Tórshavnar kommuna vorðin ein sonn mjólkikúgv

Uttan fyri Havnina verður oft­ani tikið til, at Tórshavnar kommuna er væl fyri; tað er har pengakassin flýtur yvir, tað er har fólkið er, tað er har, tann almenna fyrisitingin er, tað er har, tey almennu størv­ini eru o.s.fr. og tískil er tað skil­agott at gjara út, flyta stovn­ar og arbeiðspláss til onn­ur øki í landinum, ið eru verri fyri. Tað sær út til, at alt tað, sum hendir í hesum landi, er stýrt av sokallaðari jantilóg, ið er so sterk, at lands­ins lógir onki kunnu stilla upp ímóti hesi simplu og gróðurfestu lóg. Alt, ið verður gjørt í Føroyum, verð­ur stýrt eftir lægsta fel­ags­nevnara. Vit kunnu taka okkara skúlaskipan, har støðið verður lagt eftir tí veikasta næminginum í flokkinum, og tíverri sær tað út til, at man nú á hægsta støði eisini ynskir at føra komm­unalan fíggjarpolitikk eftir lægsta felagsnevnara.

Annika Olsen
býráðslimur í Havn

Tað er ein hugburður, ið er púra burturvið. Vit eiga ikki at pína tær kommunur, ið klára seg væl, fyri at onn­ur øki í Føroyum kunnu koma uppá føtur - tað er í hvørt fall ikki á henda hátt, at vit kunnu finnast millum 15 tær bestu tjóðir í 2015. Tað er í lagi, at vit styrkja um útjaðaran, men tað gerst ikki við mannagongdini, vit hava sæð í seinastuni við millum annað flytanini av Strandferðsluni. Tað er ómetaliga harmiligt, at okk­ara løgtingsumboð úr Suð­ur­streymi sita og sova, með­an alt verður flutt út Havn­ini, peningur eins væl og arbeiðspláss. Mær list­ir at vita, hvat er hent við løgtingsfólkunum úr Suð­ur­streymi. Hvar er loyaliteturin og samkenslan fyri tykkara valdømi?
Kommunala mill­um­javn­ingarskipanin
Tað nýggjasta, vit hava hoyrt frá Tjóðveldisflokkinum, er uppskotið um so­kall­aða kommunala mill­um­javn­ing­ar­skip­an. Grundgevingin fyri hesi skipan er, at skulu fleiri øki, eitt nú fólk­a­skúlin og eldraøkið leggjast út til kommunurnar at um­sita, er einasta loysn at fáa eina útjavnan millum komm­unurnar, soleiðis at kommunur við hægsta inn­tøk­u­grund­ar­lagi pr. íbúgva skulu gjalda fyri kommunur við lægri inntøkugrundarlagi. Tað skal ikki nógv til at rokna út, at Tórshavnar komm­una, ið er best fyri fíggj­a­rliga og hevur størsta inn­tøk­u­grund­arlag pr. íbúgva kemur at rinda størsta kostnaðin av hesi kommunalu mill­um­javn­ing­ar­skipan. Eftir mín­um tykki er hetta at gera smærru kommununum eina bjarnatænastu, og hetta kem­ur í hvørt fall ikki til at viðføra nakra sjálvbodna komm­unala samanlegging - tvørt­urímóti. Tað kann tykj­ast ómøguligt hjá smærru komm­un­unum at yvirtaka eitt nú fólkaskúlan, sum íalt kostar umleið 300 mill. kr. og harvið treytar eina stóra øking av kommunala skattaprosentinum við uml. 5-6 prosentum, sum man neyvan fær inn aftur frá land­inum, og tí byrja smærri komm­unurnar sjálvsagt at rópa um hjálp.
Føroyar skulu býtast í 4 kommunur
Eftir mínum tykki er bert eitt at gera, og tað er at býta Føroyar í munandi størri øki, eitt nú 4 stórar komm­unur, soleiðis at inn­tøk­u­grundarlagið pr. í­búgva í miðal hækkar fyri við­komandi kommunur. Fyrst tá fáa vit javnbjóðis kapp­ing og kommunur, ið eru fíggjarliga væl fyri at yv­ir­taka málsøki sum eitt nú fólkaskúlan. Ì føroysku komm­un­u­num sita alt ov nógv­ir høvdingar, ið ikki vilja leggja saman í størri eindir, og hetta er sera barnsligt og fíggjarliga óforsvarligt. Tað sær út til, at vit mugu gera sum íslendingar, ið vórðu noyddir at leggja málsøki út til kommunurnar, fyri at tær kundu finna útav at leggja saman. Kommunurnar kring landið, ið hava eitt lágt inntøkugrundarlag pr í­búgva fara neyvan at klára seg betur fíggjarliga við at fáa ein kekk sendandi hvørt ár. Hetta minnir eitt sind­ur um blokkstuðulin, sum Føroyar fáa sendandi úr Danmark, og at tað er Tjóð­veld­isflokkurin, ið rópar harð­ast um hetta útjavnan kann man bara undrast enn meira yvir.
Við at lata kommunurnar finna saman í størri eind­ir hava tær sjálvar møg­u­leika fyri at loysa trup­ul­leik­ar­nar innanhýsis og har­við styrkja seg á ein sunn­an búskaparligan hátt held­ur enn at fáa kunstiga fíggj­ar­liga innspræning.
Incitamentið fyri at klára seg væl hvørvur
Við einari millum­komm­un­al­ari útjavningarskipan hava kommunurnar onki end­a­mál fyri at klára seg gott fíggjarliga, tí aðrar komm­unur taka jú um end­an. Hinvegin hava sterku komm­unurnar heldur ikki nakað incitament fyri at klára seg gott, um yv­ir­skotið bert verður flutt úr komm­unukassanum til aðrar komm­unur.
Sum býráðspolitikkari í Havn taki eg tí als ikki undir við útjavning. Eg haldi, at Tórs­havnar kommuna longu hevur víst sín solidaritet við at taka fleiri smærri komm­unur upp í Tórshavnar komm­unu, her hugsi eg um bygd­ir og oyggjar, ið liggja kring Havnina, og hevur tí Tórshavnar kommuna longu framt eina kommunala mill­um­javning. Tað er uppá tíð­ina, at løgtingsumboð, ið eru vald fyri Suðurstreym vakna, áðr­enn mjólkin undan kúnni er vorðin til tað reina vatn.