Nú fer hondbólturin í jólafrí

Hondbóltur: Seinastu dystirnir í grundspælinum verða spældir í dag og í morgin. Hjá kvinnunum er vinnarin av grundspælinum funnin, men hjá monnunum kann VÍF framvegis troka Kyndil av ovastu rókini

Eina ferð um hálvgum seks tíðina í morgin endar grundspælið í hondbóltskappingini hjá teimum vaksnu. Tá hava øll liðini spælt móti hvørjum øðrum tvær ferðir, og tilsamans hava liðini spælt tólv dystir í part.

Tey flestu munnu vera samd um, at kappingin higartil í ár hevur verið ein tann besta nakrantíð við tað, at liðini eru so jøvn, og øll liðini missa stig.

Tá grundspælið er liðugt, verða stigini hjá øllum liðunum býtt í helvt og rundað av uppeftir. Og tá endaspælið so byrjar mikudagin 6. januar í 1999, verður kappingin enn javnari enn hon er nú ? í øllum førum á stigatalvuni, men væntandi eisini á vøllunum kring landið.

Her verður ikki tikið samanum kappingina higartil, tí tað er meira hóskandi at gera tað týsdagin, tá seinastu dystirnir í fyrru helvt av kappingini eru spældir, men vit kunnu hyggja nærri at seinasta umfarinum av grundspælinum, sum verður spælt í dag og í morgin.

Hjá kvinnunum hevur Kyndil, sum vann FM-heitið seinast, spælt allar sínar dystir, meðan bæði Stjørnan og VB framvegis hava tveir dystir eftir. Tað kann tosast nógv um, hví tað er so, men fyri VB merkir tað enn eitt vikuskiftið við tveimum dystum norðanfyri ? annað vikuskiftið á rað og tað triðja tilsamans í hesum kappingarárinum.

Vágskvinnurnar hava saman við GÍ/Tjaldrinum ligið niðast alt kappingarárið higartil, og enn hava tær einki stig fingið á útivølli. Í dag spæla tær í Vestmanna, og í morgin gongur leiðin so inn á Skála. Tey flestu munnu ikki rokna við, at VB fær nakað stig hetta vikuskiftið heldur. Bæði VÍF og StÍF eru væl við í kappingini, og hjá báðum hesum liðunum ræður um at vinna seinasta dystin, so tað verður enn tættari, tá farið verður í holt við endaspælið.

Stjørnan byrjaði kappingina við at spæla fýra útidystir, áðrenn tær fingu sín fyrsta heimadyst. Í dag spæla klaksvíksgenturnar á Kambsdali, og í morgin enda tær heima móti Neistanum.

Liðið hjá norðoyingum byrjaði við at vinna á Kyndli, men teir mongu útidystirnir í byrjanini gjørdu annars, at Stjørnan lá eitt sindur aftanfyri hini oddaliðini, sum kappingin gekk. Men á heimavølli hava tær enn ikki tapt, og stigini, sum eru komin til høldar í KÍ-høllini, hava togað liðið upp aftur millum hinar FM-kandidatarnar. GÍ/Tjaldrið tapti ikki minni enn 13-34 í steypakappingini móti Neistanum hóskvøldið, og tað er lítið sum bendir á, at tær kunnu gera nakað við formsterku Stjørnuna.

So sær tað meira spennandi út sunnudagin, tá Neistakvinnurnar vitja í Klaksvík. Tá hesi bæði liðini spældu í Havn fyrr í kappingini, vann Neistin so tepurt sum 21-20, og við styrkini, sum Stjørnan vísir á heimavølli, har áskoðararnir allir sum ein standa saman um liðið hjá sær, mugu tær metast sum lítlir favorittar. Men stórsigurin hjá Neistanum á Kambsdali hóskvøldið gevur eisini teimum góða barlast at fara til Klaksvíkar við, hóast tann dysturin neyvan verður eins lættur og tann móti GÍ/Tjaldrinum, har Neistin longu í hálvleikinum var á odda 16-5.


Spennandi dystur

í Vestmanna

Hjá monnunum er tað enn ikki avgjørt, hvør vinnur grundspælið. Kyndil hevur spælt allar sínar tólv dystir og er í løtuni ovast við 18 stigum. Tað kunnu føroyameistararnir úr VÍF eisini koma, men so krevst av teimum, at teir vinna heimadystin móti StÍF í dag, og tað kann vísa seg at gerast ein tung uppgáva. StÍF vísti stórspæl móti júst Kyndli mikukvøldið, har teir vunnu 27-23. Her er ógjørligt at finna nakran upplagdan vinnara frammanundan, men um tað eydnast StÍF at vinna dystin, byrja teir endaspælið við sama stigatali sum VÍF (8 stig), hóast teir enda grundspælið við einum stigi færri. Kyndil byrjar endaspælið við 9 stigum, so tað verður so at siga byrjað aftur frá null tann 6. januar.

Í Havn í morgin verður lokaluppgerð millum H71 og Neistan. H71 hava ikki spælt landskappingardyst síðani 5. desember, tá teir taptu við einum máli móti StÍF á Skála. Tvær vikur eru gingnar síðani tá, og allir hinir dystirnir, sum hava verið ímillum, hava elvt til, at steypavinnararnir frá í fjør eru dotnir niður á fjórða plássið. Neistin vann týskvøldið á Tjaldrinum uttan at spæla væl, men teir eru nú bert eitt stig aftanfyri H71. Men tað tykist kortini ikki, sum um Neistin hevur heilt ta somu styrkina sum liðini omanfyri teir, og H71 má eisini sigast at vera mest upplagda boð upp á ein vinnara í morgin. Um tað eydnast ávikavist StÍF og H71 at vinna sínar dystir um vikuskiftið, sær støðan, tá endaspælið byrjar, soleiðis út: Kyndil 9 stig, VÍF 8 stig, StÍF 8 stig og H71 8 stig! Javnari kann tað næstan ikki vera.

Botndysturin hesaferð er í Runavík millum Tjaldrið og KÍF. Á tí væl kenda »pappírinum« er hetta besti møguleiki hjá Tjaldrinum at fáa nakað stig, og tað er í øllum førum seinasti møguleiki í grundspælinum. Úrslitið av hesum dystinum fær eisini stóran týdning fyri útgangsstøðuna í endaspælinum. Um KÍF vinnur, byrja teir við 4 stigum, meðan Tjaldrið einki hevur, men um Tjaldursmenn vinna, hevur KÍF 3 stig og Tjaldrið 1, tá lagt verður til brots aftur 6. januar.