2. deild
Dysturin millum botnliðið KÍ og oddaliðið ÍF spældi ikki av, sum tey flestu høvdu roknað við frammanundan. Tað, sum onkur hevði væntað fór at verða tryggur sigur til fuglfirðingar, endaði við einum tøttum dysti og javnleiki.
Dysturin var javnur mesta av tíðini, men tá ÍF í seinna hálvleiki fór at trýsta fyri at javna og vinna, fingu teir alt meira spæl, og tá vardi KÍ fyri tað mesta.
Í fyrra hálvleiki høvdu bæðini tó sínar royndir. KÍ lá eitt sindur afturi á vøllinum og dúvaði uppá mótálop. Tað eydnaðist fleiri ferðir at fangað ÍF á veg fram, og tá var onkuntíð vandi á ferð.
Dysturin var ikki meira enn eitt korter gamal, tá KÍ legði seg odda. Torleif Eyðun Petersen streyk avstað í høgru, stútaði bóltin fram við einum ÍF-verjuspælara og smekkaði so til úr 18 metrum. Bólturin sigldi omanfyri ÍF-málverjanum og í handara síðunet. Eitt frálíkt mál.
Tað eydnaðist ÍF at javna einar 10 minuttir seinni. Málið kom eftir hornaspark frá Eyðolvi Petersen, og heilt inni við málið fekk Viggo Johannesen høvdið á, og so var 1-1.
KÍ fór tó til hálvleik við leiðsluni, tí stutt eftir ÍF-málið varð Erling Fles spældur leysur, og hann prikaði bóltin fram við ÍF-málverjanum.
Góð mál
ÍF royndi at leggja nógv fyri, tá liðið kom út eftir hálvleikssteðgin. Men KÍ kláraði at standa ímóti trýstinum við sama taktikki, og heimaliðið økti enntá um leiðsluna.
Tað var tá Olgar Danielsen gjørdi kynstrið hjá Torleif Eyðuni eftir og høgdi bóltin í málið frá brotsteigarmarkinum. Enn eitt perlumál.
Hesa løtuna var ikki líkt til, at ÍF skuldi koma afturíaftur. Teir spældu nógv fram ímóti KÍ-málinum, men kjansirnir vóru sjáldan opnir. Men so vendist alt knappliga. Tá einir 20 minuttir vóru eftir at spæla fekk ÍF tvey tøtt mál.
Fyrra málið stútaði Mortan Thomsen, tá hann var fyrstu á einum frísparksinnleggi úr høgru. Seinna málið syrgdi innskifti Jan Jørgensen fyri. ÍF fangaði KÍ á vegnum framm, og so gjørdu teir skjótt av. Jan tamdi innleggið úr høgru við bringuni og skjeyt fyrstu ferð. Bólturin sat dygst úti við stólpan, og so var 3-3.
Eftir hetta hevði ÍF nógv spæl, men KÍ var eisini um reppið at sleppa ígjøgnum. Dysturin endaði við javnleiki, og tað kendist sum eitt vónbrot hjá heimaliðnum, sum helst hevði verið nøgt við javnleik, vóru teir spurdir undan dystinum.
ÍF kláraði at venda einum hóttandi tapi til javnleik, men teir fingu eina áminning um, at tað ber ikki til at vinna dystir uttan víðari - heldur ikki móti aftaru liðunum í deildini.
Skála-ÍF 3-3 (2-1)
1-0: Torleif Eyðun Petersen
1-1: Viggo Johannesen
2-1: Erling Fles
3-1: Olgar Danielsen
3-2: Mortan Thomsen
3-3: Jan Jørgensen