Hvonn Live
Politiska landslagið í Danmark er rúkandi heitt í hesum døgum, og í miðdeplinum er forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen. Hann umskipaði í gjár stjórnina og skal nú royna at sannføra danir um, at hann er rætti politiski leiðarin hjá teimum.
Lars Løkke Rasmusen hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu vikurnar – eisini orsakð av privatum viðurskiftum. Løkke og familja hansara vóru í vetrarferiu sunnanfyri, og tað gjørdi eitt stórt mál í donskum miðlum. Spurningurin var, um forsætisráðharrin kundi fara suðureftir uttanfyri feriutíð hjá øllum øðrum dønum.
Føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir Rasmusse,n var eisini drigin upp í málið, og hon fór í danskt sjónvarp at svara spurningum um teirra feriu og um familjulívið saman við forsætisráðharranum.
Viðmerkjarin Hans Engell segði eftir hetta við Rás2, at Sólrun Rasmusen hevði klárað seg væl, og at hon hevur dugað væl sín leikut sum forsætisráðharrafrúa.
Interview við Rás2
Um vikuskiftið vitja Sólrun Jákupsdóttir og Lars Løkke Rasmussen í Føroyum. Tey skulu verða við í sendingini Hvonn Live á Rás2.
Har verður tosað við tey um avbjóðingarnar, sum tey hvør í sínum lagi hava - Løkke sum politiski leiðarin í Danmark og Sólrun sum fyrstafrúa. Eisini verður tosað um markið millum almenna leiklutin og privatlívið, og um hvørjar avbjóðingar forsætisráðharrastarvið hevur fyri familjuna – og um tað er prísin vert.
Hvonn Live verður sent av Hvonn í Havn leygarkvøldið frá klokkan 20. Alt verður sum vanligt útvarpað beinleiðis á Rás2
****
Fakta
Hvonn Live er sending hjá Rás2, sum verður send av Hvonn í Havn einaferð um mánaðin
Sendingin bjóðar talk-show, livandi tónleik, undirhald og kjak
Leygarkvøldið verður Hvonn Live aftur á skránni, og tá verða gestirnir: Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, Lars Løkke Rasmussen, Peter Laugesen, Jens Marni Hansen og Tórður Mikkelsen
Hvonn Live er at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá kl 20 til 22. Eisini ber til at fylgja sendingini á Hvonn