størri øki, eitt nú 4 stórar kommunur, soleiðis at inntøkugrundarlagið pr. íbúgva í miðal hækkar fyri viðkomandi kommunur. Fyrst tá fáa vit javnbjóðis kapping og kommunur, ið eru fíggjarliga væl [...] hugburður, ið er púra burturvið. Vit eiga ikki at pína tær kommunur, ið klára seg væl, fyri at onnur øki í Føroyum kunnu koma uppá føtur - tað er í hvørt fall ikki á henda hátt, at vit kunnu finnast millum 15 [...] 15 tær bestu tjóðir í 2015. Tað er í lagi, at vit styrkja um útjaðaran, men tað gerst ikki við mannagongdini, vit hava sæð í seinastuni við millum annað flytanini av Strandferðsluni. Tað er ómetaliga harmiligt
sannføringar eru vavdar inn í okkara tankar meir enn nakrar aðrar sannføringar nú á døgum, um vit vilja tað ella ei . Drívmegin í náttúruvís-indini er, og fer altíð at vera, ivin og forvitni! Um vit velja at [...] rætt, at hesir spurningar eru spurningar, ið náttúruvísindin ikki hevur nakað gott svar uppá. Men eg kann við vissu siga, at hetta eru alt av mest spennandi granskingarspurningum nú á døgum. Eg kann eisini [...] Støðan er, at vit ikki longur hava nakran átrúnaðarligan myndugleika, ið kann tryggja sannleikavirðið av tí sum vit trúgva uppá, og at tað vísindaliga forvitnið verður loyst úr hafti. Vit mugu sostatt fyrst
hevði latið byggjað, og har er skúlin enn. Í dag eru umleið 500 næmingar knýttir at skúlanum og hvønn dag eru um 300 næmingar á skúlanum. Um 80 starvsfólk eru knýtt at skúlanum. Í gjøgnum stóran part av nítiárunum [...] men byggingin av nýggjum depli í Marknagili hevur drigið út. Nú letur tó til, at broyting fer at koma í. Byggingin av Marknagilsdeplinum er komin í gongd og alt bendir á, at hetta er seinasti rundi føðingardagur [...] Leitanin eftir hóskandi hølum hevur eyðmerkt stóran part av søgu skúlans. Nú er leitanin av, men tá skúlin flytur í nýggja Marknagilsdepilin, fer Tekniski Skúlin í Tórshavn eisini í søguna. Tað var nýstovnaða
aftur eru við í kappingini um at vinna Premier League. Tað eru nú seks stig upp til Chelsea á fyrsta plássinum. Arsenal hevur eisini spælt allar dystirnar móti hinum “big four” liðnum, meðan eitt nú Chelsea [...] høvdu verið í einum aldurdali, men við sannførandi avrikinum í dag høvdu svara aftur. Wenger er komin undir eitt minni trýst eftir vánaliga gongdina, men við seks stigum upp til nummar eitt og Champions [...] plássinum. Um halva aðru viku bresta tey bæði saman á City of Manchester Stadium. Tottenham og Aston Villa eru skutin aftanfyri, men tey hava bæði møguleikan at røkka fjórða plássinum. Í botninum er einki avgjørt
sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. ? Men tíverri var onki at gera nú, uttan at boðsenda semingsmonnunum, tí nú var knútur komin á ið var so fastur, at hann var ikki til at loysa. Bjóða 3,10 kr. afturat [...] arbeiðsgevarunum púra greitt. Tað vil siga, at feløgini eru til reiðar at leggja alt landið lamið. ? Sostatt verða øll vinnuvirki løgd lamin, har arbeiðsfólk eru, umframt stovnar og aðrar fyritøkur . M.a. verða [...] sjúkrahúsunum, á skúlum og stovnum o.s.fr. Samferðslan verður helst eisini rakt í ein ávísan mun, tí tað eru limir í arbeiðarafeløgunum, sum binda og loysa skipini summastaðni og ganga vakt umborð. ? Vilja a
