Uppruni
Óivað eru ella hava verið fleiri føroyskir menn, sum eiga ella hava átt børn í Grønlandi, tí áður vóru nógvir føroyingar í Grønlandi við skipum, og fleiri føroyingar róðu eisini út har.
Tí hava Føroyar eisini áhuga hjá grønlendingum, sum eru farnir at leita eftir sínum uppruna uttanlands.
Serliga í 50-árunum og 60-árunum var eitt ótal av útlendskum skipum javnan inni í grønlendskum havnum, og tað var vanligt, at sjómenninir fóru í land og funnu sær gentur.
Gjøgnum árini hava eisini nógvir fremmandir handverkarar verið har.
Faðirloysingar
Í Nuuk er nú ætlanin at stovna eitt felag fyri grønlendingar, sum ikki vita, hvør pápi teirra er. Tey rokna seg sum faðirleys.
- Vit, sum fødd eru uttan fyri hjúnarlag og hava pápa uttan fyri Grønland, hava eingi rættindi til at leita eftir pápum okkara, sigur Klaus Frederiksen.
Sjálvur er hann so væl fyri, at mamma hansara altíð hevur verið opin og segði honum, hvør pápin var, og tað eydnaðist honum at fáa innlit í málið, so hann fann danska pápan, sum í sínari tíð arbeiddi í Grønlandi.
So væl hevur ikki gingið hjá øllum, og torført er hjá teimum at koma víðari, tí dópsvattanin sigur einki, tey hava ongan at spyrja, og ein donsk lóg sigur, at lok er lagt á málini.
Danska lógin er ikki i samsvari við, at Danmark hevur undirskrivað ST-sáttmálan um , at øll børn hava rætt til at kenna uppruna sín, sigur Klaus Frederiksen.
Heilt nógv fólk
Herfyri hittust nøkur av “faðirleysu børnunum” á fundi i Nuuk, og tað møttu 28 fólk. Klaus Frederiksen heldur, at tvær ferðir so nógvir grønlendingar í somu støðu eru bara í Nuuk, og hópur aftrat aðrastaðni í landinum. Síðan fundin hevur hann frætt úr Grønlandi frá heilt nógvum fólkum, sum kenna trongd til at finna útav, hvør pápi teirra er, og um tey kanska ikki eisini hava hálvsystkin.
- Tað hevur so nógv at siga fyri øll menniskju at vita, hvørji tey eru, sigur Klaus Frederiksen, sum vónar, at henda áheitan fær klokkurnar at ringja onkrastaðni í Føroyum.