Óneyðugt at jamra um støddfrøði

- Eg havi undirvíst í støddfrøði í samfull 35 ár í fólkaskúlanum. Og á øllum teimum óteljandi foreldrafundunum eg havi verið á, var jammurin tann sami: Foreldrini søgdu, at tey snøgt sagt dugdu ikki støddfrøði, sigur Mortan Dalsgarð, lærari.

- Á foreldrafundunum søgdu foreldrini, at tey ikki skiltu eitt orð av tí, sum stóð í bókunum. Á henda hátt fingu tey ikki hjálpt sínum børnum at gera heimaarbeiðið.
- Hesar útsagnirnar birtu upp undir at geva út eina handbók í støddfrøði, sum bæði var ætlað næmingum og foreldrum teirra, sigur Mortan Dalsgarð.
Fyrr í mánaðinum kom so út bókin "Støddfrøði handbók", sum Mortan saman við Edvardi Olsen hava skrivað og sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út.
Undir framløguni segði Mortan, at hann ivaðist ikki í, at bókin fór at verða væl móttikin av øllum.
- Nú er eingin umbering longur, bert tey hava hesa handbókina við hondina. Og tí vóni eg, at hon fer at standa á hvørjari bókahyll, nú jólini eru farin aftur um bak, sigur hann.
Bókin er ein sameining av eini lærubók og einum uppslagsverki. Sum eina henta hjálp hjá brúkarunum er ein orðalisti gjørdur við bæði føroyskum og donskum orðum innan støddfrøðina.

Hart hoyggj
Mortan Dalsgarð sigur, at tað var ein stórur dagur hjá sær og Edvardi, tá henda bókin kom, út 1. desember.
- Ikki tí, at vit halda okkum hava gjørt nakað megnaravrik, men hetta hevur verið eitt hart hoyggj at draga og hevur verið eitt drúgt arbeiði.
- So lættin, at vera komin á mál er stórur, sigur hann.
Við hesi bókini hava teir ikki brotið upp úr nýggjum, og teir hava heldur ikki uppfunnið sirkulin ella parabilin.
Men teir hava her savnað tilfar, sum verður gjøgnumgingið í fólkaskúlanum upp til 10. flokk, og skipað tað á ein slíkan hátt, at tað er lætt at koma til.

Málberingar vantaðu
Teir báðir - Mortan og Edvard  byrjaðu í 1986 at geva út Sigma-røðina, sum er kend av næmingunum í fólkaskúlanum.
- Men tað var kortini skjótt greitt, at bæði heiti og málberingar vóru tann størsta forðanin í hesum arbeiðinum, sigur Mortan.
Teir leitaðu í tí støddfrøðiliga tilfarinum, sum frammanundan fanst á føroyskum, m.a. í gomlum støddfrøðitilfari og í teimum føroysku roknibókunum, sum eru komnar út tey seinastu 40 árini.
Umframt hetta hava góðir málmenn verið teimum hollir stuðlar, eins og orðabøkurnar.

Orðalistar
Í hesum arbeiðinum við Sigma-bókunum komu Mortan og Edvard skjótt eftir, at tørvur var á einum orðalista innan støddfrøðina.
- Um ikki onnur høvdu brúk fyri hesum, so høvdu vit báðir í øllum førum brúk fyri einum slíkum. Annars so fóru vit bara at vevjast í øllum møguligum heitum og málberingum, sigur hann.
Hetta førdi so til, at teir í 1993 fingu ein fø-da og ein da-fø orðalista, sum teir nevndu Støddfrøðiorð. Hann var ongatíð prentaður, men var teimum ein góð hjálp í tí víðari arbeiðinum.
Tá teir í 2003 arbeiddu við útgávuni av Skygni 8, kyknaði prátið um orðalista ella orðabók aftur. Úrslitið varð, at teir eisini góvu út eina fyribils orðabók, sum bara fevndi um lesiætlanina upp til og við 8. flokk.
Teir arbeiddu síðani víðari við hesi ætlanini, og í dag er hon so givin út við hesi handbókini í støddfrøði.



