Hansen og aðrir. Vit blivu føroyameistarar, og so vaks hugurin aftur. Síðani fluttu teir upp í unglingadeildina. ? Menn sum Bjarni og Julian fóru upp á 1. deildarliðið longu sum 1. árs unglingar, og liðið [...] halda okkum til tey stóru og taka skrædlini, sum fylgja við. Og um tú hyggur eftir teimum positivu og teimum negativu upplivingunum, so eru tey positivu í stórum meiriluta. Og tað hevur smittað ógvuliga [...] venjari, og tá bleiv eg rímiliga fastur í 1. liðshópinum. Gunnar hevur altíð verið áleypari, og um hetta mundið vóru eisini menn sum Helgi Olsen, Kári Reynheim, Bjarni Jacobsen, Suni Jacobsen og Kári Nielsen
Kyndil, VÍF og H71 (men teir hava spælt tveir dystir færri enn H71). Triði dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið verður í Havn og er millum Neistan og KÍF. Í fjør vóru júst Neistin og KÍF botnliðini [...] áhugan hjá bæði spælarum og áskoðarum, og tað verður ivaleyst nógv fólk í høllini í Vestmanna í morgin. Tveir aðrir dystir eru í mansdeildini í morgin. Fyrri dysturin millum Tjaldrið og StÍF varð fluttur úr [...] 1. deild hjá kvinnum eru fýra dystir hetta vikuskiftið ? tveir í dag og tveir í morgin. Í Klaksvík í dag spæla Stjørnan og VÍF, og hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tað er ikki so væl statt við fólki
støðan hevur verið hjá KÍ. Men nú er greitt, at KÍ fær enskan venjara til komandi kappingarár. Tann 43 ára gamli Tony Parris er maðurin, sum skal taka sær av KÍ-liðnum komandi ár, og hann er ikki heilt ókendur [...] knýttur at bæði Bolton Wanderers og Crystal Palace í Onglandi, og seinastu árini hevur hann hildið til í USA, har hann hevur verið samskipari av college-fótbóltinum og sjálvur eisini hevur vant eitt c [...] til Føroyar í februar, og hann ber orð fyri at vera ein harður venjari, sum krevur, at spælararnir hjá sær eru væl fyri kropsliga. Venjingin hjá KÍ byrjar eisini longu í januar, og eingin ivi man vera um
stigatalvuni liggja fimm lið, Kyndil, Neistin, VÍF, Stjørnan og StíF, sum øll kunnu taka stig frá hvørjum, meðan VB og felagsliðið GÍ/NSÍ liggja og berjast í botninum. Millum annað av hesi orsøk mundu tey [...] álopsspælið hjá sær, og samstundis fóru tær at mansverja Sólrun Krosslá, og spælið hjá VB datt púrasta niður fyri eftir hetta. Seinastu 20 minuttirnar av dystinum fekk VB einans trý mál, og tá ið Neistin so [...] framvegis munin á heimaliðnum, og tær øktu eisini um leiðsluna. Tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið Sólrun Krosslá við brotskasti legði VB á odda 16-11, og tey flestu væntaðu helst, at
klaksvíkingar, og teir fóru væl nøgdur heim aftur eftir ein góðan og undirhaldandi dyst, sum Stjørnan vann 28-27. Tað var annars VÍF, sum kom betur frá byrjan og legði seg á odda 2-0 og seinni eisini 6-2 [...] bæði Jacklin og Ioanu Rapa, og tá báðar hesar blivu mansvardar, datt spælið hjá VÍF sundur. Men tað eydnaðist kortini útiliðnum at fáa eitt mál upp á brotskast, og so var 26-26. Tað var tætt og hendingarríkt [...] av Jacklin helt nakað inn í seinna hálvleik, og so líðandi fekk Stjørnan fatur á endanum aftur. Serliga Annika Ljósstein og Anna Kristina Samson spældu væl, og hendan seinna nevnda avdúkaði, at VÍF hevur
Fleyr kemur frá kantinum. Og ofta er alt ov lítið trýst á hesum álopum. Hvussu var og ikki, so endaði fyrsta sett við einum greiðum Mjølnir sigri. 15-3 til klaksvíkingarnar og tá skulu meir enn undanførslur [...] vanliga ikki byrja inni, sluppu at byrja og tað skal ein ikki geva Fleyr. Til tað eru tær ov royndar. Tær tóku av beinanvegin og settu nýggju leikararnar undir trýst og tað gav úrslit. Fleiri av leikarunum [...] annað sett sum tað var og tær vunnu tað 15-10. Gamla gardan innaftur Nú hildu klaksvíkingarnir, at tað var nóg mikið, og tí byrjaðu tær triðja sett sum fyrsta sett. Mjølnir gjørdi bart og rýmdi frá Fleyr liðnum
tær í Vestmanna, og í morgin gongur leiðin so inn á Skála. Tey flestu munnu ikki rokna við, at VB fær nakað stig hetta vikuskiftið heldur. Bæði VÍF og StÍF eru væl við í kappingini, og hjá báðum hesum liðunum [...] tvær ferðir, og tilsamans hava liðini spælt tólv dystir í part. Tey flestu munnu vera samd um, at kappingin higartil í ár hevur verið ein tann besta nakrantíð við tað, at liðini eru so jøvn, og øll liðini [...] liðini missa stig. Tá grundspælið er liðugt, verða stigini hjá øllum liðunum býtt í helvt og rundað av uppeftir. Og tá endaspælið so byrjar mikudagin 6. januar í 1999, verður kappingin enn javnari enn hon er
oddaliðið Kyndil ? og nú stigini verða býtt í helvt, er bert eitt stig ímillum nummar eitt og tvey. Kyndil byrjar við 10 og Neistin við 9 stigum. Stjørnan fær sjey stig við sær í endaspælið, og tað kann saktans [...] hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Bert eitt stig hevur Stjørnan mist á heimavølli, og tað var í javnleikinum móti Kyndli ? og tá kundi Stjørnan tað sama vunnið dystin. Tí var tað eisini rættiliga óvæntað, [...] Føroyum í løtuni. Hon byrjaði ikki í málinum, men kom inn seinni og tók nógv skot. Hinvegin vóru skotini hjá Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið hjá málverjanum lættari. Ein av orsøkunum
tilmeldað. Tilsamans skulu 128 dystir spælast, og tað verður spælt í KÍ-høllini, báðum fimleikarhøllunum og so eisini norðuri á Fossanesi. Vinnandi liðini fáa steyp og heiðurstekin. [...] deildir, sum Mjølnir skipar fyri, verður nú leygardagin. Tað hava 69 lið boðað frá, at tey vera við, og tað er meira enn tað hevur verið seinastu árini. Serliga hjá gentunum er undirtøkan í ár størri enn
vinnur eina kapping fyri og aðra eftir, og hann hevur verið danskur meistari tríggjar ferðir. 30 ára gamli Guttorm Sørensen úr Hvannasundi er ein av allarbestu føroysku rennarunum, og hann hevur seinastu átta [...] við til Oyggjaleikirnar, og tað fekk eg so at vita, greiður Guttorm frá. Tá hann kom til Vejle møtti hann bara upp, har venjing var, og segði, at hann ætlaði sær at renna. Og har var grundarlagið so lagt [...] við buldur og brak, at hann gjørdi vart við seg sum rennari. Vann trý Danmarksmeistaraheitið Eftir trý ár í Esbjerg, har Guttorm tók EFG og HH, fór hann til Århus at lesa til civiløkonom. Og frá 1993 menti