Gundadali vann HB grannauppgerðina 2-0, og harvið eru uppflytararnir í B36 eftir fýra umfør púra sørir. Teir hava hvørki fingið mál ella stig. Sekstan mál eru farin ígjøgnum, og kósin úr aftur næstbestu deildini [...] tykist púra bein. Ungi og evnaríki álopsspælarin, Tróndur Sigurðsson, sum í fjør royndi seg í AB og nú er komin aftur í barndómsfelagið, skoraði bæði HB málini eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki. Tað fyrra eftir [...] løtu seinni vóru leiklutirnir býttir um. Magnus legði innfyri, og Sølvi staðfesti 4-0 LÍF sigurin. Nú eru leirvíkingar næstfremstir – trý stig aftanfyri oddaliðið á Toftum. Leygardagin verður toppuppgerð
at tað serliga er ein ávísur aldursbólkur sum hevur vitjað spælistaðið. -Tað eru serliga tey 13 til 15 ára gomlu, sum eru komin her og eisini onkur eldri. -Alt er sjálvandi so nýtt enn, so tað er trupult [...] Fuglafjørður: Hetta er væl kent í øðrum støðum, og nú er tað so eisini komið til býar í Fuglafirði. Í farnu viku lat nevniliga upp eitt nýtt spælistað, har tey ungu nú hava fingið møguleika at spæla nøkur av somu [...] teimum ungu í Fuglafirði. -Eg satsi ikki uppá annan ungdóm enn tann, sum er her í bygdini. Men øll eru sjálvandi vælkomin higar, sigur hann. Riggar aðrastaðni Ein viðkomandi spurningur er tí eisini, hví
hetta vónleyst. Nýggir tónar Við sigrinum er Tjaldur nú av álvara farin at nærkast bronsuplássinum, sum hoyvíkingarnir framvegis sita á. Hetta eru helst søtir tónar í oyrunum á runavíkingunum, og megna [...] til staðar, men í ár hevur veruliga bragdað. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, er ferð veruliga komin á stigasavnanina, og leygardagin var so ein møguleiki at toga seg enn longur uppeftir, tá leiðin gekk [...] gestirnir ikki fingu hálvleikssteðgin at fáa alt í rættlag aftur. Tjaldur var nevnliga fullkomuliga broytt, nú teir komu út aftur til seinna hálvleik. Teir løgdu nógv meira fyri í verjuni, soleiðis at uppgávan
VÍF ájavnt við strandingar í stigum, og hóast teir nú hava leikt ein dyst meira enn hitt oddaliðið, so man tað kennast fløvandi hjá teimum, at teir nú eru á odda. Mikudagin fáa teir høvi at styrkja um oddastøðuna [...] Sámal, sum vanliga skjýtur tey flestu málini, so hevur liðið so sanniliga eisini aðrar leikarar, sum eru væl vitandi um, hvussu ein hondbóltur eigur at verða handfarin. Harumframt hevur liðið tann eginleika [...] situr leikandi venjarin, Egill Steintórsson uttan fyri við einum skaða í økslini, og hóast hann er komin nakað upp í árini, og tískil ikki megnar tað sama, sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani, so tykist
so niðurundir komin at hann var bangin fyri at flúgva, og bangin fyri at missa mettuna úr dunnuhylinum, heldur enn at nýta síni framúr góðu og sjálvsøgdu veiðievni, sum einihvørjari ørn eru í holdið borið [...] Danmarkar at samráðast um frælsi. Gott í tykkum, latið tað ikki frættast um lond, at summir føroyingar nú eru farnir at gera gjøldur við sínum egna merki, og halda tað vera fjant og fjas at okkara merki verður [...] rættiliga at vita av tí, breiddi ørnin veingir sínar út, og alt í einum var hon á flogi og í leysum lofti. Nú átti frøi og gaman at verið í hásæti, men trúgv tí ella ei. So sterkur var longsulin eftir lættvunnu