Farvæl til gullvónina

Bæði B36 og KÍ høvdu sínar møguleikar at avgera dystin, men tá alt kom til stykkis, vórðu stigini býtt millum liðini, soleiðis at bæði helst søgdu farvæl við seinastu vónina um gullkrónurnar

Fótbóltur

Eingin ivaðist í, hvat stóð upp á spæl, tá B36 tók ímóti KÍ sunnudagin. Talan var um tey bæði liðini, sum royna at elta HB og NSÍ, og tí var tað fyri báðar partar avgerandi, at trý stig vórðu fingin til høldar. Sum úrslitið sigur, so miseydnaðist hetta hjá báðum pørtum, men áðrenn hetta varð greitt, høvdu bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá liðunum báðum verið ígjøgnum allan kensluskalain, har gleðisløturnar vórðu avloystar av vónbrotum og øvugt.

KÍ stýrdi
Í fyrra hálvleiki var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein somikið málríkan og undirhaldandi dyst. Bæði liðini tóktust hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og tí var talan um hampuliga fáar gjøgnumbrotsroyndir.
Klaksvíkingar høvdu í mun til undanfarnu dystirnar umskipað liðið nakað, og á pappírinum líktist tað einamest eini Drillo-insperaraðri 4-5-1, har Hjalgrím Elttør var einsamallur á toppinum, meðan Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni og Harley Bertholdsen so høvdu til uppgávu at stuðla í álopspartinum. Fyri tað mesta riggaði hetta eisini sera væl. Kompakti miðvøllurin gjørdi tað ógvuliga trongt hjá B36 at fáa veruliga gongd í álopsspælið, og í fleiri førum varð talan um heilt vandamiklar støður, tá teir tríggir á miðvøllinum komu framvið.
Fyrstu møguleikarnar í dystinum var tað tó B36, sum hevði, tá teir í tveimum førum sluppu oman at baklinjuni, men mitt í øllum svaraði KÍ aftur. Allan Mørkøre var farin oman móti horninum at taka langt innkast. B36 hevði júst skift skadda Iulian Florescu út, og møguliga var hetta orsøkin til, at verjan var somikið óskipað. Hvussu var og ikki, so endaði alt við, at Heðin á Lakjuni snittaði innkastið víðari til ein fullkomuliga leysan Hjalgrím Elttør, sum smekkaði til.
Sum vera man, so gav hetta klaksvíkingunum enn betri fortreytir fyri kompakta spælistílinum. Stóran part av tíðini var tað soleiðis B36, sum hevði bóltin, men talan gjørdist sjáldan um veruliga vandastøður. Hinvegin var fleiri ferðir vandi á ferð, tá Hjalgrím Elttør sýndi B36, at hóast hann var einsamallur á toppinum, skuldu verjuleikararnir ikki rokna við nøkrum løttum degi. Ta einu ferðina royndi hann seg við heilkiksaðum skoti, heldur enn at psæla Allan Mørkøre, og tá hann beint undan steðginum spældi Harley Bertholdsen leysan, lyfti hesin bóltin eitt vet ov langt, soleiðis at hann fór omanfyri málið.

Koppaði eftir tveimum minuttum
Eitt KÍ-mál afturat beint undan steðginum hevði helst punkterað heimaliðið fullkomuliga, men tað hendi so ikki, og tá B36 so kom á vøllin aftur, vóru teir sum hamskiftir.
Nú var talan um beinleiðis og ágangandi álopsspæl. Ikki minst tóktust Bárður Mortansson og Magni á Lakjuni vælupplagdir, tá teir ferð eftir ferð royndu at koma ígjøgnum í borðunum, og tað vardi heldur ikki so leingi, áðrenn hetta gav úrslit.
B36 spældi seg væl ígjøgnum í vinstru síðu, og tá Magni sendi eitt hart innlegg inn í brotsteigin, var Bárður Mortansson hægstur, og stútaði bóltin niður móti stólparótini. Bert tveir minuttir seinni fekk B36 møguleikan at leggja seg á odda. Kanska var talan um eitt heldur bíligt brotsspark, tá beini á Alexander Djordjevic og Julian Johnsson fløktust um hvørt annað, men dómarin var ivaleysur og peikaði í blettin, og har var John Petersen, tá hann smekkaði til hart og til høgru.

