Hesa hugmynd og vitan hevði danska stórskaldið Henrik Pontoppidan, ið eisini vann Nobels virðislønina í bókmentum í 1917.
Hansara framúr góða lýsing av ørnaunganum, sum nakrir smádreingir høvdu fingið fatur á, og tóku heim til pisu - man hava hugtikið mangan lesara líka frá ti, at »Ørneflugt« varð skrivað í 1894.
Innihaldið og boðskapurin í hesi stuttsøgu, er ikki minni viðkomandi í dag, enn hann var í 1894.
Ikki tí, ørnaungin hevði tað gott saman við tí fína selskapinum, ið helt til í høsnagarðinum hjá presti. Har vóru kákandi hønur, gvaggandi dunnur og jarmandi seyður og sannheitin var tann, at ungin hevði tað so gott, at hann gjørdist bæði ísturmikil og búkstórur.
Síðani var hann bein-skerdur, og slapp ongan veg sjálvt, um hansara viðfødda ørnalyndi onkuntíð eggjaði honum til frælsi í fríum lofti.
Sjálvt um hann fleiri ferðir gjørdi royndir at sleppa upp um gyrðingina, eydnaðist hetta ikki. Hesin kongaligi háborni fuglur var enntá so niðurundir komin at hann var bangin fyri at flúgva, og bangin fyri at missa mettuna úr dunnuhylinum, heldur enn at nýta síni framúr góðu og sjálvsøgdu veiðievni, sum einihvørjari ørn eru í holdið borið.
Kortini bar soleiðis á ein vakran várdag, at eitt frískt lot smeyg sær inn yvir dunnugarðin, og uttan rættiliga at vita av tí, breiddi ørnin veingir sínar út, og alt í einum var hon á flogi og í leysum lofti.
Nú átti frøi og gaman at verið í hásæti, men trúgv tí ella ei. So sterkur var longsulin eftir lættvunnu mettuni í dunnugarðinum, at hesin annars mæti fuglur sjálvur vendi við á hálvari leið, og vildi aftur í garðin.
Henda skeiva avgerð, varð ørnini at bana. Tá hon sveimaði yvir dunnugarðinum og skuldi seta seg, small eitt skot. Ørnin hvarv í fjaðraroki og small deyð niður í hylin. Sanniliga ein syndarligur ørnadeyði.
Hví dugdi ørnin ikki at umsita frælsið?
Stundum líkjast fuglar og fólk.
Fyri mongum hundrað árum síðani flýddu nakrir stinnir garpar av Noregslandi vestur í hav. Teir rýmdu undan harðræði og trælkan, og vilduinna sær frælsi. Kosta hvat tað kosta vildi.
Nakrir tóku búgv í Føroyum. Aðrir hildu leiðina fram til Íslands. Íslendingar og føroyingar eru ættkomnir av hesum frílyntu monnum. Ofta hevur lagnan verið hørð hjá hesum smátjóðum. Íslendingar hava í mongum førum verið stavnin fremri enn føroyingar. Eisini, tá ið frælsið skuldi vinnast.
Onkur ørnaungin fanst har uppi, sum dugur var í. Tá var byrsan ikki uppfunnin, men øksin og gálgin vóru eisini hættislig vápn fyri veingjaleysar ørnin tá í tíðini.
Her í Føroyum hava sanniliga eisini frælslyntir fuglar funnist.
Nólsoyar Páll var ein, ið vildi vinna landsmonnum sínum sámulig kor og frælsi. Men hann hvarv á løgnan hátt mitt í hesum stríði. Langabbasonur hansara Jóannes bóndin, hevði sama frælsa lyndi og vilja, men fyri hann vórðu fótonglar lagdir av allahanda slag og av hansara egnu landsmonnum.
Líkt er til, at í hesum døgum er aftur eitt frískt lot við at taka seg upp í okkara frælsisstríði. Og líkt er eisini til, at hesa ferð verður tað meira enn bara ein ungi, ið er búgvin at fara á flog í ein landsynning og við skinsemi koma aftur við góðum og frælslyntum tíðindum. Men sini vælmeint ráð fari eg at geva tykkum, ið skulu niður til Danmarkar at samráðast um frælsi.
Gott í tykkum, latið tað ikki frættast um lond, at summir føroyingar nú eru farnir at gera gjøldur við sínum egna merki, og halda tað vera fjant og fjas at okkara merki verður vundið á stong í ST.
Nei berið tit høvur hátt og minnist til, at: ikki kemur hann í kór, ið sjálvur vil í flór. Góða eydnu.
Sjúrður Poulsen











