Almennu Føroyar mugu traðka í karrakter

Oddagrein:

Umleið 40 føroyskir fiskimenn hava sitið sum gíslar umborð á Skálabergi í russiskari havn í skjótt tríggjar vikur. Hesir lýða heilt avgjørt undir tí trýsti og fangilsi teir í veruleikanum eru í. Enn hava ikki verið tær stóru yvirskriftirnar um júst hetta, og tað kann undra. Hví hevur verið so lítið hugsað um rættindini og liviumstøðurnar hjá manningini! Er talan ikki um brot á vanlig mannarættindi. Um hetta var ein sak í Danmark ella øðrum landi, hevði hetta so ikki sett tað stóra skútsið ella diplomatiið í gongd, og høvdu ikki bæði politikarar og mannarættindafólk verið á barrikadunum!

Her hendir “einki”. Tað má vera eitt ófrávíkiligt krav til bæði Fiskimálaráðið og Uttanrikismálaráðið og fyri tað alla politisku skipanina við løgmanni á odda at taka hetta upp sum eitt mannarættindamál.

Málið er komið hartil, at tað er ikki bara ein spurningur um kvotur og fiskiveiði ella manglandi embætisførslu. Vit vita framvegis ikki, hvat í veruleikanum er hent og hví russar bøla yvir málið. Her má handlast.

Tað er uppá tíðina, at løgmaður eisini traðkar í karrakter í málinum og gevur til kennar sína hugsan. Sjálvandi eiga vit ikki at leypa framav og sjálvandi eiga vit at brúka dialogin og diplomatiið, men har hetta ikki røkkur, har má annar lútur til. Hóast vit eru smá so eru vit kortini partur av alheiminum. Okkara politiska skipan má til at gera alvorliga vart við støðuna, sum er íkomin, har 40 føroyskir fiskimenn verða hildnir gíslar í Ruslandi.

Tað var einaferð, at Føroyar høvdu ein løgmann við gjøgnumslagskraft og pondus. Vit minnast, hvussu kontantur Atli Dam var, tá felagsskapir fóru undir at reka hetz og boykott av Føroyum vegna grindadráp. Tá langaði Atli Dam til og kallaði teir fyri búskaparligar terroristar.

Vit siga ikki, at Kei Leo Johannessen skal kalla russar fyri líkt ella ólíkt. Men hann hevur skyldu til sum Føroya løgmaður at tala at. At lata seg hoyra í umheiminum.