Fótbóltur
Eftir at hava tapt fyri Chelsea og Manchester United var dysturin í gjár teirra seinast møguleiki at hanga í oddinum. Mótstøðan var Liverpool, ið hevur havt eitt vánaligt kappingarár í ár, men sum við einum sigri kundi minka stigamunin millum liðini niður í tvey stig.
Fyrri hálvleikur var javnur. Bæði liðini høvdu onkrar smávegis royndir á mál, men tað var ongantíð vandi á ferð.
Í seinna hálvleiki blivu royndirnar næskari, men tað var ikki fyrr enn í 72. minutti at hol kom á. Tomas Rosicky sendi væl innfyri úr høgru og so kundi Abou Diaby leggja Arsenal á 1-0. Liverpool royndi at svara aftur, men fyriuttan ein roynd frá innskifta Ryan Babel, so var lítið flog yvir framrættaða spælinum hjá Liverpool.
Fyri Arsenal merkir sigurin, at teir aftur eru við í kappingini um at vinna Premier League. Tað eru nú seks stig upp til Chelsea á fyrsta plássinum. Arsenal hevur eisini spælt allar dystirnar móti hinum “big four” liðnum, meðan eitt nú Chelsea bæði skal á vitjan á Old Trafford og Anfield áðrenn kappingin endar.
Arsene Wenger var væl nøgdur eftir dystin. Hann vísti á at spælararnir høvdu verið í einum aldurdali, men við sannførandi avrikinum í dag høvdu svara aftur. Wenger er komin undir eitt minni trýst eftir vánaliga gongdina, men við seks stigum upp til nummar eitt og Champions League fótbólti komandi vikuskifti, sær ikki so gali út hjá teimum. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez var óður um at Liverpool ikki fekk brotsspark í evstu løtu. Myndir vísa tó at Arsenal liðskiparin Cesc Fabregas var staddur uttanfyri brotssteigin, tá hann fekk bóltin á hondina eftir eitt fríspark.
Nani sá reytt
Manchester United var á vitjan á Villa Park. Aston Villa dystast við Manchester City, Liverpool og Tottenham um at røkka fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár. Heimaliðið byrjaði væl og legði seg á odda við málið frá Carlos Cuellar, men Manchester United svaraði aftur løtu seinni. James Collins var óheppin at beina bóltin í egið mál eftir innlegg frá Ryan Giggs.
Tá fyri hálvleikur var hálvan tíma gamal fekk Nani reytt kort. Tað eydnaðist ikki Aston Villa at gagnnýta yvirtalsstøðuna. Heldur vóru gestirnir nærri við at fara avstað við øllum stiginum. Sir Alex Ferguson skilti væl reyða kortið og rósti sínum spælararum fyri at hava verið omaná í dystinum, hóast teir vóru ein maður minni í yvir ein tíma.
Chelsea var á vitjan á Goodison Park, har Everton tók ímóti. Chelsea kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá Didier Drogba, men við tveimum málum frá Louis Saha eydnaðist tað Everton at vinna á oddaliðnum. Louis Saha brendi eisini brotsspark, men tað fekk ikki ávirkan á hvar stiguni endaðu.
Bragdaði hjá Zola
Nógv hevur verið tosa um West Ham seinastu vikurnar. Nýggju eigarnir hava verið nógv í fjølmiðlinum. Tað hevur West Ham venjarin Gianfranco Zola funnist harðliga at, men í gjár sást einki til trupuleikarnar. West Ham vann 2-0 á Birmingham, sum annars hevur staðið seg væl í ár.
Eitt annað botnlið, Wolverhampton, fingu eisini ein hart tiltrongdan sigur, tá teir vunnu 1-0 á heimvølli móti Tottenham. Seinasti dysturin var á Ewood Park millum Blackburn og Hull City. Hann endaði við einum 1-0 sigri til Blackburn.
Spenningurin í oddinum er øktur eftir úrslitini í gjár. Tað eydnaðist hvørki Chelsea ella Manchester United at renna frá Arsenal. Í kappingini um fjórða plássið tykist Manchester City hava bestu kortini á hondini. Við tveimum dystum til góðar, hava teir eins nógv stig sum Liverpool, ið er á fjórða plássinum. Um halva aðru viku bresta tey bæði saman á City of Manchester Stadium. Tottenham og Aston Villa eru skutin aftanfyri, men tey hava bæði møguleikan at røkka fjórða plássinum. Í botninum er einki avgjørt. Bara tvey stig skilja nummar 14 og nummar 19.










