verið næstniðast av teirri orsøk, at teir vunnu fyrra dystin móti b-liðnum hjá ÍF, men tað hevur gingið stak illa í hond hjá SÍ í seinastuni. Teir hava tapt stórt bæði úti og heima og serliga ein dystur [...] ikki rættuliga kundu finna út av hvar teir hoyrdu til á vøllinum. Móttøkuspælið hjá SÍ er ikki nóg gott, og tað ger arbeiðið hjá hevaranum trupult. Jón Nielsen, sum man vera ein av teimum, sum slær allar harðast [...] hevur ikki víst tað, hann kann, seinastu dystirnar hjá SÍ. Ov óstabilt og ikki nóg neyvt móttøkuspæl, sum endar í einstáttaðum álopsspæli. Verjuspælið hjá sørvingum er eisini øgiliga ineffektivt og tað sæst
fyrsta settinum. Samstundis virkaði blokadan sera væl hjá Fleyr í fyrsta setti og tað var ein av høvuðsorsøkunum til at teir fingu so væl fatur á Mjølnir. Hjá klaksvíkingum var tað ikki sørt óheppið at tað gekk [...] klaksvíkingarnir, sum settu dagsordanin. Servurnar, serliga tær hjá John Syderbø og Jóannes Poulsen, vóru tað reina gift fyri móttøkuspælararnar hjá Fleyr. Hevarin Tummas Óli Mortensen rann sum fluga í fløsku [...] skipaðum spæli løgdu teir havnarmonnum ein slíkan avsmurning til, sum teir ikki hava fingið leingi. Venjarin hjá havnarmonnum Klæmint Isaksen royndi at halda monnum sínum til, men lítið hjálpti. Mótloysið sást
Føroyum, sum hevur ein sáttmála við felagið hjá sær. Samstundis sum Jón Rói skrivaði sáttmála við HB, gjørdu tveir aðrir av liðfeløgunum hjá Jón Róa á dreingjaliðnum hjá felagnum, 15 ára gamli Vagnur M. Mortensen [...] liðið hjá HB, men seinni ætlar hann sær at sleppa út um landoddarnar at royna seg. Stóri dreymurin hjá Jón Róa er, at hann ein dagin kann renna inn á Old Trafford í Manchester íklæddur reyða búnan hjá Manchester [...] svara upp á hetta kvøldið, ið Yngd hitti hann í felagshølunum hjá Havnar Bóltfelag, men hann hevur tó okkurt boð. Millum annað hevði B36-venjarin, Tomislav Sivic, vent sær til bæði Jón Róa og Vagn og roynt
21-16! Tað er ivaleyst óheppið, at venjarin ikki fær verið hjá liðnum allatíðina, men hetta var eisini støðan í fjør, og tá tyktist tað ikki at nerva stórvegis. Hjá Kyndli fór tað mesta í gjøgnum høgru [...] hálvleikinum. Tað koyrdi sera væl hjá Kyndli løtuna frá 2-2 til 5-2, men so blivu fleiri spælarar skiftir út, og rútman fór við spælarunum út á bonkin. Annars hevði verjan hjá Kyndli trupult við at dekka s [...] dystinum). Seinni hálvleikur var eisini javnur fyrsta korterið. Tá støðan var 17-16, noyddist venjarin hjá StÍF-kvinnunum Johan Danielsen at rýma eina løtu, tí hann skuldi spæla við monnunum beint aftaná
einkultstartarnar t.d. venur tú medvitað sýrumarkið. Venjarin Jens Glerup hevur kunnað okkum um ymisku økini. Tað er at finna út av, hvar mørkini hjá tær eru. Pulsmátari er á súkkluni, ið fortelur tær eitt [...] ið kanska einaferð frammi í tíðini fer at verða súkklari eins og pápin. Sverri er deildarleiðari hjá Sparikassanum á Sandi. Hann sigur um seg sjálvan, at hann hevur fasta lívsrútmu. Alt verður gjørt eftir [...] Kirkjubøar. Tá ið Jóhan Brend fekk frænir av loyndarmáli mínum, lokkaði hann meg við til venjingar hjá Súkklufelagnum, men eg tordi ikki reiðiliga við mínari sukklu, tí hinir súkklararnir vóru so smartir
