Inntøkurnar hækkandi Tað gongur framá hjá fiskivinnuni. Tað hava serliga politikarar staðfest seinastu tíðina. Tað sama ger Óli Jacobsen í ársfrágreiðingini. Hann sigur, at tað, sum er mest umráðandi [...] 206.000. Skattalættin til fiskimenn Føroya Fiskimannafelag hevur í mong ár arbeitt fyri, at fáa skattalætta til føroyskar fiskimenn. Orsøkirnar fyri hesum eru fleiri. Millum annað tað, at fiskimenn eru so [...] fara at enda við, at tað verður torført at manna fiskiskipini. Inntøkumøguleikarnir á landi verða væntandi uppaftur betri, enn teir eru í dag, og tað fer óivað at verða orsøkin til, at fleiri fiskimenn
Tilflytan til hövuðsstaðin fer altíð at vera. Urbaniseran, tað merkir at gera landöki til býöki, ella í yvirfördum týdningi flytanina frá útjaðaröki til miðstaðaröki, er einki serföroyskt fyribrygdi, tað fer [...] ov stórur. Halda tey ráðandi eisini, at tað er óheppið at Havnin veksur ov nógv, er tað teirra skylda at tálma hesi menning. Tað er tað vit hava eitt býráð til. Kommunusamanlegging í suðurstreymoy Tá fört [...] grundirnar til at Tórshavnar býráð longu í 1973 fór undir fyrireikingarnar til at leggja alla suðurstreymoy saman í eina kommuni. Men tað er ikki bara sum at siga tað at leggja kommunurnar saman, tað hevur
Tilflytan til hövuðsstaðin fer altíð at vera. Urbaniseran, tað merkir at gera landöki til býöki, ella í yvirfördum týdningi flytanina frá útjaðaröki til miðstaðaröki, er einki serföroyskt fyribrygdi, tað fer [...] ov stórur. Halda tey ráðandi eisini, at tað er óheppið at Havnin veksur ov nógv, er tað teirra skylda at tálma hesi menning. Tað er tað vit hava eitt býráð til. Kommunusamanlegging í suðurstreymoy Tá fört [...] grundirnar til at Tórshavnar býráð longu í 1973 fór undir fyrireikingarnar til at leggja alla suðurstreymoy saman í eina kommuni. Men tað er ikki bara sum at siga tað at leggja kommunurnar saman, tað hevur
Suðuroy ? fyrst á Økrum og í Lopra, síðani í Vági og til endans aftur á Leiti tey seinastu 26 árini. Frásøgumaður ert tú góður, minnið er sera gott, og er tað stuttligt at hoyra teg siga frá ymiskum hendingum [...] kirkjan, og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta stendur sum ein karmur um míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her á landi ella [...] Lorvík, og mundu tað vera nøkur rík ár, at vaksa upp ímillum sjómenn og bøndur. Neyvan mundi tú nakrantíð droyma um, at títt yrki her í lívinum skuldi verða skúlalærari. Mær kemur til hugs ein morgun í
munur eigur ikki at verða gjørdur á løntakarunum. At hetta uppskot til skattalætta til sjómenn er ein fjaldur stuðul til reiðararnar, er tað helst bert Óli Jacobsen, sum enn ikki hevur fatað. Avleiðingarna [...] skal Óli Jacobsen tó eiga, og tað er, at neyvan hevur nakar fakfelagsleiðari dugað betur at sogið stuðul til reiðararnar úr landskassanum enn hann. Vit eru í dag vitni til, at hann hevur fingið borgarligu [...] hann sjálvsagt er limur í, at leggja fyri tingið uppskot um skattalætta til sjómenn. Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fiskimonnunum skattalætta
Eg gleði meg til næstu sendingar. Tað, sum serliga gleddi sjómanskvinnuringarnar og okkum, sum annars starvast í Sjómansmissiónini, var jólaaftan við sangi, jólaevangeliinum og jólapakkum. Takk fyri ta [...] herðaklapp fyri teirra stóra arbeiði ? og tað fingu tey í sendingini. Samstundis vil eg ynskja Guðs ríku signing yvir alt fólk okkara, bæði á sjógvi og landi. Gott nýggjár í Harrans navni øll somul! Vinarliga
harðræði (?Communist Dictatorship«). Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp í henda [...] fram í bókini og í hvørjari raðfylgju. Tað sæst beinanvegin, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hesari stødd. Tað er gott, at lesarar straks møta navninum Herodot [...] meira má hoyra til profetarnar enn til søgugranskararnar. Men sjálvandi hongur einki mannasamfelag søguliga í leysari luft, og tað fer framtíðarsamfelagið neyvan heldur at gera. Og tað ger einki at hugsa
sá eisini tað piprandi og nakna menniskja, og hon tók okið á seg. Hetta er so, vit góðtaka tað, men kortini loyvi eg mær at gera eina viðmerking til hetta eitt sindur romantiserandi takksemi til kvinnuna [...] eg til sjálva framsetingina, har eg haldi, at høvundurin hevur lyndi til at brúka tann í fyrilestrum hóskiligari siðin at sleppa einum tráð við lyfti um seinni at venda aftur til evnið og gera tað liðugt [...] hann er her ein gáva til øll, sum kanska aftra seg við at fara undir verk, sum hevur ein turrisligari stíl. Javnvigast má kortini millum tað, sum kann tykjast óneyðuga privat, t.v.s. tað sum lýsir serliga
búskapurin so illa, at tað krevur størsta varsemi. Tað hevur gingið gott, tí fiskiskapurin hevur verið óvanliga góður. Men bara tað, at hann kemur niður aftur á vanligt støði, fer tað at merkjast. Tí skal [...] grunnarnar, vóru tað ikki samfelagsbúskaparligar ørsøkir til at fara undir íløgur. Tað veldist alt um, hvussu nógvir pengar vóru í onkrum grunni her, ella har, hvørji arbeiði vórðu sett ígongd. Tað vil siga [...] skal so ómataliga lítið til, áðrenn tað aftur verður galið. Og tí undrar tað meg, at Anfinn Kallsberg, sum mælti til varligan íløgupolitikk, nú fullkomiliga hevur slept endanum. Hetta, sum nú hendir, er
landaræðið várt er aftur vunnið. Kanska var tað lagnan sum gjørdi, at hesin maður ikki skuldi uppliva svikaráðini í 1946 og 1948. Tað er ikki ringt at hugsa sær til, hvat hesin maður vildi sagt við Nyrup, [...] ferðir til Danmarkar at tala við kong og stjórn, um at fáa bøtt um teirra livikor, sum á mangan hátt, hava verið so ring, at illa var liviligt fyri vanliga fólkið; men fáar ferðir at komið nakað gott burtur [...] politikk. »Túgv ikki Dønum alt ov nógv til, teir vilja bert halda okkum sum kúgv á heimabeiti«. Ja sum kúgv á heimabeiti eru sannleiks orð. 14. september sama ár, sá tó út til, at loysn vildi koma á hesa naggatódn