og serliga var tað Ólavur Jensen, sum við framúrskarandi beinraknum hevingum hjálpti smasjunum í gongd, sum serliga Niels Erik Anderson tók sær meistarliga av. Eisini blokkurin hjá SÍ var sera vælvirkandi [...] teir á odda 3-0, men hetta var eisini tað, sum teir megnaðu í hesum settinum, tí ÍF fekk veruliga spælið á glið og blokkurin, sum hevði hjálpt SÍ so væl í fyrsta setti, var als ikki til staðar. ÍF eru [...] takið á smasjunum hjá ÍF, sum var púra óútroknilig og komu allastaðni frá – úr høgru, vinstru og frá miðjuni. Niels Erik Anderson var álitið hjá SÍ og royndi at halda teimum inni í dystinum við góðu álopsstyrki
fuglfirðingar stóðu undrandi inni á strikuni, klárir til at fáa bóltin burtur úr vandaøkinum. Brotssparkið var sólaklárt, og fyri tað fekk Bartal gula kortið. Milan Culjic, sum var defensivur miðvallari sunnudagin [...] Hann var landnyrðingur í ættini í Vági sunnudagin, og tað er ringast hugsandi ætt, tá ætlanin er at spæla fótbólt vesturi á Eiðinum. VB og ÍF ætlaðu eisini at spæla fótbólt sunnudagin, men tað varð av [...] av ongum. Tað var als ikki spælandi fyri vindi. Tí kann tað eisini sigast at vera í lagi, at liðini býttu, ja? sól og vind líka og spældu javnleik 1-1. Fuglfirðingar høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki
Samuelsen. Hann var ikki við í 1. deild móti NSÍ, tí hann hevur vant so lítið síðani summarsteðgin, men hann var nóg góður til at skora seks mál í 3. deild. Longu tá fyrra umfarið var hálvrunnið var støðan 6-0 [...] afturat á veg suður. Teir flestu vóru unglingar, og tað hilnaðist væl hjá teimum. Tá fyrra umfarið var hálvrunnið vóru teir á odda 3-0. Verjan hjá heimaliðnum var ill skipað, Ransin Djurhuus fekk fatur á afturlegging [...] hálvleiki økti HB til 4-1, og tað hevði nógv at siga fyri endaliga úrslitið. Tað vóru bara tríggir minuttir eftir, tá VB minkaði um munin til 3-4, teir trýstu fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Havnarmenninir
vardi KÍ fyri tað mesta. Í fyrra hálvleiki høvdu bæðini tó sínar royndir. KÍ lá eitt sindur afturi á vøllinum og dúvaði uppá mótálop. Tað eydnaðist fleiri ferðir at fangað ÍF á veg fram, og tá var onkuntíð [...] Eitt frálíkt mál. Tað eydnaðist ÍF at javna einar 10 minuttir seinni. Málið kom eftir hornaspark frá Eyðolvi Petersen, og heilt inni við málið fekk Viggo Johannesen høvdið á, og so var 1-1. KÍ fór tó til [...] økti enntá um leiðsluna. Tað var tá Olgar Danielsen gjørdi kynstrið hjá Torleif Eyðuni eftir og høgdi bóltin í málið frá brotsteigarmarkinum. Enn eitt perlumál. Hesa løtuna var ikki líkt til, at ÍF skuldi
n, at liðið tá var minst líka sterkt sum tað, ið kappaðist í Keypmannahavnardeildini fyri nøkrum árum síðani. Í mun til tað er ársins lið avgjørt ikki viknað, kanska tvørturímóti er tað styrkt. Bjóða føroyskum [...] á Amager, har føroyska útisetafelagið ÍF Føroyar venur og spælir sínar dystir, eru tað fleiri fótbóltsvallir enn tað eru í Føroyum yvirhøvur. Tvær ferðir um vikuna eigur ÍF Føroyar rættindini til at venja [...] sum byrjaðu inni, hava slitið sínar fyrstu gaggur í níggju ymiskum feløgum. Telja vit síðani restina av 1. liðshópinum, næst- og triðbesta mansliðið og allar kvinnurnar við, so munnu tað vera ógvuliga
