størstu spælarunum, sum hava verið í felagnum, síðani tað í 1991 sá dagsins ljós, hevur leingi verið greitt.
Men Todi Jónsson hevði ikki ímyndað sær, at persónliga heiðringin av honum skuldi vera av sovornum slagi, sum hon í góða summarveðrinum sunnudagin vísti seg at vera.
Tú verður skjótt gloymdur í fjølmiðlunum. Meðan nógv varð gjørt burturúr Zuma, sum eisini í vár hevur staðið seg væl, og sunnudagin fekk serligan part av senditíðini í TV3+ sendingini Onside, so var Todi ikki so nógv nevndur, men var heldur meiri í skugganum í fjølmiðlaviðgerðini
Men felagið og serliga áskoðararnir hjá FCK tóktust ikki hava gloymt mannin, sum hevur verið longri í felagnum enn allir hinir, sum nú manna FCK, og sum hevur skorað fleiri mál enn nakar annar spælari hevur gjørt í fjúrtan ára longu FCK søguni.
- Fagnaðurin var ógvuliga stórur, og tað fór sum heitur ylur ígjøgnum meg, og tað var sera torført at halda tárunum aftur, tá ið eg sá øll tey smáu føroysku fløggini, og tá ið føroyski tjóðsangurin varð spældur. Sovorðið havi eg ikki upplivað áður, sigur Todi, sum altíð fer at minnast tíðina í FCK sum nakað heilt serligt.
- Skuggarnir hava verið skaðarnir. Eg havi sjáldan verið førur fyri í longri tíð at spæla og harvið í eitt heilt kappingarár at fáa møguleikan at skjóta nógv mál. Tað hevur kenst tungt, og tað hevur verið høvuðsorsøkin til, at tað ongantíð gjørdist aktuelt at flyta longri út í heim at spæla, heldur Todi Jónsson, sum framvegis ikki veit nakað nýtt um, hvar hann fer at spæla eftir summarfrítíðina.
Í gjár vóru FCK spælararnir til venjingar. Nú eru teir farnir í summarfrí, og Todi Jónsson vónar, at greiða fer at fáast á, hvar hann skal spæla, áðrenn henda og næsta vika eru runnar. Umboðsmaðurin hjá honum arbeiðir við spurninginum, og sambært Toda sjálvum, so eru onkur tilboð at taka støðu til.

Ikki sirkushestur
Todi Jónsson var ikki á vøllinum, tá ið FCK ikki megnaði meiri enn 1-1 ímóti Herfølge.
- Í vikuni segði eg við Hans Backe, at hann bara skuldi velja meg til sekstan manna hópin, um hann metti, at eg kundi vera við til at styrkja um møguleikan at fáa gott úrslit ímóti Herfølge. Eg ynskti ikki at vera sirkushestur, sum varð fagnaður, uttan at tað var brúk fyri mær, og at eg harvið skuldi halda einum spælara, sum venjarin metti vera betri enn meg, uttanfyri. Sjálvandi vildi eg spæla, men bara um venjarin helt, at eg fór at gera mun, sigur Todi Jónsson.
Venjarin metti ikki, at Todi skuldi vera ímillum teir fyrstu sekstan, og so varð hann bara fagnaður eftir dystarlok, tá ið silvurkrónurnar vórðu handaðar. Tað vóru

FCM bronsukrónur
Hóast FCK ikki megnaði meiri enn 1-1 ímóti Herfølge, sum legði seg á odda tíðliga, so ognaðu teir sær silvurmerkini. Tað kann væl vera, at hetta var síðsti dysturin hjá niðurflutta Herfølge nakrantíð í superliguni. Í síðstu viku varð semja gjørd millum Køge og Herfølge um, at tey skulu samstarva um besta liðið í Køge kommunu. Um talan verður um samanlegging ella yvirbygning er ikki greitt enn.
FCM vann 4-1 á heimavølli ímóti AaB. Tað bar við sær, at FCK og FCM endaðu á sama stigatali, men FCK málmunurin var betri enn tann hjá FCM.
Hóast AaB tapti 4-1 í Herning, so ognaðu teir sær fjórða plássið, sum ber atgongd til Royalu kappingina við sær. Esbjerg spældi 2-2 í Randers og gjørdist nummar fimm. OB vann 3-0 á heimavølli ímóti AGF. Várið hevur verið stórt vónbrot hjá OB, men sigurin á AGF bar við sær, at teir endaðu á sætta plássinum, og tað halda teir í Odense kann brúkast.
Viborg tapti 3-2 í Silkeborg,og meistararnir úr Brøndby settu punktum fyri kanska besta kappingarárinum nakrantíð - í hvussu so er tá ið tað snýr seg um danskar kappingar - við at vinna 2-0 á FCN.