B68 liggur væl á kósini

Fuglfirðingar høvdu B68 á krókinum, men mistu tvey-mála leiðslu burtur. LÍF roynir at hanga í oddaliðnum, og í botninum er B36 framvegis stigaleyst

Fótbóltur

Tað gongur strúkandi hjá B68. Rúni Nolsøe var í fjør leikandi venjari hjá AB, sum flutti upp, og úrslitini í fýra teimum fyrstu umførunum í ár benda á, at Rúni Nolsøe hevur góðar møguleikar annað árið á rað at vera venjari hjá øðrum liðnum, sum fer at flyta upp.

ÍF misti leiðsluna
Hesa ferð hevði B68 vitjan av ÍF, sum eisini flutti niður í fjør. Eftir fyrra umfarið sá einki út hjá B68. Toftamenn høvdu havt bóltin ikki so lítið, men ÍF var frammanfyri 2-0.
Bartal Eliasen legði ÍF framum beinanvegin. Innleggið varð sent innfyri úr vinstru, og B68 málverjin tóktist hava tak á, áðrenn stóri og sterki ÍF álopsspælarin skoraði.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki kiksaði B68 rangstøðufellan. ÍF uppspælið í høgru endaði við innleggi, sum Atli Petersen stýrdi í kassan.
Kristian Anton Andreasen, sum var væl upplagdur í høgru, átti stutt eftir steðgin uppleggið til fyrsta B68 málið. Dánial Hansen royndi við høvdinum, og Alexandro var fyrstur á returinum. Dánial Hansen javnaði til 2-2, tá ið tað restaði eitt korter. Skotroynd frá Henningi Joensen rakti í bringuna á álopssspælaranum.
Tíggju minuttir fyri leiklok skoraði Alexandro sigursmálið. Aftur var uppspælið í høgru, og eftir innleggið legði Dánial Hansen bóltin fyri føturnar á Alexandro.

Óvæntaður KÍ-sigur
KÍ fekk øll stigini, tá ið TB vitjaði í Klaksvík. Einasta málið skoraði Álvur F. Christiansen, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi í málið. Fyrra umfarið gekk javnt á, men eftir at KÍ hevði fingið mál, hevði heimaliðið fleiri góðar málmøguleikar. Serliga eftir at Chris Craib hevði sæð púra óneyðugt reytt kort, var heimaliðið betri.
TB hevði undan vikuskiftinum skift venjara, men talan var í fyrstu atløgu ikki um venjaraeffektina, sum tað plagar at verða tosað um.

Tróndur søkti grannarnar
Í oyggjauppgerðini í Sørvági hevði heimaliðið vindin undan í 1. hálvleiki, sum var málleysur. Eftir steðgin setti ungi høgri vongverjin hjá FSV04, Hans Arni Ellefsen, við stútra hol á eftir hornasparksinnlegg, og Jovan økti til 2-0, tá ið hann eftir uppspæl frá Andrzej gjørdist púra leysur. FSV04 hevði gott tak á 2. hálvleiki inntil Jan C. Dam noyddist at taka seg aftur. Tað órógvaði, og Ingi Ole-Jacobsen minkaði um munin eftir innlegg úr vinstru frá Jóan Peturi á Stongum. Heimaliðið ressaðist rættuliga við, men teir megnaðu ikki at javna.
Í Gundadali vann HB grannauppgerðina 2-0, og harvið eru uppflytararnir í B36 eftir fýra umfør púra sørir. Teir hava hvørki fingið mál ella stig. Sekstan mál eru farin ígjøgnum, og kósin úr aftur næstbestu deildini tykist púra bein.
Ungi og evnaríki álopsspælarin, Tróndur Sigurðsson, sum í fjør royndi seg í AB og nú er komin aftur í barndómsfelagið, skoraði bæði HB málini eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki. Tað fyrra eftir innlegg úr høgru, og tað seinna eftir at hann var vorðin púra leysur.

Reytt í Runavík
Leygarkvøldið fór LÍF úr Runavík við 4-0 sigri. Eftir at Andreas Lava Olsen hjá LÍF tíðliga hevði sæð reytt, var talan um rættuliga órudduliga uppgerð. Reyða kortið var fýra ferðir á lofti. Tveir LÍF spælarar og ein hjá heimaliðnum vórðu riknir av vølli, og eykamálverjin hjá LÍF, Berint Andreasen, sá eisini reytt.
Adrian Joensen setti beinanvegin hol á, eftir at innlegg var komið úr høgru. Tíggju minuttir fyri steðgin økti vongverjin Hjartvard Hansen eftir at Magnus Skoralíð hevði lagt fríspark innfyri úr høgru.
Tvey tey síðstu málini komu í yvirtíðini. Magnus Skorðalíð økti við høvdinum til 3-0, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt innfyri, og lílta løtu seinni vóru leiklutirnir býttir um. Magnus legði innfyri, og Sølvi staðfesti 4-0 LÍF sigurin.
Nú eru leirvíkingar næstfremstir – trý stig aftanfyri oddaliðið á Toftum. Leygardagin verður toppuppgerð í Leirvík.
Í 5. umfari verður spælt soleiðis: ÍF-SÍ, LÍF-B68, HB-KÍ, FSV04-B36 og TB-NSÍ. Allir dystirnir uttan tann á Tvøroyri verða leygardagin.