NS Cup 99 fyri yngri deildir

Flogbóltur: Árliga Mjølnirkappingin fyri yngri deildir verður nú leygardagin

Tann árliga flogbóltskappingin fyri yngri deildir, sum Mjølnir skipar fyri, verður nú leygardagin.

Tað hava 69 lið boðað frá, at tey vera við, og tað er meira enn tað hevur verið seinastu árini. Serliga hjá gentunum er undirtøkan í ár størri enn vanligt, tí heili 45 lið hava meldað seg til kappingina. Hjá dreingjunum eru 24 lið tilmeldað.

Tilsamans skulu 128 dystir spælast, og tað verður spælt í KÍ-høllini, báðum fimleikarhøllunum og so eisini norðuri á Fossanesi.

Vinnandi liðini fáa steyp og heiðurstekin.