Dýrur kiksari
Klaksvíkingar fóru sum skilligt var, nakað niður við høvdinum. Megin partin av fyrra hálvleiki høvdu teir tamarhald á tí, sum fór fram, og nú hevði B36 eftir bert tveimum minuttum koppað øllum á.
Spakuliga fingu gestirnir tó loyvi at koma aftur í dystin. Eina mest tí B36 nú í størri mun dúvaði upp á kontra, og einar tvær ferðir komu teir eisini at standa heilt væl fyri, uttan at teir tó fingu gjørt sær dælt. Tíggju minuttir fyri leiklok fekk heimaliðið gyltan møguleika at steingja dyrnar. B36 hevði tá aftur fingið tillutað brotsspark, hesaferð tí Alexander hevði hildið John, og so mundu tey flestu halda, at nú var avgjørt. John varð aftur settur at skjóta, men tá hann skuldi vera frekur og lobba bóltin í málið, varð Meinhardt standandi, soleiðis at hann bert skuldi taka eitt fet til vinstru, áðrenn hann loftaði bóltinum.
Og tað var skjótt greitt, at misnýtti møguleikin hevði sína sálarligu ávirkan á liðini. Klaksvíkingar fóru nú aftur at trúgva uppá, at tað bar til, og eina løtu mest sum kringsettu teir brotsteigin. Teir vunnu seg eisini upp á javnt, tá Hjalgrím Elttør fann ein púrasta leysan Erling Fles, sum úr eitt sindur spískum smekkaði bóltin í kassan, og tríggjar minuttir eftir hetta, vóru tað teir, sum høvdu koppað øllum á. Eftir uppspæl í vinstru, varð bólturin sendir inn fyri málið, og har kom Ove Nysted rennandi og drønstútaði í meskarnar.
Rómurin við gamla skýlið var øgiligur. Áskoðararnir, sum høvdu verið eitt sindur kúrrir stóran part av seinna hálvleiki, funnu dansistevini framaftur, og á vøllinum var frøin sjálvsagt ikki minni. Gleðin helt sær eisini fram til 93 minuttir vóru leiktir. Í eini seinastu roynd at javna hevði B36 vunnið sær horna, og tá hetta varð sent innfyri, var John Petersen hægstur, og við nærmara stólpa stýrdi hann bóltinum inn.
Klaksvíkingar vóru í øðini. Frustratiónirnar um at hava mist stigini somikið seint, vóru sjálvsagt stórar, og tað gjørdi tað ikki betri, at teir mettu John hava gjørt fríspark móti Alecander, áðrenn hann stútaði. Hvussu var og ikki, so stóð málið við, og fyri KÍ merkti hetta eftir øllum at døma, at teir verða ov stuttir í royndunum at vinna HB aftur. Teir eru nú tvey stig aftan fyri, og við dystunum, sum HB á pappírinum hevur eftir, er ilt at ímynda sær, at teir skulu tveita nakað burtur tey trý seinastu umførini.
Fyri B36 kundi einsamalla stigið heldur ikki nýtast til so nógv. Teir vistu undan dystinum, at skuldu teir hava nakran møguleika, so skuldu trý stig til, og heldur enn at nærkast oddinum, duttu teir eitt stig niður á talvuni.

Dysturin í tølum
B36-KÍ 3-3 (0-1):
0-1: Hjalgrím Elttør, 17
1-1: Bárður Mortansson, 53
2-1: John Petersen (br.), 56
2-2: Erling Fles, 82
2-3: Ove Nysted, 85
3-3: John Petersen, 90

Dómari: Dagfinn Olsen. Stórt spell, at hann skuldi koma soleiðis í fokus við seinastu avgerðini, tí undan hesum hevði hann dømt ein góðan dyst, har leikararnir fingu loyvi at nýta kroppin, uttan at talan hóast hetta gjørdist um nakran ljótan dyst.

B36: Rene Tórgarð - Arnbjørn Danielsen Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen ? Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Iulian Florescu ? John Petersen, Magni á Lakjuni
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Jan Joensen, Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Heðin á Lakjuni ? Hjalgrím Elttør