Fyrra helvt av hondbóltskappingini liðug

Hondbóltur: Javnasta grundspælið nakrantíð endaði við fleiri óvæntaðum úrslitum, bæði í kvinnu- og í mansdeildini

Fyrra helvt av føroysku hondbóltslandskappingini endaði um vikuskiftið, og hon endaði við fleiri ikki sørt óvæntaðum úrslitum.

Eitt tað, sum fólk blivu mest bilsin av, mundi vera, at kvinnuliðið hjá VB, sum í 10 dystum bert hevði fingið tvey stig, megnaði at vinna bæði í Vestmanna og á Skála, og tað enntá dag um dag.

So at siga alla kappingina hava tað verið tvey avgjørd botnlið í kappingini hjá kvinnunum: VB og GÍ/Tjaldrið. Tey tvey stigini, VB-kvinnurnar høvdu undan hesum vikuskiftinum, høvdu tær fingið á heimavølli móti hinum botnliðnum GÍ/Tjaldrinum. Tí tóku vágskvinnurnar øll á bóli við teimum báðum sigrunum.

Eisini GÍ/Tjaldrið fekk eitt óvæntað stig burturúr vikuskiftinum, tá tær leygardagin fingu javnleik móti Stjørnuni. Eins og VB hevur GÍ/Tjaldrið ofta havt tað torført móti hinum liðunum í deildini, og bert fáar dagar áðrenn javnleikin móti Stjørnuni høvdu tær tapt stórt móti Neistanum í steypakappingini. Fyri GÍ/Tjaldrið var tað bert spell, at VB fekk ikki minni enn fýra stig, tí hóast javnleikin bleiv samanlagda eysturoyarliðið enn meira einsamalt í botninum.

Hjá monnunum vísti StÍF í Vestmanna, at teir eins væl og onnur lið kunnu strúka avstað við FM-gullinum. Spælið hjá strandaliðnum hevur koyrt sera væl í seinastuni, og í Johan Danielsen eiga teir eisini besta málmannin í landinum. Um StÍF megnar at halda dampinum uppi, kann alt henda.

VÍF-liðið tykist vera nógv viknað síðani í fjør og í fyrra árið, tá teir blivu føroyameistarar. Ingi Olsen er ikki við meir, og enn hevur venjarin Daniel Rapa ? sum eisini hevur verið sera óheppin, tí hann hevur verið skaddur ein stóran part av tíðini, hann hevur verið í Vestmanna ? ikki veruliga megnað at sett dám á liðið.

Kyndil hevur gjørt eitt kupp við venjaranum Jacobi Jónsson, sum helst er besti útispælari í føroysku kappingini í løtuni. Tað frættist, at liðið hjá Kyndli verður enn meira styrkt í endaspælinum við monnum, sum fyrr hava spælt í felagnum, og tað ger eisini Kyndil til ein av fremstu FM-favorittunum.

Tá kappingin byrjaði, var H71 eisini ein av fremstu favorittunum, men teir hava víst seg at missa stig á løgnastu støðunum, og tað kann kosta, tá tað verður talt saman fyri seinastu ferð tann 1. apríl. Tey mundu ikki vera nógv, sum roknaðu við, at H71 fór at vera tað niðasta av teimum trimum høvuðsstaðarliðunum, tá grundspælið var liðugt, men tað er støðan nú.

Í Neistanum hevur venjarin Andreas F. Hansen havt góða ávirkan, og hann hevur lyft aðrar upp á eitt hægri støði. Kári Mortensen hevur altíð verið á høgum støði og er tað enn, men eisini ein maður sum Karl Oddmar Rasmussen hevur havt eitt gott ár higartil.

KÍF hevur gjørt tað gott í ár, eftir at útlitini beint áðrenn kappingin byrjaði, ikki vóru av teimum bestu. Teir tríggir HB-ararnir Allan Mørkøre, Rói Árting og Súni Fríði Johannesen hava styrkt nógv um liðið, men spurningurin er, hvat verður av KÍF, tá fótbólturin byrjar aftur longu í komandi mánaði.

Tann spurningurin er eisini rættiliga aktuellur í Runavík, har Tjaldrið endaði grundspælið uttan stig. Fleiri ferðir var nær við, men eydnan hevur ikki verið við Tjaldursmonnum, sum komu seinni í gongd enn hini liðini. Nú verða øll stigini býtt í helvt, og í Tjaldrinum kunnu teir ugga seg við, at teir í øllum førum ikki missa nakað stig av hesum! Og sum heild hava teir heldur einki at missa, tí eingin væntar nakað av teimum.