Uppliving fyri lívið

Henrietta Nielsen, sum er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, hevur seinastu hálva aðru vikuna – sum ein av teimum fáu í heiminum – verið á ferð í Norðurkorea. – Fólkini vóru vinarlig, tá ið tey møtti okkum, og tað var sum um vit vóru kend. Tey eru jú ikki von við at síggja evropearar, og serliga børnini vóru púra vill, tá ið tey sóu okkum, greiðir Henrietta frá, sum eisini heilsaði upp á víðagitnu standmyndina av fyrrverandi einaræðisharranum, Kim Jong-il

Gjølla varð hon eftirkannað longu á flogvøllinum, tá ið hon lendi í norður­koreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, og fartelefonina mátti hon lata inn á staðnum. Tær eru jú bannaðar í Norðurkorea.
Norðurkorea, sum er eitt avbyrgt land, men sum hálvi føroyingurin, Henrietta Nielsen, sum ein av teimum heilt fáu í heiminum fekk møguleikan at vitja. Ørindi hennara har var ein borðtenniskapping, men hon fekk eisini stundir at hyggja seg um í høvuðsstaðnum og heils­aði hon eitt nú upp á víðagitnu stand­myndina av fyrrverandi eina­ræðisharranum, Kim Jong-il.

Dúvar upp á borðtennis
18 ára gamla Henrietta Nielsen er fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Hon flutti tó úr Fuglafirði til Horsens saman við familju síni tá ið hon var átta ára gomul, og har hevur hon veruliga sett nógv til viks fyri at dúva fult og fast upp á borðtennis. Hon er júst byrjað á studentaskúla, men hetta forðar henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna.
Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men kom­andi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska Flensburg TSB í Verbandtsligaen, sum svarar til fjórðbestu deildina har.
Hon spælir eisini við føroyska landsliðnum.

Tók av møguleikanum
Tað var undir HM í Dortmund í fjør, at føroyski landsliðsvenjarin, sviin Jan Berner, fekk eina innbjóðing til Pyongyang International Invitation Tournament, har hann kundi taka nakrar leikarar við sær. Ein teirra var so Henrietta Nielsen, sum undan fráferðini ikki ivaðist leingi í serliga tilboðnum.
– Eg fari hagar tí at henda møgu­leikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað er her, ið nakrir av heimsins bestu borðtennisleikarum spæla, og tað verður stórt at læra av teimum og síggja hvussu teir gera fyri at vera ein partur av heimselituni, segði Henrietta Nielsen undan frá­ferðini.
Hon var eitt sindur bangin fyri at fara til hetta stongda landið, men tað var ikki óttin, sum vigaði nakað í avgerðini hjá henni.
– Sjálvandi eri eg eitt sindur bangin eisini, men gleðin at sleppa hagar fyllir meira enn óttin fyri at tað fer at henda mær nakað, segði Henrietta.

Drúgv ferð
Í gjárkvøldið kom Henrietta so aftur av minnisríku ferðini til Norður­korea. Ferðin til Norðurkorea var drúgv hjá Henriettu. Hon fór úr Horsens til Keypmannahavnar, við flogfari til Stockholm og umvegis Frankfurt og Beijing lendi hon í norður­koreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.
– Tá ið vit lendu í Pyongyang varn­aðust vit, at flogvøllurin var lítil. Tey flestu av okkum skuldu ígjøgnum trygdarkanningar og við­føris­kanningar. Vit skuldu fylla nøkur skjøl út, sum trygdarfólkini skuldu hava, og síðani skuldu vit eis­ini lata fartelefonirnar inn, av tí at tær eru bannaðar har. Tey løgdu tær eitt trygt stað og síðani fingu vit tær aftur tá ið vit skuldu heim­aftur, greiðir Henrietta frá.
Eftir drúgva túrin mátti hon og hini í ferðalagnum venja seg við nógva tíðarmunin, men eftir hetta kundi ferðin so av álvara byrja.
– Teir fyrstu dagarnar skuldu vit venja okkum við tíðarmunin, men eftir tað fóru vit á nógvar útferðir og sluppu at síggja øll tey kendu støðini, sigur hon.
Tað er sera strangt í Norður­korea, men ímillum teir fáu út­lend­ingarnar, sum sleppa hagar, kennist ikki nógv til hetta.
– Reglurnar eru at kalla tær somu sum í øðrum londum, men har verður tú betur eftiransaður. Vit sluppu á útferðir sum vit vildu, men summi støð sluppu vit ikki at taka myndir. Tað var so alt í lagi við tí, sigur Henrietta.

Møtti landsliðnum
Tá ið ferðalagið, sum taldi føroyska landsliðsvenjaran, dóttir hansara, Henriettu, ein úr Ný Sælandi og nakrir kinesarar, komu til norður­koreanska, skuldu tey til eitt há­tíðar­hald, sum skuldi seta kapp­ingina í gongd.
– Vit byrjaðu við einum hátíðar­haldi, har eg kom at standa undir einum skelti, sum stóð Danmark á. Síðani gingu vit inn í høllina, har fleiri túsund fólk bíðaðu, sigur Henrietta, og leggur afturat, at tað alla tíðina vóru túsundtals fólk til kapp­ingina.
Og tað er ikki uttan orsøk. Norður­koreanska landsliðið, sum vann bronsu í OL, var nevniliga eis­ini við í kappingini.
– Vit spældu ímóti Norðurkorea 1, sum er liðið frá OL, og Korea 2. Tær vóru sera sterkar og vit høvdu ongan møguleika, men vit høvdu tað tó stuttligt. Vit spældu eisini ímóti Kina 1 og 2, og har var heldur einki at gera. Tað vóru jú teir bestu ung­lingarnir í Kina, sum vit spældu ímóti, vísir Henrietta á.

Gevur nógv
Tað, at spæla ímóti stinnari mót­støðu, kastar nógv av sær, men eis­ini bara at vera til staðar og granska hvussu heimselitan ger.
– Ítróttarliga var hetta ein upp­living. Eg havi ongantíð áður sæð so sterkt kvinnuborðtennis, og havi eg nú sæð hvat tað er, sum tær eru bestar til – hví tær eru so góðar. Nú veit eg betur hvat eg skal arbeiða við fyri at eg skal gerast betri enn eg eri nú. Eg havi ein málsetning, sum eg vil røkka, og tað vænti eg at sjónbandaupptøkur mínar frá túr­inum koma at minna meg á, sigur Henrietta, sum tók bæði livandi og stillmyndir á ferðini – har hon fekk loyvi til tess.

Øðrvísi mentan
Norðurkorea gongur egnar leiðir á nógvum økjum og politiskt er landið ein hóttan fyri umheimin. Fólkið er kúgað, hermegin er ovurstór, kjarnorkuframleiðsla fær heimin at óttast og soleiðis kundi ein hildið á við at lýst Norðurkorea. Ferðina hagar fer Henrietta tó ongantíð at gloyma.
– Eg havi sæð ótrúliga nógv av aðrari mentan og fingið hilling av hvussu tey liva. Tað var fantastiskt at uppliva tað, sum tú annars ein­ans hoyrir um hetta avbyrgda land­ið. Tað er ikki so ógvusligt, sum fólk halda. Fólkini vóru vinarlig, tá ið tey møtti okkum, og tað var sum um vit vóru kend fólk. Tey eru jú ikki von við at síggja evropearar, og serliga børnini vóru púra vill, tá ið tey sóu okkum, greiðir Henrietta Nielsen at enda frá.
Eftir eina drúgva heimaferð, sum vardi í hálvt annað døgn, er hon nú aftur í Horsens.