høvdu til uppgávu at stuðla í álopspartinum. Fyri tað mesta riggaði hetta eisini sera væl. Kompakti miðvøllurin gjørdi tað ógvuliga trongt hjá B36 at fáa veruliga gongd í álopsspælið, og í fleiri førum varð [...] Alecander, áðrenn hann stútaði. Hvussu var og ikki, so stóð málið við, og fyri KÍ merkti hetta eftir øllum at døma, at teir verða ov stuttir í royndunum at vinna HB aftur. Teir eru nú tvey stig aftan fyri [...] Fyrstu møguleikarnar í dystinum var tað tó B36, sum hevði, tá teir í tveimum førum sluppu oman at baklinjuni, men mitt í øllum svaraði KÍ aftur. Allan Mørkøre var farin oman móti horninum at taka langt innkast
Flokkurin heldur, at tað hevði verið so synd í Suðuroyingum at fingið oljuna, at hann vil ikki uppá nakran máta lóggeva um, at oljuvinnan skal vera í Suðuroynni. Men sjálvstýrisflokkurin var ikki einsamallur [...] Henrik Old helt, at mangt var í neyðini nýtt og hann helt at tað var gott gjørt av Gamla Sjálvstýrinum at vera so framskygd, at teir longu nú dugdu at meta um trupulleikar, sum kanska fóru at taka seg upp [...] m, at kemur tað hartil, at trupulleikar av hesum slagnum fara teir eisini at megna at loysa. Men hann helt, at tað var nyttuleyst at próvføra fyri einum flokki, sum var komin til tað niðurstøðu, at vandin
Áki nevnir sum dømi, at áðrenn caféin kundi takast í nýtslu hin 17. mars í ár, høvdu eigararnir nýtt so at siga hvørt kvøld í einar 3 mánaðir niðri í hølunum, har teir skiftu so at siga alt út. Samlaðu [...] samdur í. Tað er eisini rætt, at tá hugsað verður um, hvussu nógvar útreiðslur eru at gjalda, so er tað einki at siga til, at nýtararnir eru noyddir at gjalda fyri nýtsluna. Fyri limir kostar tað 35 kr. um [...] nøkrum slag. Til alneta sambandið eru fastar linjur, soleiðis at tær ikki nýtist at logga av og á, umframt at hetta eisini forðar fyri, at tú onkuntíð verður tveittur av netinum, tá ólag er á sambandinum
studentaskúla, men hetta forðar henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna. Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men komandi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska [...] teirra var so Henrietta Nielsen, sum undan fráferðini ikki ivaðist leingi í serliga tilboðnum. – Eg fari hagar tí at henda møguleikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað er her, ið nakrir av heimsins bestu [...] landið, men tað var ikki óttin, sum vigaði nakað í avgerðini hjá henni. – Sjálvandi eri eg eitt sindur bangin eisini, men gleðin at sleppa hagar fyllir meira enn óttin fyri at tað fer at henda mær nakað,
fyri onki og at tað fer at geva Postverkinum lætt spæl at køva alla kapping á økinum. Hann krevur eisini, at fer Postverkið at kappast á økjum, sum ikki hevur við beinleiðis postflutning at gera, skal tað [...] sovið í tímanum, men hann hevur í øllum førum havt allar møguleikar at gera vart við seg, tí onki mál er so fyrireikað so væl í politisku skipanini í nógv ár, sum akkurát hetta. ? Og tað er ikki longri [...] 16. november í fjør, at Poul Michelsen fyri opnari mikrofon í Løgtinginum var mær sera takksamur fyri at eg hevði lagt uppskot fyri tingið um at fáa heimild til at seta upp til 30 milliónir í almennum p
roynt at gera eina handbók í støddfrøði. Hetta er ikki ein handbók, sum flytir danska støddfrøði yvir í føroyska støddfrøði. Nei, hetta er ein handbók í støddfrøði á føroyskum. Vit hava roynt at gjørt [...] verður brúkt í heilum. Her valdu vit at nevna tað "eitt skap" og vórðu noyddir at vísa á, at tað eisini eitur skap í fleirtali. Hetta orðið fall eisini í góða jørð". Dømi um tað mótsetta orð sum ikki vunnu hevd [...] foreldrini, at tey ikki skiltu eitt orð av tí, sum stóð í bókunum. Á henda hátt fingu tey ikki hjálpt sínum børnum at gera heimaarbeiðið. - Hesar útsagnirnar birtu upp undir at geva út eina handbók í støddfrøði
vertirnir í Grugg ikki heilt samdir í. Tey siga, at tað kann onkuntíð verða trupult at fáa fólk at vera við í sendingini, men í flestu førum gongur tað. Annlis sigur, at tey kundu gott hugsað sær at gjørt [...] trupult at taka ein bandupptakara við, tá ið man fer at vitja foreldur og onnur skyldfólk í vikuskiftunum. Ung eru opin Nógv vilja vera við, at tað er trupult at fáa føroysk ungfólk at opna seg. Hetta eru [...] burturav hevur tikið sær av Grugg, tí at Johannus í sambandi við sína læraraútbúgving hevur verið í starvsvenjing í India í januar og februar mánaða. Hetta førdi við sær, at tað var Annlis, sum saman við Ginnu
serliga í verjupartinum høvdu tær sera gott tak á VB. VB megnaði slett ikki at spæla seg ígjøgnum, og aloftast noyddust tær at skjóta í trýstari støðu ímóti eini vælleikandi Agne í stjørnumálinum. Í hinum [...] vágbingur helst halda, at hetta sá ikki for gott út hjá teimum. Tá hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda 9-4, og einki bendi á, at VB megnaði at svara aftur. Støðukríggj Men eftir hetta steðgaði fullkomiliga [...] kunnu tó mest takka sær sjálvum fyri, at tær ikki tóku enn fleiri mál inn á Stjørnuna. Feilir í álopinum gjørdu, at tær blivu revsaðar í hinum endanum, og tá gerst ikki lætt. Alina og Simona avgjørdu Tveir
plagdu ikki at vera so kræsnir í mati! Hann ivaðist ikki í, at upsi mundi vera at fáa á Munkagrunninum, men bert royndir kundu staðfesta hetta. Komandi partur Emil Madsen Hoff var landslækni í Føroyum [...] og um húkarnir ikki vóru so stórir, at bert teir størstu toskarnir kláraðu at gapa um teir. Føroyingar høvdu eisini tann fyrimunin, at tey hægru fjøllini í Føroyum gjørdi tað lættari at staðfesta miðini [...] fingu teir ikki minni burtur úr - heldur var tað hin vegin. Ein útróðrartúrur vardi í 24 tímar. Teir fóru út á morgni, og fóru so langt út, at teir sóu ikki land. Uttan kumpass og uttan at duga navigatión
vit plaga at brúka. Ditlev ivaðist ikki, men spurdi beinanvegin hinar menninar um teir ikki skuldu fara við jolluni at royna hjálpa teimum. ? Men tað noktaði hinir blankt, tí tað tordu ikki at fara við [...] við jolluni í so ringum veðri. Sjálvur hevur Ditlev bát og er vanur at sigla, tó at veðrið kanska ikki altíð er av tí besta. Men einsamallur var ikki hugsingur um at fara við jolluni í slíkum líkindum, tí [...] gd Tað er onki at ivast í, at tríggir ungir spaniólar eru ómetaliga fegnir um, at Ditlev Winter úr Vági ikki var so langt burtur, tá ið teir fóru ein siglitúr týsdagin. Tí var tað ikki júst fyri hendan