var stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, verður nú partur av leiðsluni í BankNordik. Eisini Árni Ellefsen, stjóri í Nema-samtakinum, verður partur av leiðslu bankans. Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi [...] munandi um sítt virksemi. Í hesum sambandi styrkir bankin yvirskipaðu leiðsluna. Nýggi bygnaðurin verður framyvir settur saman av trimum virkiseindum: · Bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi undir leiðslu [...] bankastjóra/Deputy CEO · Bankavirksemi í Danmark undir leiðslu av Jan Ulsø Madsen, landastjóra/Deputy CEO · Markets undir leiðslu av Henrik Jensen (Danmark) og Johnny í Grótinum (Føroyar), undirstjórar/Chief
leiðum. Í 2010 fiskaðu føroysk skip samanlagt 394 túsund tons á øllum havleiðum. Hetta er áleið 42 túsund tons fleiri enn í 2009. Økingin í heildarveiðuni kemur fyrst og fremst av øktari makrelveiðu í 2010 [...] 2010 frá áleið 15 túsund tonsum av makreli í 2009 upp í góð 72 túsund tons í 2010. Sum mynd og talva niðanfyri vísa, so er heildarveiðan minkað munandi síðan metárið 2006. Orsøkin til hetta er einamest [...] føroyingum í 2010 var undir Føroyum har góð 141 túsund tons vóru fiska, herav góð 47 túsund tons var upsi og 23 túsund tons var svartkjaftur. Av samantaldu nøgdini telja uppisjóvarfiskasløgini í 2010 eina
snøgt sagt lagdar í oyði; markirnar yvirvaksnar og farnar í órøkt, og sjálvi hava tey ikki pening at byrja av nýggjum. Her hevur ADRA, ið er ein hjálparfelagsskapur hjá Adventistunum í Føroyum og Danmark, sett [...] rætta teimum eina hjálpandi hond. Í hesum døgum stendur tí ein stór smátta á Torginum í SMS, og er hon á somu stødd sum tær, ið ætlanin er at byggja í Burundi. Við at vera í keypinum av einum slíkum húsum [...] hjálpa heimvendum familjum í afrikanska landinum Burundi. Nú hava føroyingar møguleika at hjálpa teimum at búseta seg aftur, eftir at tey vórðu noydd at flýggja úr heimlandi sínum í árunum 1993 til 2003. Eitt
hava sitið sum gíslar umborð á Skálabergi í russiskari havn í skjótt tríggjar vikur. Hesir lýða heilt avgjørt undir tí trýsti og fangilsi teir í veruleikanum eru í. Enn hava ikki verið tær stóru yvirskriftirnar [...] lu. Vit vita framvegis ikki, hvat í veruleikanum er hent og hví russar bøla yvir málið. Her má handlast. Tað er uppá tíðina, at løgmaður eisini traðkar í karrakter í málinum og gevur til kennar sína hugsan [...] ikki um brot á vanlig mannarættindi. Um hetta var ein sak í Danmark ella øðrum landi, hevði hetta so ikki sett tað stóra skútsið ella diplomatiið í gongd, og høvdu ikki bæði politikarar og mannarættindafólk
n.fo Í morgin letur nýgg kaffistova upp í Vágsbotni. Talan er um Kaffihúsið, sum fer at halda til í nýggja bygninginum hjá Fiskimannafelagnum. Lis Eklund í Niðristovu, saman við manninum Jóhann í Niðristovu [...] Soda«, sum ikki er roynt áður í Føroyum, greiðir Lis Eklund frá. Kaffihúsið letur upp í morgin klokkan 14, og ætlanin er at hava opið í dagtímunum frá 10 til 18 vanligar dagar í vikuni, og so eisini leygar- [...] sørt av einum kynstri. Tí hava vit eisini fingið hjálp frá dóttur okkara, sum hevur arbeitt á Kaffitár í Reykjavík, har hon hevur lært at bryggja vælumtóktar koppar av kaffi sum til dømis Cappucino, espresso
