Lívfrøðilestur á Náttúruvísindadeildini

Í september mánað í ár byrjar ein nýggjur flokkur av lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

Mannagongdin er, at annaðhvørt ár verða næmingar tiknir upp til alis-/støddfrøði og annaðhvørt ár til lívfrøði. Í ár hava so tey, ið ætla sær undir lívfrøðislestur, møguleikan.


Undirvísingin

Útbúgvingin er broytt nakað í mun til undanfarin ár. Tað verða nú fleiri lívfrøðisfak í byrjanini av lestrinum.

Áður hava lærugreinirnar í fyrstu lestrarhálvu fyri tað mesta verið sonevndar stuðulslærugreinir, so sum matematikk, fysik og kemi. Hesar lærugreinirnar hava ikki altíð tann størsta áhuga hjá lívfrøðislesandi, og tí gerst lesturin kanska heldur strævin hjá fleiri teirra. Broytingin skuldi tí viðført, at útbúgvingin gjørdist meira viðkomandi og áhugaverd hjá næmingunum.


Fakligt sjokk

Hjá nógvum næmingum er tað eitt fakligt sjokk at fara undir hægri lestur. Orsøkirnar kunna vera fleiri: Summir teirra hava klárað seg rættiliga væl í studentaskúlanum, har teir hava fingið toppkarakterir. Tá teir so fara til sínar fyrstu próvtøkur á einum hægri lærustovni, kunnu karakterinir hjá teimum vera munandi lægri enn tey eru von við. Hetta kemst av, at undirvísingarstøðið og krøvini á einum hægri lærustovni eru munandi hægri, enn tey eru von við frá studentaskúlanum.

Fleiri av lærubókunum eru á enskum máli, og tað mugu næmingarnir eisini venja seg við. Eftir fyrstu lestrarhálvu hava flestu teirra tó vant seg við hetta, tey eru komnir í eina fasta rytmu, og lesturin fellir tí lættari.


Sosialt sjokk

Fleiri, sum velja at fara undir eina hægri útbúgving uttanlands, fáa eisini aðrar trupulleikar at dragast við. Í Føroyum búði tú heima, og fekk alt serverað. Nú verður tú tveittur í stórbýin, ofta púra einsamallur. Sjálvt um tú skilir málið, tey tosað, hevur tú eitt sindur ringt við at siga alt tað tú hugsar, og kanska knípir tað eisini eitt sindur við úttaluni. Tá tú gekst í studentaskúlanum, vóru tey kanska einir 20 næmingar. Var tað okkurt tú ikki skilti, kundi tú altíð spyrja læraran. Lærarin førdi eisini bókhald við, um tú møtti upp til tímarnar, og tey ið vóru heldur sløv við uppmøtingini, fingu so boð um hetta. Á universitetinum er øðrvísi. Har situr tú í einum stórum autitorium, í summum førum saman við eini 100-150 øðrum lesandi. Lærarin stendur og greiðir frá onkrum heilt har frammi við talvuna. Hann er líka glaður um tú møtir upp ella ikki. Helst veit hann ikki av, at tú ert ein av teimum lesandi.


Fyrimunur at byrja lesturin í Føroyum

Hetta, at vera burtur heiman, trupulleikarnir við málinum og tað, at frálæran er so ópersónlig, kann í byrjanini fella tungt hjá mongum lesandi. Tí er tað avgjørt ein fyrimunur hjá ungfólki, sum ætla sær undir eina hægri útbúgving, at byrja í Føroyum. Her kanst tú meira líðandi venja teg við tað lestrarlívið, sum tú hevur bundið teg til tey komandi 5-7 árini. Aftan á 2-3 ár í Føroyum kanst tú halda fram við útbúgvingini aðrastaðni, og tá er tað bert málið og sosialu umstøðurnar, tú skalt venja teg við. Hetta er ein møguleiki, sum ungfólk í Føroyum avgjørt eiga at útnytta.


Lívfrøðislesturin á Náttúruvísindadeildini

Henda møguleika hava tey, sum ætla sær at fara undir hægri lívfrøðislestur í summar. Eftir summarfrítíðiina byrjar ein nýggjur flokkur av lívfrøðislesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Upptøkutreytirnar, ið settar verða næmingunum eru:


1. Støddfrøðiligt studentsprógv við í minsta lagi: Alisfrøði-B, Stødfrøði-B, Evnafrøði-B.


2. Eftir meting, onnur útbúgving við javnsettum kunnleikastøði.


Útbúgvingin er skipað sum ein 2 ára grundútúgving. Eftir hetta kanst tú taka eitt ár aftrat, og harvið fáa eitt BS-prógv. Útbúgvingin er lagað føroysku náttúruni, og tekur útgangsstøði í føroyska umhvørvinum.


Góðskriving aðrastaðni

Grundútbúgvingin á Náttúruvísindadeildini er góðtikin av Københavns Universiteti svarandi til teirra fyrsta part.

Næmingar, sum byrja á Náttúruvísindadeildini í summar, kunnu sostatt halda fram við lestrinum á øðrum parti á Keypmannahavnar Universiteti.

Tað fyriliggur í løtuni eingin beinleiðis avtala við onnur universitet, har tú sjálvskrivað fært alt góðtikið, sum tú hevur lisið í Føroyum. Um næmingarnir ætla sær at halda fram aðrastaðni enn við Keypmannahavnar Universitetet, er tí neyðugt at søkja um góðskriving í hvørjum einstøkum føri. Hetta hava fleiri gjørt, og við góðum úrsliti.

Umsóknarfreist til lívfrøðislesturin á Náttúruvísindadeildini er 30. juni 1997. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 15. juuli 1997.

Tey, ið vilja vita meira um útbúgvingina og tær einstøku lærugreinirnar, kunnu venda sær til Nátúruvísindadeildina í Nóatúni, Tórshavn. Náttúruvísindadeildin hevur telefon nummar 15306, har eisini umsóknarbløðini fáast.