Kaffihúsið letur upp í morgin

Nýggja Kaffihúsið í Vágsbotni letur upp í morgin. Umframt at tey ætla at bryggja kaffi, er ætlanin eisini at fara at borðreiða við køkum, løttum rættum og sunnudagsbrunch

Matvinna

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í morgin letur nýgg kaffistova upp í Vágsbotni. Talan er um Kaffihúsið, sum fer at halda til í nýggja bygninginum hjá Fiskimannafelagnum.

Lis Eklund í Niðristovu, saman við manninum Jóhann í Niðristovu, hevur tikið stig til at lata nýggja Kaffiðhúsið upp.

Nýggja Kaffihúsið fer at borðreiða við ymsum sløgum av kaffi og løttum rættum. Eisini verður høvi at munna sær á okkurt sterkari, men tað verður serliga tann væl skonkti kaffimuðurin, sum verður vørumerki hjá Kaffihúsinum.

At bryggja ein veruliga góðan kopp av kaffi, er ikki sørt av einum kynstri. Tí hava vit eisini fingið hjálp frá dóttur okkara, sum hevur arbeitt á Kaffitár í Reykjavík, har hon hevur lært at bryggja vælumtóktar koppar av kaffi sum til dømis Cappucino, espresso, cafe latte o.s.fr, segði Lis Eklund við Sosialin, tá vit fyri mánaði síðan tosaðu við hana um Kaffistovuna.


Kaffi, lættir rættir og sunnudagsbrunch

Umframt at bjóða fólki ein góðan kopp av kaffi, er ætlanin eisini at hava ymiskt gott afturvið.

Skonkiloyvi hava tey fingið, men ætlanin er ikki at reka beinleiðis barrvirksemi. Hinvegin er ætlanin at tú kann fáa ein Irish Coffe, ella Cognac afturvið kaffinum, um tær lystir.

- So fara vit eisini at bjóða kakur, heimabakað, eplakakur, pannukakur og so framvegis. Eisini er ætlanin at hava lættar rættir at bjóða afturvið, og sunnudagar er ætlanin eisini at bjóða brunchtallerkar við egg, bacon, pannukakum, jogurt, kaffi og øllum tí, sum hartil hoyrir. So hava vit eisini fingið eitt spennandi sodavatn, sum kallast »Italian Soda«, sum ikki er roynt áður í Føroyum, greiðir Lis Eklund frá.

Kaffihúsið letur upp í morgin klokkan 14, og ætlanin er at hava opið í dagtímunum frá 10 til 18 vanligar dagar í vikuni, og so eisini leygar- og sunnudagar.

- So fáa vit at síggja út móti summarinum, tá verður tað sikkurt longri. Vit byrja nú, og so føla vit okkum fram, sigur Lis Eklund í Niðristovu.