Týsdagin var eitt føroyskt ferðalið á Neskaupstaði í Íslandi. Millum ferðafólkini vóru fleiri menn, sum sigldu við íslendskum trolarum í síðstu øld.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipað er fyri slíkari ferð til Íslands, men ferðin hesaferð var serlig, skrivar heimasíðan hjá Síldarvinnsluni. Tí við sær høvdu føroyingarnir flaggið hjá íslendska trolaranum Goðanes, sum sigldi á Flesjarnar 2. januar í 1957 og sakk. Øll manningin bleiv bjargað uttan skiparin, Pétur Hafsteinn Sigurðsson.
Tveir mánaðir eftir vanlukkuna varð flaggið hjá trolaranum funnið inni á Skálafirði, og nú er tað aftur á Neskaupstaði, har Goðanes hoyrdi heima.
Flaggið er nú í varðveitslu á minnissavninum í bygdini. Í sambandi við handanina vóru nakrir fyrrverandi íslendskir trolaramenn hjástaddir, teirra millum Birgir Pétursson, fyrrverandi skipari og beiggi skiparan á Goðanesi.