Til læru og uppslag

Rithøvundurin, Edvard Olsen skrivar m.a. soleiðis um bókina:

Á øðrum málum hava tey handbøkur í støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, sálarfrøði o.s.fr. Vit hava roynt at gera eina handbók í støddfrøði.
Hetta er ikki ein handbók, sum flytir danska støddfrøði yvir í føroyska støddfrøði. Nei, hetta er ein handbók í støddfrøði á føroyskum.
Vit hava roynt at gjørt bókina til bæði eina lærubók og eitt uppslagsverk. Hon er tí skipað í evni, sum eru sett í bókstavarað, og er eisini skipað soleiðis, at lætt skuldi verið at funnið einstøk heiti, allýsingarnar, styttingar o.s.fr.
At bókin er skipað sum lærubók skuldi gjørt, at hon eigur at kunna verða brúkt usm lærubók, t.d. fyri at endurtaka okkurt sum fyrr er lært, ella at næmingarnir sjálvir lesa partar í henni  partar teir halda seg ikki duga nóg væl. Ella lærarin mælir teimum til at granska hetta evnið sjálvir.





Støddfrøði kann vera so hugnalig

- Fyrr kundi støddfrøði elva til klandur og stríð heima við hús millum foreldur og børn um, hvussu eitt ávíst hugtak innan støddfrøði eitur og merkir. Nú kann tað hinvegin gerast ein hugnalig løta, har ein í felag finnur eitt svar í hesi handbókini, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni um nýggju handbókina.

Fakbók

- Henda bókin fer at fáa stóran tydning fyri frálæruna í støddfrøði, og sum fer at lætta almikið um samstarvið millum skúla, børn og foreldur.
- Tað er eingin ivi um, at henda bókin fer at vísa veg inn í støddfrøðina, sigur hon.
Óhugsandi er heldur ikki, at henda bókin fer at fáa fast pláss í hvørjari skúlatasku og í hvørjum heimi.

Dent á kunningartøkni
Henda handbókin í støddfrøði er eitt úrslit av neyvari fakligari og málsligari eftirmeting av arbeiðinum við støddfrøðibókum, sum ein hópur av lærarum saman við Skúlabókagrunninum hava greitt úr hondum seinastu nógvu árini.
Hetta er eisini ein liður í arbeiðinum hjá grunninum at leggja størri dent á kunningar- og samskiftistøknina í undirvísingina í fólkaskúlanum.
Tí hevur grunnurin eisini sett sær fyri at bjóða skúlunum teldutøkar undirvísingarmiðlar.
Og nú henda handbókin er komin út, ber longu til at finna dømi um uppslag úr bókini á heimasíðuni hjá grunninum, eins og orðalistarnir eru teldutøkir í fullum líki.




Bobla

"Eitt kent orð innan støddfrøðina er orðið "figur", sum eisini verður brúkt í heilum. Her valdu vit at nevna tað "eitt skap" og vórðu noyddir at vísa á, at tað eisini eitur skap í fleirtali. Hetta orðið fall eisini í góða jørð". Dømi um tað mótsetta  orð sum ikki vunnu hevd  eru brigdil sum tey flestu nevna variabul, og óbrigdil sum verður nevndur konstantur".



FAKTA

Støddfrøði Handbók

Rithøvundar: Edvard Olsen og Mortan Dalsgarð
Útgevari: Føroya Skúlabókagrunnur
Evni: Ein sameining av eini lærubók og einum uppslagsverki, býtt sundur í støddfrøðievni, sum eru sett í bókstavarað.
Innihald: Tað at skilja tey føroysku heitini verður nú lættari, tí evnisskrá er við øllum støddfrøðiorðum og støddfrøðihugtøkum, og ein orðalisti, føroyskur-danskur og danskur-føroyskur, er eisini í bókini.
Málbólkur: Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði. Hon inniheldur tað, sum brúk er fyri í fólkaskúlanum, og verður haraftrat loyvt sum hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og 10. flokki.
Endamál: Bókin skapar nýtt samband millum heim og skúla, tí hon er eisini ætlað foreldrum, sum hava áhuga fyri støddfrøði, at nýta sum handbók í almennari støddfrøði.
Stødd: Bókin er 272 síður stór.
Útgávudagur: 1. desember 2005