Fólkakirkjan og sóknarbørn í náðarloysi

Tað vóru áhugaverdir spurngingar, sum Elin Winther Poulsen, útvarpskvinna, setti nýggja prestinum í Tórshavnar vestara prestagjaldi, Derhardi Olsen, leygarkvøldið.

Vit skulu nýta høvi á hesum stað at ynskja nýggja prestinum tillukku við kallinum og ynskja honum alt tað besta. Men tað sum prestur segði við útvarpið hetta kvøldið, fær okkum at seta hini føroysku Fólkakirkjuni nakrar spurningar.

Útvarpskvinnan spurdi prest, hvat slag av presti, hann er – og hann svarar, at hann er ein konservativur prestur, sum er fyri kvinnuligum prestum, men sum ikki vil gifta fólk, sum eru fráskild. Hann segði, at í summum førum er hjúnaskilnaður neyðugur, hóast hann er ímóti at fólk skiljast.

Tað er ein ørkymlandi støða, at fleiri prestar í Føroyum ikki vilja uppafturgifta fráskild fólk. Samfelagið loyvir hjúnaskilnaði, Fólkakirkjan loyvir eisini hjúnaskilnaði – Fólkakirkjan góðtekur, at prestar skiljast frá hjúnarfelaga sínum og giftast uppaftur. Vit hava prestar, sum eiga børn uttan at verða giftir, og vit hava havt próst, sum er skildur og uppafturgiftur. Tí mugu vit spyrja, um hetta er nýggja linjan hjá føroysku Fólkakirkjuni, hvørs ovasta leiðsla er mannað av nýggjum, sum nýggi presturin í Havn umboðar?

Tað kann ikki vera rætt, at hvør prestur í sínum lag skal gera av, hvørji sóknarbørn eru góð nokk. Tað kann als ikki góðtakast, at summi sóknarbørn mugu leita sær í aðra kirkjusókn at leita sær náði, tí teirra egni prestur »er ein konservativur prestur«.

Tað er fólksins kirkju, vit tosa um. Eitt er, hvat fólk gera í privatum samkomum – men í Fólkakirkjuni skulu øll hava sama rætt - so frægt av skili má vera. Kann ein maður sum prestur ikki gera sína skyldu sum prestur saman við einum kvinnuligum presti, jamen so hoyrir hann ikki heima í kirkjuni anno 2010. Kann ein prestur ikki uppafturgifta fráskild fólk, so er støðan tann sama. Ella má Fólkakirkjan gera upp við seg sjálva, hvat hon vil.

Ovasta leiðsla fólkakirkjunnar eigur at traðka í karakter og greitt boða frá, at øll sóknarbørn skulu hava somu viðferð.