Hesa ferð møtast HB og Víkingur í dystinum, sum Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið skipa fyri í felag sunnudagin klokkan 15 í Gundadali. Bæði lið hava verið darvað í fyrireikingunum til komandi k [...] nú, enn hon var um somu tíð í fjør. – Hetta er so tað fyrsta steypið, vit hava at spæla um, og vit eru øgiliga spentir. Vit skulu gjarna vinna henda dystin, so vit koma væl í gongd við hetta kappingarárið [...] nógvir dystir, so tí kenni eg ikki so nógv til, hvussu hini liðini eru fyri. Men tað er deiligt at koma í gongd aftur, og eg haldi, at vit eru væl fyri undan hesum dystinum, sum vit ætla okkum at vinna, sigur
Løkke Rasmussen í Føroyum. Tey skulu verða við í sendingini Hvonn Live á Rás2. Har verður tosað við tey um avbjóðingarnar, sum tey hvør í sínum lagi hava - Løkke sum politiski leiðarin í Danmark og Sólrun [...] Hvonn Live Politiska landslagið í Danmark er rúkandi heitt í hesum døgum, og í miðdeplinum er forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen. Hann umskipaði í gjár stjórnina og skal nú royna at sannføra danir [...] – eisini orsakð av privatum viðurskiftum. Løkke og familja hansara vóru í vetrarferiu sunnanfyri, og tað gjørdi eitt stórt mál í donskum miðlum. Spurningurin var, um forsætisráðharrin kundi fara suðureftir
sínum uppruna uttanlands. Serliga í 50-árunum og 60-árunum var eitt ótal av útlendskum skipum javnan inni í grønlendskum havnum, og tað var vanligt, at sjómenninir fóru í land og funnu sær gentur. Gjøgnum [...] og segði honum, hvør pápin var, og tað eydnaðist honum at fáa innlit í málið, so hann fann danska pápan, sum í sínari tíð arbeiddi í Grønlandi. So væl hevur ikki gingið hjá øllum, og torført er hjá teimum [...] fólk. Klaus Frederiksen heldur, at tvær ferðir so nógvir grønlendingar í somu støðu eru bara í Nuuk, og hópur aftrat aðrastaðni í landinum. Síðan fundin hevur hann frætt úr Grønlandi frá heilt nógvum fólkum
Í gjár seinnapart eydnaðist at fáa nýggja fiskiveiðiavtalu upp á pláss við russar. Samráðingarnar endaðu annars úrslitaleysar í november, tá ein russisk sendinevnd var í Føroyum og tingaðist. Tað var um [...] vórðu samráðingarnar hildnar í Keypmannahavn, og tær gingu sum skilst væl. - Vit løgdu okkum eftir at fáa betri javnvág í avtaluna hesaferð. Russar hava fingið í so nógv í sín part, men til tað skal tó [...] . Hann sigur, at samráðingarnar í Keypmanahavn hava gingið væl, og tær vórðu sum nevnt lidnar seinnapartin í gjár. - Eg eri væl nøgdur við avtaluna, sum nú er fingin í lag. Tað hevur eydnast okkum at hála
sum eru fráskild. Hann segði, at í summum førum er hjúnaskilnaður neyðugur, hóast hann er ímóti at fólk skiljast. Tað er ein ørkymlandi støða, at fleiri prestar í Føroyum ikki vilja uppafturgifta fráskild [...] presturin í Havn umboðar? Tað kann ikki vera rætt, at hvør prestur í sínum lag skal gera av, hvørji sóknarbørn eru góð nokk. Tað kann als ikki góðtakast, at summi sóknarbørn mugu leita sær í aðra kirkjusókn [...] ein konservativur prestur«. Tað er fólksins kirkju, vit tosa um. Eitt er, hvat fólk gera í privatum samkomum – men í Fólkakirkjuni skulu øll hava sama rætt - so frægt av skili má vera. Kann ein maður sum