hóskvøldið var sera væleydnað. Veðrið var eisini til vildar, og hóast tað bleiv nakað myrkt móti endanum ? ljósini kring vøllin máttu tendrast ? bilti tað ikki. Bert spell, at HB ikki vann, tí tað hevði ikki [...] byrjar. HB kom á odda nakað inni í dystinum, tá Andrew av Fløtum trekti, skeyt og skoraði hegnisliga, og føroyska liðið var eisini á odda 1-0 í hálvleikinum. Men seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá [...] at fáa bóltin at broyta kós, og so var einki at gera hjá Bárði Johannesen í HB málinum. Framvegis HB Men hóast hesa køldu skoluna so tíðliga í seinna hálvleiki var tað framvegis HB, sum hevði yvirvágina
sál. Hetta merkja spælararnir í KÍ sjálvsagt eisini. - Tað er ein ómetaliga stórur áhugi fyri KÍ í býnum. Í fjør, tá ið tað gekk so mikið illa, var tað ikki altíð líka stuttligt, men framvegis eru klaksvíkingar [...] HB, vunnið eitt sindur av hvørjum, so tað var ein sigursvandur spælari, ið vendi heim aftur til barndómsfelagið undan kappingarárinum í fjør. Men hóast KÍ er eitt tað mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti [...] illa hjá besta liðnum. Er farið í gloymibókina - Tað var eitt ógvuliga súrt og tungt ár. Tá vóru vit ógvuliga langt niðri, og eg haldi, at hjá okkum er tað árið langt síðani farið í gloymibókina, sigur Heðin
so skal tað vera lættari at tumma. Men hann hevur ikki roynt tað sjálvur og hann veit onki um, at tað hjálpir. Tað verður sagt, at tað er verri at tumma, tá ið tað er kalt í veðrinum, men tað heldur Eliesar [...] ómak Tað er ikki fyrrenn eftir kríggið, at veruligt veðrahald fór at taka seg upp her á landi. Fyrst og fremst var tað í Suðuroy, her tað nú er ein høvuðstáttur í seyðahaldinum, men síðani er tað blivið [...] turt, og at tað er reint inni. Annars trívist hann ikki. Nú er vanligt at hava krubburnar upp frá gólvinum, tað er turrari, reinari og lættari at reinsa. Men tað er ógvuliga umráðandi, at tað ikki er trekkur
Hafsteinn Sigurðsson. Tveir mánaðir eftir vanlukkuna varð flaggið hjá trolaranum funnið inni á Skálafirði, og nú er tað aftur á Neskaupstaði, har Goðanes hoyrdi heima. Flaggið er nú í varðveitslu á minnissavninum [...] Týsdagin var eitt føroyskt ferðalið á Neskaupstaði í Íslandi. Millum ferðafólkini vóru fleiri menn, sum sigldu við íslendskum trolarum í síðstu øld. Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipað er fyri slíkari [...] slíkari ferð til Íslands, men ferðin hesaferð var serlig, skrivar heimasíðan hjá Síldarvinnsluni. Tí við sær høvdu føroyingarnir flaggið hjá íslendska trolaranum Goðanes, sum sigldi á Flesjarnar 2. januar
Upprunaliga var ætlanin at henda minnisløtan skuldi vera í samband við Allahalgannadag í fjør, men hesum forðaði farsóttin fyri. Og tá tey ætlaðu at gera tað um nýggjársleitið, var sama skilið. Tí varð tað nústani [...] bygdin kundi fáa sítt egna missiónshús. Av uttanbíggjafólki var tað serliga trúboðarin, Johan Olsen úr Rituvík sum stuðlaði og hjálpti til. Húsið var fíggjað við gávum og ymsum tiltøkum, so sum basarum og sølu [...] ikki havt reglulig møtir í nøkur ár. Men í fjør var skipað fyri lærusveinaskúlanum PODAS, har átta fólk hittust til undirvísing í Bíbliuni. Sum skilst var tað sera gevandi og ikki minst stuttligt. GITTARIN