væl, men teir eru nú bert eitt stig aftanfyri H71. Men tað tykist kortini ikki, sum um Neistin hevur heilt ta somu styrkina sum liðini omanfyri teir, og H71 má eisini sigast at vera mest upplagda boð upp [...] á heimavølli, har áskoðararnir allir sum ein standa saman um liðið hjá sær, mugu tær metast sum lítlir favorittar. Men stórsigurin hjá Neistanum á Kambsdali hóskvøldið gevur eisini teimum góða barlast at [...] so at siga byrjað aftur frá null tann 6. januar. Í Havn í morgin verður lokaluppgerð millum H71 og Neistan. H71 hava ikki spælt landskappingardyst síðani 5. desember, tá teir taptu við einum máli móti StÍF
sum er fremsta liðið. Men eisini her er fótbólturin í einum lítlum aldudali, og fyri kortum fekk venjarin hjá Grasshoppers sekkin, tí liðið ikki kláraði at koma við í pengasterku Champions League í ár. Tað [...] Í løtuni ger hann mest um seg á hondbóltsliðnum hjá StÍF, men tey, sum fylgja við, munnu vita, at John Petersen eisini telist millum okkara frægastu fótbóltsspælarar. Skálamaðurin, sum seinastu tvey árini
eysturoyarliðið enn meira einsamalt í botninum. Hjá monnunum vísti StÍF í Vestmanna, at teir eins væl og onnur lið kunnu strúka avstað við FM-gullinum. Spælið hjá strandaliðnum hevur koyrt sera væl í seinastuni [...] at liðið hjá Kyndli verður enn meira styrkt í endaspælinum við monnum, sum fyrr hava spælt í felagnum, og tað ger eisini Kyndil til ein av fremstu FM-favorittunum. Tá kappingin byrjaði, var H71 eisini ein [...] vera nógv, sum roknaðu við, at H71 fór at vera tað niðasta av teimum trimum høvuðsstaðarliðunum, tá grundspælið var liðugt, men tað er støðan nú. Í Neistanum hevur venjarin Andreas F. Hansen havt góða ávirkan
ov væl hjá hoyvíkingum seinastu dystirnar. Undan dystinum leygardagin hevði H71 bert ognað sær trý stig í teimum seinastu fýra dystinum, og tað er ov lítið hjá einum so ambitiøsum felag sum H71. Neistin [...] longra stráið, men so fór ikki at verða. Umskipað H71-lið Venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, var undan dystinum noyddur til at umskipa liðið hjá sær nakað. Sonur hansara, Finnur, hevði leikbann [...] Mortensen á høgra og Karl Oddmar Rasmussen á vinstra, sum komu í gongd. Skotini hjá teimum báðum fuku um oyrini á málverjunum hjá H71, sum als ikki komu í gongd í dystinum leygardagin. At tað eydnaðist Neistanum
mans- og kvinnuliðið hjá VÍF hava havt spælandi venjarar úr Rumenia í ár, og serliga hjá kvinnunum hevur Ioana Rapa havt stóran týdning fyri liðið. Hon er gift við spælandi venjaranum hjá monnunum, Daniel [...] fast sum eitt nú Hans Guðmundsson í H71 og Jacob Jónsson í Kyndli, men hetta kemst altso av, at rumenski venjarin hevur verið nógv skaddur í ár. Annars heldur VÍF-venjarin, at kappingin í ár er sera spennandi [...] heimavølli móti júst StÍF, sum teir taptu so nógv ímóti seinast. Leygardagin hava teir heimadyst móti H71, og sunnudagin eina viku seinni spæla teir í Havn móti Kyndli. Hetta eru tey trý liðini, sum Daniel