ÍF Føroyar er samanhald og samleiki

Tað er tað líkamikið, um tú bara hevur spælt við LÍF ella ert skrásettur fyri A-landsdystir. Í ÍF Føroyum er felagsnevnarin føroyska blóðið og kappingarneytarnir eru danir burturav

Fótbóltsútisetar: Á Kløvermarkini á Amager, har føroyska útisetafelagið ÍF Føroyar venur og spælir sínar dystir, eru tað fleiri fótbóltsvallir enn tað eru í Føroyum yvirhøvur.
Tvær ferðir um vikuna eigur ÍF Føroyar rættindini til at venja á einum av hesum vallum í hálvanannan tíma. Hesa løtuna kanst tú hoyra alt frá øgiligum illbønum, sum ikki hóska seg á prenti, frá onkrum suðuroyingi til okkurt »píka, faka« frá einum eysturoyingi. Allir leikararnir koma við hvør sínari bakgrund. Teir flestu lesa eisini hvør sítt fak, so ymisleikin er øgiligur í ÍF Føroyum.
Hetta varð eisini staðfest so ruddiliga til seinasta venjingardystin hjá besta mansliðnum. Teir 11 leikararnir, sum byrjaðu inni, hava slitið sínar fyrstu gaggur í níggju ymiskum feløgum.
Telja vit síðani restina av 1. liðshópinum, næst- og triðbesta mansliðið og allar kvinnurnar við, so munnu tað vera ógvuliga fá fótbóltsfeløg í Føroyum, sum ikki eru umboðað í ÍF Føroyum.
Áhugavert er tað eisini, at tað eru lutfalsliga nógvir góðir leikarar, sum eru við at mynda ÍF Føroyar. Leikaralistin fyri besta mansliðið telur fleiri leikarar, sum hava umboðað A-landslið okkara, umframt at rættiliga nógvir av leikarunum hava spælt á ungdómslandsliðum og annars hava verið profilar í teimum feløgum, teir eru uppvaksnir í.

Sterkari enn nakrantíð
Triðja árið á rað eitur venjarin hjá besta mansliðnum Sigmund Mikkelsen. Áður hevur hann havt Eyðun Hentze Højgaard aftrat sær, men síðani fjørsummar hevur hann verið einsamallur við róðrið.
Sambært Sigmundi Mikkelsen er málið fyri kappingarárið hjá hansara liðið einfalt:
– Liðið skal flyta upp.
Av tí sama eru nakrar broytingar gjørdar í mun til undanfarnu árini. Millum annað hevur Sigmund Mikkelsen sett navn á 20 leikarar, sum eru partur av 1. liðshópinum.
– Vit venja nógv harðari nú og talan er absolutt ikki um nakran sosialan bindiklub. Tí skulu leikararnir eisini hava eina øgiliga góða grund fyri ikki at møta til venjing, sigur Sigmund Mikkelsen.
Í fjør mettu teir báðir venjararnir undan kappingarársbyrjan, at liðið tá var minst líka sterkt sum tað, ið kappaðist í Keypmannahavnardeildini fyri nøkrum árum síðani.
Í mun til tað er ársins lið avgjørt ikki viknað, kanska tvørturímóti er tað styrkt.

Bjóða føroyskum liðum av
Leikaralistin vísir eisini, at hópurin er sterkur. Og hóast tað er trupult at samanbera, so metir Sigmund Mikkelsen, at hansara lið hevði staðið seg í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
– Um vit vandu fimm ferðir um vikuna, so meti eg heilt víst, at vit ikki høvdu flutt niður úr Vodafonedeildini, sigur Sigmund Mikkelsen, sum heldur enn fegin hevði sæð sínar mans tikið dystin upp við eitt Vodafonelið.
– Vit hava tosað um tað og halda allir, at tað hevði verið øgiliga stuttligt at spælt ein dyst í móti einum Vodafoneliði, tá vit eru heima í summarfrí, sigur Sigmund Mikkelsen, venjari hjá besta liðnum hjá ÍF Føroyum, sum harvið hevur bjóðað føroysku liðunum av til venjingardyst í summar.